Kálvamuan komin á hollendskum
Nú fæst henda klassiska barnabókin á hollendskum í týðing eftir Fridu S. Johannessen, til ferðafólk og at senda fjarstøddum frændum og vinum.
Kálvamuan, á hollendskum Het Kalfje er søgan um lítla Sjúrð, sum fór í hagan at bera kálvinum heita mjólk. Á vegnum datt hann, tí hann vildi skunda sær við drekkamussinum. Øll mjólkin stoyttist niður yvir Sjúrð, so at hann var rennvátur og mátti fara heimaftur at fáa turr klæðir og nýggja mjólk. Tá ið hann fór aðru ferð, gekk hann so spakuliga, at hann datt ikki og stoytti ikki. Men tá ið kálvamuan hevði drukkið mjólkina, vildi hon ikki geva honum spannina aftur. Hon rann langt niðan í hagan við spannini á høvdinum. Lítli Sjúrður mátti renna aftan á henni, og tá ið kálvamuan datt, skundaði hann sær at taka spannina og fór heim at forklaga fyri ommu.
Ungu Føroyar hava tey seinastu árini givið hesa klassisku barnabókina út á fimm ymiskum málum: Føroyskum, enskum (Matthew Landrum), donskum (Hanne Jacobsen), italskum (Gianfranco Contri) og hollendskum (Frida S. Johannessen).
Bøkurnar eru upplagt tinganest hjá ferðafólki, sum vitja í Føroyum.
- Skrivað hevur | Bergljót av Skarði
- Dagfesting | 04.04.2017
- Bólkur | Tíðindi