Kemur skjótt - Ver tú!

Ver tú! Handbók hjá børnum um kynsfatan, kærleika og familju

Høvundurin


Jonathan Branfman undirvísir á Ohio State University, har hann tók ph.d.-prógv í 2019. 
Evnini hann undirvísir í, eru kynssamleiki, seksualitetur og rasa í miðlum sum heild. Jonathan hevur eisini áhuga fyri kynssamleika og seksualiteti í jødiskari gudfrøði og jødiskari LGBTQIA-inklusjón. 

Myndlýsarin

Julie Benbassat lesur myndlýsing á Rhode Island School of Design. Hon fekk íblástur til tekningarnar í bókini við at hugleiða um sínar egnu upplivingar í skúlatíðini og upplivingar hjá vinfólkum. Hennara mál er at hjálpa børnum at síggja virði í margfeldinum sum finst í kærleika, kynssamleika, rasu og familjusløgum.

Týðarin

Julia Rutt Petersen hevur BA-prógv í enskum og filmsvísindum og MA-prógv í málfrøði frá ávikavíst fróðskaparsetrunum í Malmö og Lund. Í lesnaðinum hevur hon savnað seg um sambandið millum mál og mentan. Hon er miðnámslærari í Malmö, har hon undirvísir í enskum, donskum og filmsframleiðslu.

Hennara vón er at ung sum gomul, ið kenna seg aftur í tí, sum verður viðgjørt í bókini, kunnu kenna tryggleika og vita, at tey ikki eru einsamøll við sínum kenslum. Hon vónar eisini, at onnur gerast forvitin um tað, tey einki vita um og eggjast til at hava álit á tí góða í menniskjum, ið vilja sleppa undan mismuni vegna tann ella ta, tey eru, og tann ella ta, tey elska.

 

 

 

 

img
  • Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
  • Dagfesting | 13.10.2019
  • Bólkur | Tíðindi