Summargáva frá Ungu Føroyum

Nú um jóansøkuna hava Ungu Føroyar givið út tvær sera vakrar bøkur í lítlum broti, við harðari permu og bundnar í myrkareytt lørift við gyltum stavum. Tær fáast í bókahandlunum. Eru tær lítlar í vavi, so eru tær ríkar í innihaldi. Hóska ógvuliga væl at geva vininum ella vinkonuni, taka við sær í hagan ella á uttanlandsferð. Lættar at bera og senda við postinum.

Onnur bókin er føroyskar yrkingar frá tíðarskeiðinum 1800- 2000, tilsamans hundrað yrkingar eftir líka nógvar yrkjarar: Stjørnudust úr føroyskum yrkingum í 200 ár.

Brot úr Føroyskum yrkingum í 200 ár:

Rasmus Effersøe:  Lívsgátan
Blóman bar bløðini mjøllhvít kring sólgula eyga –
Baldursbrá, skapt til at blíðka menniskjans huga;
systrar hon átti, prýddar í óskornum stakki, so fríðar at skoða;
summar sær læntu bjartasta avglans av sól, sum roðandi søkkur í kavið,
aðrar í litinum bóru sær prís fram um reinastu várluft og djúpbláa havið.
/.../
1899

Axel Tórgarð: Nóa og arkin
Tú, Nóa hann var skipari
og gitin gjørdist hann.
Hann hevði tikið longdina
og alt, sum takast kann.
og reiðarin hann sendi tá
við arkini avstað.
Hann sigldi, til hann strandaði
á Ararat ein dag. –
Í Føroyum gongur søgnin tó,
at Nóa fullur var,
í Kunoy arkin strandaði –
tú finnur hana har.

2000


Hin bókin er eitt úrval av føroyskum kærleiksskaldskapi frá kvæðunum til í dag: Stjørnudust úr føroyskum kærleiksyrkingum.

Brot úr Føroyskum kærleiksyrkingum:

Stev
Tí vakir hindin,
hanin gelur hátt.
Leingi sova svanirnir á døkkari nátt.
tí vakir hindin

Hans Andrias Djurhuus:  Lívsins leikur
/.../
Bíða, bíða, stundir líða,
ár man undan ári skríða.
Eingin stund má burtursandast,
men í vakurleika andast;
annars verður nykubrandur
lívsins ljósi gleðigandur.

1910

Bernhard Brim: Eg elski teg

Eg elski teg
og skilji ikki altíð, hví
tað øsir meg,
tá hendinga ferð
ein fullur maður handlar teg
eins og lofnaður krabbi
Í fjøru krámar sær veg.

 

Eg hati av hjarta ein slíkan kal,
ið rørir mítt væna sprund.
Tá kenni eg meg sum ein grindahval
á síni lagnustund,
tá hvalváknið inn millum rivini fer
og – hann mønubrest ger.

1967

 

Astrid Pálsson: Sæla

Tað sigst at hjartans
reinasti látur
hoyrist upp til himmals
-so man eisini frøin
í sál míni
røkka hjartabotn elskaða míns?

2011


Bøkurnar eru sera fjølbroyttar Tær goyma gyltan skaldskap eftir valdra skalda lið. Mangur lesari man her fara at velja sær onkra yndisyrking. - Frø teg við summar og sól, men tá blómurnar fara, frø teg við minnini um tær og bøkur ið vara....

Stjørnudust úr føroyskum yrkingum í 200 ár. Ungu Føroyar 2011.
140 síður. Prísur: 198 kr.

Stjørnudust úr føroyskum kærleiksyrkingum
. Ungu Føroyar 2011.
109 síður. Prísur: 198 kr.

Ungu Føroyar, Jóansøku 2011

img
  • Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
  • Dagfesting | 24.06.2011
  • Bólkur | Tíðindi