Salman Rushdie fær bókmentavirðisløn
Heimskendi bretsk-indiski rithøvundurin Salman Rushdie kemur til Íslands í september at taka ímóti altjóða bókmentavirðisløn, sum ber heitið av Halldóri Laxness.
Ungu Føroyar samfegnast við mikla rithøvundinum og fagna honum. Vit góvu í 1996 út framúr góða stuttsøgusavn hansara Eystur-vestur (East-West) í frálíkari týðing eftir Lív Joensen.
Nýggjasta bókin hjá Rushdie er The Knife: Meditations after an Attempted Murder, 2024 (“Knívurin: Hugleiðingar aftaná eitt ætlað morð”), um álopið við knívi, sum hann varð fyri í 2022, og sum gjørdi, at hann misti annað eygað.
Salman Rushdie tekur ímóti Laxness-virðislønini 13. september í Háskólabíói, Reykjavík.
Ungu Føroyar, sum hava givið bæði Halldór Laxness og Salman Ruhdie út á føroyskum, ynskja Rushdie hjartaliga til lukku við heiðrinum.

- Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
- Dagfesting | 07.09.2024
- Bólkur | Tíðindi