Námsfrøði og uppaling

Út frá pørtum av ritverkinum hjá Símuni av Skarði (Streingir, ið tóna 1-VII, Fannir 1998-2004) fari eg at nerta eitt sindur við tað, sum hann skrivaði um upplýsing og uppaling og umrøða barnasøgur hansara.

Nýliga heimafturkomin aftan á tríára framhaldsbúgving í Danmark, helt Símun av Skarði, sum hevði læraraprógv úr Føroyum, sunnudagin 1. oktobur í 1899 “Røðu um háskúlasakina” í Meinigheitshúsinum í Havn. (Skarði, Símun av 2000123-128).

Í røðuni greiðir Símun frá, at tað er umráðandi, at fólk eru upplýst, so tey kunnu taka støðu. Hann sigur, at upplýsing er eitt orð, sum sæst allastaðni í útlendskum bløðum og tíðarritum. Her í Føroyum hevur eingin tó enn kunnað verið keddur av at hoyra ella síggja prentað orðið upplýsing, men hann vónar, at føroyingar skjótt fara at leggja dent á hetta orðið; tí fyrr enn almannaupplýsing verður hvørsmansogn, kunnu vit ikki vænta okkum stóra framgongd. Hann ásannar, at tað kann vera herskið at viðganga, at ein hevur brúk fyri at læra meira. Hann vísir á, at tann gamla munnmentanin – kvæðir og sagnir – kann vera góð; men hon er ikki nóg mikið, nýtt má koma aftrat. Og haraftrat má upplýsingin hava støði í egnari mentan.

Í greinini “Uppfostran” (Skarði, Símun av 2000: 129-136) frá 1902, heldur Símun fram at greiða frá sínum skúlasjónarmiðum. Hann vísir, at “uppfostran (t.e. uppaling) er grundarlagið, sum mannaættin byggir á og hann tekur dømir heilt frá Dávi kongi í Gamla Testamenti til samtíðina, tá ið sálarlívið hjá tí einstaka var komið í brennidepilin.
Símun vísir á, at kirkjan hevur hildið uppá, at menniskjað er føtt ónt, og at bara kristin upplæring bjargar frá tí viðfødda óndskapinum; hetta var eitt nú sjónarmiðið hjá Balle. Balle var ein danskur biskupur, sum í 18. øld bardist móti virðisrelativismuni í tíðini, sum hann livdi í, upplýsingartíðini, og skrivaði læribók, sum nógvar prestar brúktu langt inn í 19. øld. Balle er nevndur í skemtisøguni Orrustan í Klandursskoti frá 1915 eftir Mads Andrias Winther um tað tunga stríðið fyri at fáa fólk at taka ímóti nýggjari hugsan; í Klandursskoti setir fólkið føtur í spenni móti tí nýggja lærdóminum, sum tann framburðshugaði presturin roynir at fáa tey at taka við, og tey spyrja, um tað ikki er nóg mikið, tá ið børn teirra duga Balla og barnalærdómin (M.A.Winther 1932:194); eins og Símun segði í røðuni um háskúlasakina: tað var teimum ein beiskur biti at fáa at vita, at tey og teirra børn høvdu brúk fyri betri upplýsing.
Hinumegin var so sjónarmiðið hjá Rousseau, at náttúran er ikki ónd, heldur ikki menniskjans náttúra; men samfelagið og viðferðin kann gera menniskjað ónt ella gott. Hóast vit mugu ásanna tey gomlu orðini hjá Horats “rek nátúrina út við voldum, hon situr tær tó eftir í holdum,” (naturam expellas furca, tamen usque recurret), so er alt tó ikki avgjørt frammanundan! Gamaní, um tú setir jørðepli niður, so fært tú jørðepli upp aftur og ikki røtur ella nakað annað; men fruktin verður góð ella ring, alt eftir um veltan verður væl ella illa røkt!
Uppaling nýtist mest í barnaárunum, og í henni ræður mest um at vera tolin og hava skil fyri barnasálini. Tað er ein torførur vegur og hóvliga má farast fram. Tá ber til at vinna barnahjartað og leggja nógv gott niður í tey ungu. Men tann, sum vil hava børnini at vera eins og hann er sjálvur í hugsan og atburði og ikki hevur ans fyri kenslunum hjá barninum – hansara strev verður meira til skaða enn gagn (SavS III: 135). - Tá ið tann ungi er tilkomin, er tíðin komin til sjálvuppaling; tá kann tann ungi gera royndir, vinna kunnleika og vísdóm; men eins og kroppurin tá hevur fingið sítt skapilsi, so hevur andin eisini (S. av S. III: 134).
Í “Røðu um háskúlasakina”1899 lýsti Símun føroyska mentan við mynd av einari urt, sum stendur væl vard millum klettar; stormurin skalar hana ikki, hon brotnar ikki; men hon fær næstan onga sól ella fríska luft! Hon er tí bleik og følin og anir í friði og náðum.

Hetta at byggja á sítt egna støði og taka nýtt til sín uttan at verða tikin av fótum er ein meginspurningur í hugsanini hjá Símuni og eisini øðrum skaldum og undangongumonnum.
“Ættarandi” (Skarði, Símun av 200: 20-23) er eitt listævintýr hjá Símuni frá 1905 um tann fagra dalin, har eini hús standa við eini stovu við myndum av øllum forfedrunum á veggjunum. Myndirnar hava til endamáls at staðfesta samleikan hjá ættini, og tá tann seinasta myndin er seld og mist, missir tann seinasta dalbúgvin seg burtur og stoytir seg oman á tí fagra staðnum, sum áður varð havt til hvíld og gleði. Boðskapurin í ævintýrinum “Ættaranda” hevur verið tulkaður sum, at tað var ótrúskapur móti forfedrunum, ið gjørdi enda á ættini.
Men ein studentur á Føroyamálsdeildini hevur víst á eina áhugaverdari tulking. Hon sigur, at hóast listævintýr, so eigur “Ættarandi” at lesast sum eitt ævintýr. Í vanligum ævintýrum kemur vend í, tá ið forboðið er brotið og dýrgripurin horvin. Tað hendir eisini í “Ættaranda”; men har er eingin hetja sum í vanligum ævintýrum at fáa rættlag íaftur; tí verður galin endi. “Ættarandi” vísir somu grundhugsan sum “Røða um háskúlasakina;” har varð tað andliga lívið í Føroyum samanborið við eina urt, sum stendur undir steini í friði og náðum ella eitt støðuvatn. Soleiðis var støðan hjá dalbúgvunum eisini – teir høvdu í ættarlið eftir ættarlið styðjað seg til traditónina, men høvdu gloymt at dagføra seg og tí stirðnaðu teir við tí lagnutungu avleiðing, at teir vóru hvørki førir fyri at taka ímóti ella standa ímóti nýggjum streymum, men vórðu hjálparleysir tiknir av tíðarstreyminum.

Sjónleikurin Vár frá 1904 eftir Símun av Skarði er ein leikur við evni úr samtíðini eins og teir fyrstu føroysku sjónleikirnir frá 1889 og -90: Veðurføst (1889) eftir Súsonnu Helenu Patursson, Gunnar Havreki (1889) eftir R. Effersøe og Jákup á Møn (1890) eftir Sigrid Niclasen.
Í grein síni um føroyskan sjónleik nevnir Kristin í Geil Vár sum ein av leikunum, ið vóru spældir í ymsum bygdum tíðliga í 20. øld. Vár var eisini fyrsti sjónleikurin, sum ungmannafelagið á Sandi spældi; tað var um heystið 1925 og til frama fyri radio til ungmannafelagið (Julianna Joensen 1992).Vár er eins og hinir elstu leikirnir (Veðurføst, Gunnar Havreki, Jákup á Møn) romantiskur og realistiskur samtíðarleikur; eitt annað rák í føroyskum sjónleikum, sum fylgdu aftan á teimum fyrstu leikunum var, at nýta søgulig evnir og evnir úr sagnum og fólkatrúgv eins og t.d. leikirnir hjá R. Effersøe Hjá dalabóndum, Magnus og Best man vera sum er, og seinni leikir hjá Hans Andriasi, t.d. Marita frá 1908, sum byggir á vísuna um Flóvin Bænadiktsson.

Eins og teir elstu leikirnir pallsetir Vár (Skarði, Símun av 2003: 15-65) partar av teimum tjóðskaparligu stevnumiðunum. Vár snýr seg um ungan kærleika og framburðsvirki í landbúnaði. Tað ímyndarliga navnið á leikinum bendir á ungdóm, framburð og menning, og hann snýr seg ikki minst um uppaling og sambandið millum børn og foreldur. Hann leggur dent á, at foreldur mugu hava virðing fyri kenslunum hjá børnum sínum, fara varisliga fram og eitt nú ikki krevja at fáa alt at vita, men heldur stuðla, tá ið børnini leita til teirra.
Stórur dentur verður í leikinum lagdur kenslulívið hjá børnum og ungum. Í einari vísu um Sigmund Brestisson, sum persónarnir í leikinum dansa og kvøða, verður greitt frá, at sum barn var Sigmundur fyri ræðuligari óeydnu og skelki, og at tað gjørdi, at hann frá barnaárum altíð bar ein brodd av hatri í hjartanum – og vísan sigur “Guð náði hvønn, sum í barnaárum/ eina slíka viðgerð fær” – . Men, heldur vísan fram, fosturlandsalskurin vann tó í Sigmundi, hann kristnaði Føroyar, og hjúnabandið millum og hann og Turið Torkilsdóttur var fyrimyndarligt, og tey bæði fostraðu eisini børn síni fyrimyndarliga!
At enda í leikinum kvøður tann heimafturkomni bóndasonurin, sum hevur búgvið seg út í landbúnaði í Norra, um sína ætlan at virka fyri framburði, og hann endar: “Hann ið finnur seg sjálvan aftur/ innast í sínari sál, verður á somu tíð varur við/ eitt prýðiligt endamál.” Her síggja vit eina bjartskygda menniskjafatan og ein hugburð, sum er ávirkaður av modernaðari sálarfrøði. Símun setir sínar hugsjónir um uppaling, sum tær eisini koma fram aðrastaðni, inn í hesa vísuna; lykilin til menning liggur í at “finna seg sjálvan...” ; her liggur eisini námsfrøðin hjá háskúlahugsanini: at lærdómur, sum ikki var rótfestur í einstaklingsins sál, var deyður lærdómur og beinleiðis skaðiligur.
Eins og Símun hevði sagt í røðuni um háskúlasakina, so hevði tann føroyska kvæðamentanin verið treyst andlig føði fyrr; men nú mátti annað koma aftrat (Skarði, Símun av 2000:124): ansur fyri tí andliga lívinum og evnunum hjá tí einstaka, sum máttu sleppa at mennast í frælsi og haraftrat ikki at gloyma praktiskar nyttuligar greinar.

Skaldskapur fyri børn
Meðan Símun fyrireikaði seg til at stovna háskúlan, hugsaði hann, at tað hevði verið ein fyrimunur at havt ein barnaskúla við síðuna av; hetta skrivaði hann til felagan Rasmus í 1887. Á tann hátt helt Símun fyri, kundu teir konkurrera við realskúlan. Eg hugsi, at hann meinti, at hann kundi leggja tað niður í børnini, sum gjørdi, at tey fingu eitt føroyskt lærdómsstøði og at summi av børnunum seinni høvdu valt at farið á háskúlan - í staðin fyri realskúla.

Ungu Føroyar
Barnaskúli kom eingin við liðina á háskúlanum; tann vegin fekk Símun ikki ávirkað børnini. Men í 1907 fór hann undir at geva eitt blað út fyri børn og ung, og eg hugsi, at hann við tí vildi ávirka, uppala og læra børnini og tey ungu. Seinni gjørdust eyðvitað summi av teimum, sum høvdu lisið Ungu Føroyar, háskúlanæmingar, kanska betri næmingar, enn tey annars høvdu verið. Onnur fóru aðrar vegir; Chr. Matras hevur t.d. sagt frá, hvussu ágrýtin hann las Ungu Føroyar smádrongur; tað sama hevur íslendski handritafrøðingurin Jón Helgason sagt; av onkrari orsøk hevði hann í barndóminum atgongd til Ungu Føroyar og las blaðið á svaðasvørði. Hesir báðir, sum seinni gjørdust professarar í Keypmannahavn og stór skald hvør hjá sínari tjóð, høvdu báðir havt Ungu Føroyar sum andligan kost í barnaárunum.
Í greinini “Uppfostran” leggur Símun dent á sálarlívið hjá tí einstaka og á, at kærleiki og álit eru neyðug, skal tann andliga menningin eydnast. Hann metir, at tað týdningarmesta arbeiðið hjá barnalæraranum viðvíkur hjarta og sál barnsins. Síðani koma haraftrat ymsar nútíðarligar nyttugar lærugreinar og kunnleiki; tí verður, sigur Símun, í bestu meining ein hópur av lærugreinum lagdur inn í barnaskúlan; men úrslitið er ikki gott, tí frálæran er ikki lagað eftir børnunum. Lærubøkur og undirvísing mugu vera soleiðis, at børnini fata tær; tí at lesa uttan at skilja ger næmingarnar gáloysnar.

Ungu Føroyar og føroyskar barnabókmentir
Føroyskar barnabókmentir byrjaðu við Ungu Føroyum í 1907 og blaðið umboðar væl tað nýggju barnafatanina í tí upprennandi 20. øld, ið tá varð nevnd barnanna øld. Tvær søgur hjá Símuni, “Ein søga um tveir dreingir” og “Jákup og Tannhvíta,” stóðu í blaðnum tað fyrsta árið.
Men mangt annað treyst tilfar stóð í blaðnum: sagnir og frásagnir úr Føroya søgu, brellbitar úr Føroyingasøgu, sum var útafturkomin í 1905. Fosturlandssøgan var sambært S týdningarmesta lærigreinin í barnaskúlanum, og hugsa vit um, at føroysk søga var als ikki lærugrein í barnaskúlanum og um ynskið, sum Símun hevði havt um barnaskúla í sambandi við Háskúlan, so er tað einki løgið men tvørturímóti, at hann legði stóran dent á Føroya søgu í Ungu Føroyum.
Blaðið var tó als ikki nøkur skúlabók. Símun týddi eina rúgvu av ævintýrum allastaðnifrá. Tað var eisini skjótt, at tann fyrrverandi næmingurin í Føgrulíð, Hans Andrias Djurhuus, kom til hjálpar á tí skaldskaparliga økinum við nógvum stuttligum djóraævintýrum og øðrum. Eg hugsi, at Hans Andrias mundi vera millum teir næmingarnar, sum alrabest fataðu hugsjónirnar hjá háskúlastjóranum, og tær merktu Hans Andrias sum skald og lærara. Blaðið prentar eingi gomul kvæðir ella annan skaldskap av manna munni – uttan sagnir – tí blaðið leggur dent á skrivlig tekstsløg. Men í síðsta árgangi, 1915, prentar blaðið eitt nýtt kvæði, “Sigmundur og Tórir” eftir Mikkjal á Ryggi. Í hesum kvæðinum eru tað unglingar og teirra kenslur, sum eru í miðdepli; teir syrgjandi dreingirnir, sum hava mist pápar sínar, liva í trældómi, droyma um hevnd og betri dagar. Sama evnið sum í vísuni hjá Símuni sjálvum í sjónleikinum Vár; eitt meira nýtíðarligt og kensluborið evni í staðin fyri endurtøku av gomlum kappabrøgdum.
Av barnayrkingum S er kendast “Nú liggur ein kavafonn”, sum stóð í UF 1907; aðrar, t.d. “Hoyberadagur” og “Eina kettu eiga vit,” komu eisini í UF. Summar eru eins nógv fyri vaksin og børn, t.d. “”Á mønu hjalsins”, “Eg smáttu veit;” báðar komu í UF.

Tríggjar barnasøgur
Søgur og yrkingar fyri børn yrkti Símun av Skarði fyrst og fremst til Ungu Føroyar. Tey árini hann gav barna- og unglingablaðið Ungu Føroyar út, 1907-10 og 1914-15, var tað har hann skrivaði. S skrivaði 3 rættiligar barnasøgur, sum allar eru frá 1907. Tvær teirra stóðu í UF: “Ein søga um tveir dreingir” og “Jákup og Tannhvíta”; tann 3. “Páll og Ólavur” stóð í Evensens Lesibók fyri yngri børn. Hesar søgurnar, sum allar eru um dreingir, eru klassiskar realistiskar barnasøgur. Høvuðspersónarnir eru lýstir í samskiftum við javnaldrar ella kríatúr, men sambandið við tey vaksnu, serstakliga foreldrini, er eisini altíð týdningarmikið; teir eru fyri hendingum, sum krevja, at teir brúka síni evni, bæði vit og hjarta.

Jákup og Tannhvíta
Søgan um Jákup og ærina Tannhvítu (Skarði, Símun av 2001: 24-30), sum hann hevur fingið í tanngávu, hevur lættan dám. Tað at tann átta ára gamli Jákup eigur ærina og seinni lambið undan henni, gevur honum nógvan stuttleika og gleði men eisini sorg, tá ið Tannhvíta dettur oman og doyr; haraftrat gevur tað honum nógv at hugsa um og ábyrgd. Hann má læra at ansa eftir lambinum, sum ger skálkabrøgd, bæði tanlar løk, sum liggja á bliki, stoytir mjólk hjá stóra bónda og ræðir dunnurnar hjá lítla bónda. – Foreldrini eru ikki ill við hann um hetta, sum hann hálvavegna hevði væntað, men biðja hann leggja sær eina við at ansa betur eftir lambinum.

Páll og Ólavur
Søgan “Páll og Ólavur” (Skqrði, Símun av 2001: 38-42) um tveir vinmenn og systkinabørn, sum ganga á tíggjunda ári og fara til útróðrar tveireinir, er skemtingarsom og eitt sindur spennandi. Dreingirnir eru ikki so óskikkiligir, fara bara eitt sindur longri frá landi, enn teir hava fingið loyvi til. So bróta teir eina tráðu. Men teir koma aftur at landi við einum stórum kalva, sum teir rógva aftan í. Teir ansa væl eftir at vísa pápunum kalvan fyrst, áðrenn teir vísa teimum ta brotnu tráðuna. So spennandi og stuttligur hevði hesin dagurin á útróðri verið, at um náttina rópar annar av dreingjunum í svøvni um kalvan.

Ein søga um tveir dreingir
“Ein søga um tveir dreingir” (Skarði, Símun av 2001: 31-37) stóð í fyrsta nummari av Ungu Føroyum. Hon lýsir væl námsfrøðina hjá Símuni. Vit eru stødd í roykstovuni eitt vetrarkvøld eins og í yrkingini “Nú liggur ein kavafonn,” og gamli Jógvan situr og sigur abbasoninum lítla Jógvani eina søgu. Hetta er ein rammusøga, og ramman er øðrumegin forsøgan um tað lívslanga vinalagið millum gamla Jógvan og Torvald, ið er farin til gravar henda saman dagin; hin parturin av rammuni er tað orðaskiftið, sum fer fram millum gamla og lítla Jógvan eftir, at søgan er søgd, tá ið lítli Jógvan fær at vita, at dreingirnir í søguni eru abbi hansara og gamli Torvaldur. Sjálv søgan er um tveir smádreingir, sum spæla í kavanum ein vetrardag í bestu semju, til tann størri av teimum í øði men av óvart ger tað, at hin fær stóran skaða í høvdið og fer grátandi heim. Hin, sum atvoldin var, angrar beinanvegin og fer heim í svárum ótta. Tað vísir seg, at drongurin, sum fekk skaða, ikki forklagar vinmannin men sigur seg hava verið fyri einum óhappi. Men hin drongurin sigur sjálvur frá, at tað var hann, sum gjørdi skaðan, og fer sjálvur óbiðin til vinmannin at biðja um fyrigeving. Men júst hvussu taðfór fram, fáa vit ikki at vita; tað er bara millum dreingirnar. Men tað verður sagt, at eftir hetta vóru teir betri vinir enn nakrantíð og at samanhaldið vardi alt lívið. Søgan leggur eisini dent á, hvussu foreldrini hjá dreinginum, ið var atvold til skaðan, reagera; tey lurta eftir honum, ákæra hann ikki, men vísa honum kærleika; tað er frá sær sjálvum, at hann fær ábreiðslur; hann hevur samvitsku, sum sigur honum, hvat er tað rætta, og sum fær hann á beint, tá ið hann hevur gjørt skeivt. Hetta er tískil ein drongur, sum hevur fingið eina góða uppaling, og eina uppaling, sum hevur eydnast, og sum nú er sín egni uppalari. Hann hevur við Freuds orðum fingið eitt væl ment yvir-eg, sum tekur í teymarnar. Men tað er als ikki lætt. Drongurin upplivir stríð, angist og sjálvsvanvirðing, og hesar kenslur verða neyvt lýstar og somuleiðis tann tungi og harði gráturin, sum kemur á hann í sálarstríðnum, meðan hann vinnur á sær sjálvum, viðgongur og biður um fyrigeving. Tann góðskufulli atburðurin hjá teimum vaksnu er skilliga partur av tí, sum myndar dreingin.
Lítli Jógvan, sum lurtar eftir søguni, uppdagar sjálvur, at søgan er sonn, og at abbi hansara var tann, ið sló vinmann sín til skaða. At abbin er so opin mótvegis abbasoninum, sum elskar og virðir hann høgt, at hann sigur honum frá hesari hendingini, har hann var tann seki, og hvussu iðran og fyrigeving høvdu fingið hann aftur á beint, tað hevur størri uppalandi virði, enn um hann hevði sagt við hann “tú mást ikki sláa” ella enntá kanska sjálvur hevði brúkt likamliga revsing í uppalingini. Fyrimyndin hevur meira at siga enn ber orð. Í rammuni frammanundan er sagt, at gamli Jógvan græt sum eitt barn, tá ið gamli Torvaldur fór til gravar; tann mátin hann kom burtur úr tí minniligu hendingini í barnaárunum, hevur givið honum eitt sterkt kenslulív. Søgupallurin er roykstovan, men evnisviðgerðin er modernað sálarfrøði og námsfrøði.

Børn í sálarligari kreppu
“Ein søga um tveir dreingir” lýsir sálarligu støðuna og kenslurnar hjá einum barni, sum er í kreppu, og hvussu kreppan verður handfarin og loyst. Sagt verður frá í afturlítandi sjón: abbin gamli Jógvan sigur abbasoninum lítla Jógvani frá, og tað kemur upp, at søgan var um abban sjálvan og gamla Torvald, sum var farin til gravar sama dag. Hesin frásøguhátturin gevur søguni ógvuliga sterkan veruleikadám.
Ein søga hjá Símuni av Skarði um eitt barn í uppaftur nógv størri sálarkreppu enn tí umrøddu, er “Sálarsótt” (Skarði, Símun av 2001: 50-54) frá 1918, sum ikki er barnasøga. Hon er eisini søgd í afturlítandi sjón soleiðis, at tann vaksni maðurin sigur í fyrsta persóni frá tí sálarneyðini, hann upplivdi sum barn. Sostatt er eisini her ein frásøguramma, sum skapar veruleikadám.
Frásøgumaðurin sigur frá, at hann misti tíðliga móður sína, men átti góðan pápa og átti góðan barndóm, til pápin fór at drekka . Seinni gjørdist pápin ørur av einum snuddi, hann hevði fingið í høvdi í fyllskapi, og tá versnar støðan hjá dreinginum enn meira. Tá ið drongurin var tólv ár, doyði pápi hansara. Kortini var tað ikki øll henda óeydnan, sum nívdi dreingin mest. Tað var, at tey vaksnu tosaðu illa um pápan, meðan hann hoyrdi, og søgdu, at hann var betur fyri, nú pápin var deyður og at pápin hevði ikki verið góður við hann. Men har er kortini ein kona, sum finst at teimum, ið siga hetta, og heldur fyri at víst hevði pápin elskað hann og lært hann nógv gott, og at tað visti drongurin best sjálvur. Og søgan endar:
“Orð Onnu vóru smyrsl fyri mítt særda hjarta. Eg, sum ikki hevði felt tár í trý ár, í alla ta tíð, síðan vanlukkan hendi, at pápi mín fekk skaða, - eg fór at gráta. Tann gráturin var sum vártoybil, tá ið vatnið fossar úr fjøllum í dalar og tekur við sær alt leyst, sum tað finnur á sínum vegi, so at tað er nærum at gera størri skaða enn vetrarkuldin. Men gráturin linaði umsíðir, og sælur friður og leingi saknað gleði vitjaðu hjarta mítt aftur. Ísurin í barmi mínum tiðnaði, og angistin og sálarsóttin hvurvu.
Gud viti, hvussu við mær hevði verið vorðið, um ikki kærleiki Onnu í evstu stund hevði bjargað sál míni úr vanda....”

Søgan “Sálarsótt” er við sínum neyvu lýsingum av sálarkvøl ein dømisøga um sálarkreppu, ein sálarfrøðilig lýsing av einum særdum barni, og minni ein bókmentalig stuttsøga. Lýsingin og greiningin av tí viðbreknu barnasálini, vandum, ið hótta hana og hvat henni er fyri bestum er tað sum umræður her – meira enn tað at siga eina søgu.

Grátur
Tað eyðkennir tað Símun av Skarði skrivaði, at har er virðing fyri kenslunum hjá børnum og ungdómi. Viðferðin í barndóminum er avgerandi, “The Child is father of the Man,” segði William Wordsworth (1802), og Símun bendir í sjónleikinum Vár á ræðuleikar úr barndóminum, sum vóru viðføri hjá Sigmundi Brestissyni.
Sigmundur segði “Grátum ikki, frændi;” hjá Símuni er grátur lýstur sum ein neyðug útrás hjá kenslunum og ein sterk megi, ið kann grøða. Í romantiskum skaldskapi verður døgg ofta lýst sum tár hjá teirri livandi sálarkveiktu náttúruni. Tann romantiski Rasmus Effersøe ber tárini saman við styrkjandi náttardøgg. Men hjá Símuni er talan er veruligan grát, har likamið gevur tí útrás, form og innihald, sum býr í sálini. Ja, gráturin sum slíkur vísir tað lívrunna sambandið millum sál og likam.
Grátur er í skaldskapi ofta lýstur sum toybil, sum øvutur við tað ið er kalt og hart. H.C. Andersen ger hetta í Snjódrotningini. Tað stokkuta í øllum góðum er eitt ævigt skaldsligt evni, og Janus Djurhuus sigur harmur (1902) “hví má blóman ov skjótt følna,/ hví má mansins hjarta kólna,” og meinar við ta støðuna, at hjartað kólnar, áðrenn lívið slóknar. Vísusangarinnan Trille ræðist tað sama, tá hon syngur: “Nogen gange/ bli’r jeg bange/ for at blive til en sten.”
Við Símuni kom dreingja- og vaksnamannagrátur inn í føroyskar bókmentir. Tað sóu vit “Eini søgu um tveir dreingir” og “Sálarsótt.” Gráturin kann vera harður og pínufullur, men hann kann eisini grøða og mótvirka, at hjartað kólnar til stein og frystir til gler.
Í yrkingaklingruni hjá Símuni “Móðir mín” (Skarði, Símun av 1998: 113-115) frá 1913 er ein av teimum trimum yrkingunum um, at tann talandi hevur strevast leingi og víða um heimin eftir at finna tey alrastørstu virðini í lívinum, og hann hevur funnið mong vøkur listaverk, tónleik og skaldskap og hevur kent ómetaliga gleði um alt hetta. Men tá ið hann skilti avmarkingarnar í hesari dýrd, mentan og list, og at hon ikki er varandi men í tíðarinnar valdi, var hann vónsvikin:

Ja tá græt eg so sáran,
og sál mín sjúk av harmi
og móð av síni leitan
var eym í mínum barmi.

Tað sum hjálpir honum, og sum stendur omanfyri alt annað, er kærleikin , sum hann fekk í barndóminum og sum er varandi og fullkomin, tí hann er av himmalskum uppruna. Og tí endaði søgan “Sálarsótt” ikki við orðunum um, at kærleiki Onnu bjargaði sál hansara í evstu stund”, men við hesum orðum, ið koma aftaná: “Eg verði aldri mentur at løna henni tað aftur; tað kann eingin uttan hin eini.”
Í tí nevndu yrkingini, “Móðir mín,” sum byrjar:

Eg leitaði um heimin
á mongum strevnum døgum
alt eftir dýrum gripum
og á so mongum støðum.


tykir mær Símun av Skarði hava fingið íblástur í tí miklu yrkingini hjá Grundtvig um landið hjá teimum livandi frá 1824. Har ákallar Grundtvig fyrst tann tølandi dreymin um ævinleikan, sum menniskju leita eftir í listini. Men síðan ákallar hann kærleikan sum er tann æviga lívskeldan og er tað sama sum Gud.

Samanumtøka

Hin guddómliga talan
Menniskjað, skapt í Guds mynd, hevur einsamalt av skapanarverkinum fingið taluna í gávu. Øll menniskju hava fingið hesa gávu, hvør á sínum stað og við sínum móðurmáli. Áherðsluna á taluna á móðurmálinum sum avgerandi í samskiftinum manna millum og millum menniskju og Gud og í andligu og handligu menningini hjá bæði tí einstaka og tjóðini – hesar áherðsluna hevði Símun ognað sær gjøgnum tann danska háskúlan.
Tjóðskaparhugtakið eins og vit finna tað hjá Grundtvig er hjá Símuni tætt samantvinnað við kristnihugsan hansara. Grundtvig legði dent á tann ítøkiliga einstaklingin og tjóðina sum Guds skapanarverk, og harvið fylgir tann týdningur hann legði í tjóðarsøguna og málið. Menniskja fyrst og kristin so, segði Grundtvig, sum yrkti ein av kendastu sálmum sínum, tann áður nevnda “De levendes land,” um lívið hjá tí gudsskapta menniskjanum her á jørð.
Henda fatanin sæt t.d. í sálmum og lestrum hjá Símuni, sum taka fosturlandið og móðurmálið upp í tað, ið verður borið fram fyri Gud í bøn. Í nýggjárslestri 1903 verður biðið um, at móðurmálið verður at hoyra á himni og at tann einglasongur, “ið vit fáa at hoyra, tá ið vit koma í tínar bjørtu hallir” (Skarði, Símun av 2000: 211) verður á móðurmálinum. Hetta er støðið undir starvinum hjá Símuni fyri føroyskum máli, í barna- og unglingablaðnum Ungu Føroyum sum aðrastaðni.

Skúla- og uppalingarhugsanirnar hjá Símuni byggja á upplýsing; men hon kemur bara til gagns um ein einstaki ognar sær hana bæði við kenslum og viti og vilja. Upplýsingin er neyðug til at vera før fyri at taka støðu og velja í lívinum. Ein óupplýstur og ótilvitaður vilji hevur ikki nógv frælsi. Endamálið er at gerast tilbúgvin sum einstaklingur og sum partur av felagsskapinum og ikki – sum hin seinasti dalbúgvin – verða tikin útav, men bæði klára at taka ímóti og standa ímóti - við fótafesti í síni tíð.

Bókmentir:
Dagný Kristjánsdóttir. 2006. “Hið særða barn,” Íslensk bókmenntasaga IV:574-578. Mál og Menning. Reykjavík.
Joensen, Julianna. 1992. Sjónleikur á Sandi. Ritgerðarkapping Fróðskaparsetursins. Ópr.
Rasmussen, Petur Martin. 1983. Nicolaj Frederik Severin Grundtvig: ein kvøða 200 ára dag hansara. Føroya Fólkaháskúli.
Sigurðardóttir, Turið. 2003. “Vár – ein leikur um andliga og handliga váring,” Símun av Skarði: Streinigir, ið tóna VI: 9-14.
Skarði, Símun av 1998-2004. Streingir, ið tóna I-VII. Fannir. Tórshavn.
 

img
  • Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
  • Dagfesting | 31.07.2010
  • Bólkur | Tíðindi