Hjørdis Djurhuus

Fyrsta føroyska gentan, sum leyk studentsprógv í Danmark, var Fanny Elisa Dahl úr Vági; hon varð studentur í Høng 1922. Hon tók seinni keypmansskúlaprógv í týskum og enskum og handilsháskúlaprógv í enskum. Árið eftir, 1923, tók Hjørdis Djurhuus, dóttir Annu og Janusar Djurhuus, studentsprógv í N. Zahles skúla í Keypmannahavn. Hon tók læknaprógv í 1932. Hjørdis var eisini yrkjari, yrkti politiskar tættir, sum hon sjálv sang á teimum fyrstu studentakabarettunum í Havn, og yrkti smáyrkingar, dism, íKvinnutíðindi 1952-56, t.d. hesi:

O armu profetar
- foretnu asketar –
sum stýrdu tað føðiland
í kavandi íðu –
og hví eg spýði,
ja, tað gongur yvir forstand.

*

Eg minnist teg enn –
tað ljóðar merkiligt
men tú vart sum áarfossur,
so vátur var tín kossur.

Í Føroyum var studentaskeið stovnað í 1937, fyrsti flokkurin var útskrivaður í 1939, seks í tali og teirramillum tvær gentur: Juliana Hammer og Lena Nikolajsen.

Heimildir:
Hitt føroyska studentafelagið í Keypmannahavn. 25 ára minnisrit. 1935. Keypmannahavn.
Joensen, Sigrið av Skarði. 1960. “Hjørdis Djurhuus Nielsen.” 14. September01.06.1960, s. 2.
Kvinnutíðindi nr. 1-5. 1952-1959. Blaðstjóri: Sigrið av Skarði Joensen. Tórshavn.  

img
  • Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
  • Dagfesting | 19.09.2010
  • Bólkur | Tíðindi