Tóroddur heiðraður

/.../

sangir
brotna um tvøran
og endurnýggjast

antennan
darrar
í vindinum      

Avbyrgingar 2012, s. 7  

  

Tá ið nýggj verk hjá heimsins viðgitnu filmsleikstjórum verða frumsýnd, fara fólk um alla verðina í biograf í senn.

Tá ið ein nýggj bók eftir Tórodd Poulsen kemur út, hava tey, sum duga at lesa føroyskt, eina-atgongd. Fyri øll onnur er tað galdandi, at um tey eru heppin, kunnu tey kanska seinni lesa týðingar av yrkingunum. Bara vit føroyingar og onnur, sum hava lært seg at lesa føroyskt, sleppa framat, og kunnu beinanvegin við egnum eygum seta okkum inn í, hvat hesin virtuosurin nú hevur gandað fram úr sínum livandi tilfeingi, nevniliga úr teimum umleið 65.000 føroysku orðunum. Hvussu nógv nýggj orð, orðasamansetingar og nýggj merkingarbrigdi  hevur hann hesa ferð lagt aftrat teimum verandi? Hvussu hevur hann nú broytt møguleikar okkara fyri at uppfata veruleikan? Tí eitt og hvørt nýtt listaverk broytir tað, sum var til frammanundan og skapar eina nýggja fatanarrammu og høpi.

Yrkjari og undanyrkjari

Nógv vatn hevur runnið í ánni, síðan Tóroddur fyri einum mansaldri síðani legði frá landi í 1984 við ovurstuttum rámandi tekstum sum t.d.

Neistar
Sløkk ljósið, góða,
tendra meg 

-hetta var seks ár eftir at viðareiðisskaldið seint í sínum yrkjaralívi gav út savn av ovurstuttum yrkingum, eins og t.d. teimum kendu

Fallin
og stongin lá eftir

        *

Einfeldin í orðum
bíðar eftir okkum
ið yrkja 

Finna vit hana?

         *

Ung eygu og minnið
vóru útgerð yrkjarans.

Tóroddur og aðrir samtíðaryrkjarar hava í Christani Matras havt eina fyrimynd  at læra av og eina avbjóðing at menna seg ímóti. 

Yrkingar um nú’ið

Tey nevndu orðini um, at eyguni og minnið vóru yrkjaraútgerðin, hóska eisini til Tórodd sum listamann. Men ikki sum nostalgisk og idýllisk dyrkan av barndómsminnum. Tóroddur er ikki  fortíðarvendur. Hann er harafturímóti ógvuliga nógv til staðar í nútíðini. Tá ið tað kemur til tað, sum rørist í samtíðini, er hann sum ein ovurkløkkur seismografur, ið piprast við minsta kosmiska sveiggj; ella sum eitt stórt sansaapparat, sum følir alt.

Og júst hetta minna nøkur av bókaheitum hansara á: Húðsemi, eitt heiti sum sipar til okkara størsta sansaorgan; Sjónin er í brennidepli í heitum sum Eygu á bliki, Eygnamørk, Eygnaholur, Útsýni; í onkrum heitum verður hoyrnin drigin fram, eins og Vatnið ljóðar sum um onkur hevur drukkið av tí og Hvat hevði Munch verið uttan Dupultkvartettina í Eberezer. Aftur onnur heiti sipa til lívsneyðug likamsgøgn eins og Blóðroyndir og Útvølir. 

Nú er hittinorðið fyri langari tíð síðani vorðið til sansaliga og fjøltýdda orðalist við ríkum tulkingarmøguleikum, skyggjandi ljósi og djúpum skuggum.

Yrkingar við kroppi

At vera til staðar í verðini, lívinum, nú’inum merkir eisini at vera ein einstaklingur við kroppi og sansum. Tann etikkur, sum liggur í skaldaverkinum hjá Tóroddi er m.a. at tað kropsliga er sterkt til staðar sum staðið, evnið, og myndamálið og boðskapurin í yrkingunum. Oftani í kritiskum groteskum, sum hvassliga bjóða tí ráðandi borgaraligu mentanini og smakkinum av. Okkara borgaraligu mentan, sum skilur tey ymisku økini  í lívinum og samfelagnum vandaliga sundur í alment og privat, í politiskt øki, samfelagsligt øki, listaøki, vísindaøki o.s.fr.; øki sum eru og eiga at vera avbyrgd sínámillum sambært hesari mentanarfatan.   

At viðurkenna alt menniskjað er eisini at viðurkenna menniskjað sum kropp.
At vera til staðar í tí í altíð flýggjandi nú’inum, á veg til tað komandi nú’i, knossandi við minnunum í viðføri; hesa stremban eftir at vera tilvitað til staðar í nú’inum og harvið í lívinum setur Tóroddur aftur og aftur fram í broysknum og óslitnum orðum. Til dømis í trimum ørindum (Rot 2007:19), har tann ítøkiligi asfalteraði vegurin í barndóminum er staðið, sum minnini eru knýtt at. Men hetta er eisini vegur gjøgnum lívið til deyðan. Tey trý ørindini byrja øll við kærleiksákallanini “góði vegur”:

góði vegur
í dreingjaárunum
var asfaltið ein góður og tryggur luktur
eisini um tað varð lagt í hyljarnar í tær
ið vóru spennandi smá høv at vassa í
og hospitalsvegurin
var longu tá
inni í mínum sinni
leiðin út í deyðsríkið
spakuliga
gingu vit aftaná gamla líkvogninum
við sínum stóru rútum
og óhugnaliga krossi á tekjuni
og sum við snigilsferð ók eftir tí holuta asfaltinum
sum í øllum førum einglarnir ikki høvdu slitið

góði vegur
bremsulongdirnar
boða sjáldan frá góðum
men bremsurnar hava longt mangt eitt lív
meðan ólukkurnar hava yvirhálað hvørja aðra

Í seinasta ørindi er vegurin við ristum og leiðingum undir asfaltinum myndburður fyri hugan: 

góði vegur
rundkoyringin
gevur okkum enn ein møguleika
at venda við aftur
inn í tað asfalteraða minnið
sum tað so ofta hevur verið grópað í
tá hol er komið í vanleiðingina
ella telefonkaðalin er slitnaður
og í dag skulu nýggjar vegristir stoypast
tí ein brekka av gloymsku
fær alt at renna niðaneftir

Í tí kropsliga fótafestinum og groteskuni eru Tóroddur og Chr. Matras mótsetningar. Men í málsligum víðlendi og skapanarmegi  líkjast teir.   

Yrking sum lívstilgongd

Skaldverkið hjá Tóroddi hongur saman sum ein prosess við tað, at skaldið ger viðmerkingar til tað hann yrkir samstundis, sum hann yrkir, so lesarin kann fylgja yrkingartilgongdini, sum er lívsformur skaldsins, eitt nú tá ið hann (Rot s. 10) fyrireikar komandi bøkur ella umrøður gamlar yrkingar hjá sær (s. 79). Í teimum seinnu søvnunum eru ofta ongar yvirskriftir yvir yrkingunum og eingir stórir stavir, og hetta skapar eisini í tí ytra samband millum tekstirnar. Tann opna, leitandi og hugleiðandi støðan til lívið og listina er ráðandi, men verður innímillum til beinleiðis kritiskar og satiriskar tekstir, sum tó kunnu vera alment orðaðir og bjóða lesaranum til samrøðu um eitt ávíst evni, t.d. sum hesi orðini: 

“Húðin á tí seinastu listini liggur í smeltinum á grammleikans pannu” (Rot, s. 72). 

Men tað hendir seg eisini, at satiruni vantar perspektiv og listarligt víðskygni, hon er fastlæst eins og tann mentan Tóroddur ofta finst at. Vit sálda hetta frá og gera eins og Pól F segði, at mann átti at gera, nevniliga meta mannin eftir brøgdum og ikki eftir brekum.

Og brøgdini - tey daga himmalhøgt móti sjónarringinum. Umleið 30 bøkur eru útkomnar, síðan Tóroddu fyri umleið 30 árum síðan gav fyrstu bókin út. Meira enn 20 yrkingasøvn, einar 3 prosabøkur og haraftrat fleiri fløgur har hann lesur sínar yrkingar upp, eisini við egnum tónleiki. Síðan 2002 hevur Tóroddur  sniðgivið bókarkápur og fløguhúsar sínar, og í summum av bókunum eru eisini myndir eftir hann. Hann hevur havt fleiri listaframsýningar í Føroyum og Danmark. Tóroddur er týddur til svenskt, danskt, enskt og týskt. 

Heilt síðan hann gav út fyrstu yrkingarnar hevur Tóroddur verið serstakliga kløkkur mótvegis teimum sansaligu eginleikunum hjá málinum: Ljóðinum, dáminum; meira of meira hevur hann eisini arbeitt við tí sjónligu síðuni av orðunum: teirra ítøkiligu veran á pappírinum sum prentaðir ella skrivaðir stavir.

Tóroddur hevur eitt ovurhugað samband við føroyskt mál. Tað er bæði amboðið og endamálið. Í hansara handfaring verður tað fremmant og intimt um somu tíð. Hann brúkar ongantíð klisje’ir uttan fyri at avdúka tær. Hann brúkar tann íbúgvandi egnleikan hjá málinum at skapa orð við analogi, men á óvæntaðan T. d. Orðið Útvølir, eitt nýggjyrðið, sum postmoderniskt sipar yvirflatuna á kroppum, mótsett tí gamla orðinum tað er gjørt eftir..

“Tá ið málingarpensilin um síðir leggur meg frá sær”, sigur Tóroddur i einari eyðkendari reglu, sum vendir tí gamalkenda við og kemur á óvart og vekur mótstøðu í lesaranum; tann  gerandi verður tann tolandi og tann tolandi verður tann gerandi. Ein pensil er knýttur at litum, myndaskapan og kann eisini nýtast at skriva við.  – Hjá Tóroddi er myndlistin til staðar í skaldskapinum, og skaldskapurin og orðini til staðar í myndlistini.  

“Guds laggardropa” skrivar Tóroddur um í einari langari yrking um veðrið, sum eisini er ein umhvørvisyrking. Útvølir. Ein brekka av gloymsku. - Tóroddur! Legg ikki pensilin, legg ikki knappaborðið frá tær! Hjartaliga til lukku!

img
  • Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
  • Dagfesting | 16.01.2013
  • Bólkur | Tíðindi