Hví er Marta, Marta tikin av skránni 27.januar?
Takk fyri ummælið Eilen, Sámal og Uni. Bókin Marta, Marta, um Ísrael og tað sum er hent og hendir har, er framvegis aktuell. Ísraelska vinkona mín, sum søgupersónurin Lee er grundaður á, skrivaði til mín í gjár. Hon hevur gjørt sær stóran ómak at lesa bókina við google translate og mínari hjálp. Meðan hon hevur lisið, hevur hon flent at sær sjálvari, hevur verið rørd av ymiskum hendingum og heldur hetta vera eina tankavekjandi bók, sum bjóðar inn til eitt neyðugt kjak, um hvat Ísrael er fyri eitt land og hvat hersetingin hevur gjørt við palestinska fólkið. Í bókini sigur Lee at ákærurnar um fólkamorð ikki fara at halda, men í gjár skrivaði vinkona mín, at nú var tað greitt, sjálvt fyri henni, at hetta er tað, sum er farið fram.
Í farnu viku fekk eg at vita, at bókin av onkrari orsøk er tikin av skránni á degnum fyri Holocaust og onnur fólkadráp, sum verður hildin 27. januar 2025. Eitt tiltak fyri allar framhaldsdeildir í fólkaskúlanum umframt miðnámsskúlanæmingar kring landið á hvørjum ári. Útgevarin hjá mær og eg harmast og bíða framvegis eftir einum greiðum svari uppá, hví so er. Ísraelska vinkona mín undraðist eisini. “Hetta burdi verið ein ideél bók at tosa um á einum tílíkum tiltaki, tú hugleiðir um holocaust, umframt tað sum hendir nú á døgum í Palestina.”
Bókin handlar eisini um nógv ymiskt annað, um ungdómskærleika, um at vera eitt viðbrekið ungt menniskja í einum stórum umbroytiligum heimi, umframt eitt sindur um okkara kristna siðaarv og hvørja ávirkan hann hevur á gerandisdagin.
“Alt tað, sum tit gera móti einum av mínum minstu, tað gera tit móti mær,” hesi orðini hjá Jesusi hugsaði eg um í morgun, og sá fyri mær, at hann gekk har í húsaleivdunum í Gasa. Tí tað er har, hann hevði verið, tann Jesus sum eg lærdi um, tá ið eg var lítil smágenta. Tann Jesus var miskunn og kærleiki. Og so stóð tað onkurvegna greitt fyri mær, at tað er tað, sum vit menniskju gera, tá ið vit aftur og aftur særa og drepa hvønnannan, tá ið vit sora og oyðileggja heimin. Vit gera okkum inn á tað góða í okkum sjálvum, vit karva burtur miskunsemið og eitra tokkan til lívið.

- Skrivað hevur | Marjun S. Kjelnæs
- Dagfesting | 23.01.2025
- Bólkur | Tíðindi