Elinborg Jacobsen

Elinborg Jacobsen var fyrsta føroyska kvinna, sum tók studentsprógv. Hon var eisini fyrsta genta, ið leyk prógv úr Lærda skúlanum í Reykjavík. Tað var í 1897.
Elinborg var dóttir Annu og Jógvan Jacobsen, skósmið, úr Havn. Jógvan var beiggi Jákup bøkjara á Húsum í Havn, faðir Sonnu av Skarði. Tey fluttu til Íslands og búðu í Reykjavík. Børn teirra vóru Ásgeir og tær báðar Elinborg og Turið, sum báðar strevaðu seg til góða útbúgving. Hin seinna var útbúgvin ljósmyndari og hevði ljósmyndastovu í Havn, á horninum millum Tinghúsvegin og Sverrisgøtu - Thurid Jacobsens Athelier, hetta navnið sæst á gomlum myndum í nógvum húsum runt landið.
Sum sagt var Elinborg fyrsta føroyska kvinnan, sum tók studentsprógv og harumframt fyrsta kvinnan, ið leyk studentsprógv í Íslandi. Men Elinborg gekk ikki í Lærda Skúlan, hon hevði ikki loyvi til at vera innskrivað sum næmingur, tí skúlin var bara fyri dreingir. Hon kundi sum genta lesa uttanskúla og skriva seg inn til próvs. Hesin møguleikin varð løggildur árið 1886. Undan Elinborg høvdu tvær íslendskar gentur roynt at lesa uttanskúla og fara til próvs, men tað miseydnaðist hjá teimum. Í árbókum Lærda Skúlans stendur um Elinborg: 

Tey tíðindi tóktust forvitnislig, at hetta várið [1894] tók eitt konufólk fjórðaársprógv, frøkun Elinborg Jacobsen /../ Elinborg ætlar at halda fram og taka studentsprógv. Tá verður hon fyrsta kvinna, sum tekur tað prógvið her við skúlan. Hon stóð seg heldur illa við próvtøkuna, men fekk tó III. próvt., 53 stig. Í roynd og veru ber als ikki til at vænta eins nógv av teimum, sum ongantíð hava gingið til tímar og tí eru fullkomiliga ókunnug við undirvísingarhátt og spurningarnar frá lærarunum.

Árbækur hins lærða skóla Íslands VI, 89. bls.

Tá ið hon kom hægri upp, var tað als ikki lætt at lesa sjálvsnám í øllum lærugreinunum:

Frøkun Elinborg Jacobsen tók endaligt prógv [1896], men fekk 3 í søgu og 2 2/3 í grikskum og gavst so, tí tað var eyðsæð, at hon fór antin at falla ella fáa “non” og hon vildi hvørki av teimum.

Árbækur hins lærða skóla Íslands VII, 55. bls.

Elinborg gavst tó ikki, tvørturímóti. Hon royndi viljasterk at vinna á trupulleikunum og søkti um at sleppa at ganga til tímar:

Elinborg Jacobsen søkti í heyst [1896] um at sleppa at ganga til tímar í 6. flokki í vetur. Rektarin vildi loyva henni tað, men stiftsyvirvaldið ikki. Tá varð málið skotið inn til ráðgevingar [til íslandsráðharra í Keypmannahavn]. Tað tilmælið kom við novemberskipinum og var soljóðandi, at Elinborg skuldi sleppa at ganga til timar og njóta somu rættindi sum aðrir næmingar og hava somu skyldur. Hon tók fegin móti tilboðnum og fór at ganga til tímar fyrst í desember. Síðani er einki at frætta um hana, uttan at hon trívst væl millum skúladreingirnar og at hon hevur fingið Ástvald Gíslason at lesa við sær í vetur.

Árbækur hin lærða skóla Íslands VII, 79.-80. bls.

Í Danmark høvdu kvinnur fingið atgongd til hægri útbúgving í 1875, og tað hevur ivaleyst gjørt avgerðina hjá íslandsráðharranum í Keypmannahavn hampiliga lætta.
Á studentamyndini situr Elinborg mitt ímillum 19 dreingir, hon er hálvt høvdið lægri enn teir, hon situr ímillum. Teir eru allir í studentahúgvu. Elinborg hevur ta lítlu myrku húgvuna sum hoyrir til íslendska búnan, og hon hevur blomstur á bringuni, sum líkjast trílittum blákollum.
Ein orsøk til at Elinborg so hugdjørv breyt seg fram til studentsprógv man hava verið, at mamma hennara Anna var vitug og ógvuliga vakin andliga. Hetta kemur væl fram í brøvum, sum Fríðrik próstur skrivaði til hennara í brævaskifti teirramillum. Anna og Fríðrik vóru vinfólk frá tíðini, tá ið Fríðrik gekk í Lærda Skúlan í Reykjavík 1869-75. Tíðin var hendingarík, og Fríðriki var lagað at bera fram heilsan til Íslands á Tingvøllum í 1874 á túsundárahátíðini. Reykjavíkarárini var hann nógv heima hjá Annu og Jógvani. Hann fekk sera gott prógv úr Lærda Skúlanum, og vinskapurin millum hann og húskið man hava stuðlað upp undir áræðið hjá Elinborg. Á brøvum frá Fríðriki til Annu sæst, at tey hava skift orð um mentanarlig evnir, t.d. skrivar hann 5. mai 1878, á Garði í Keypmananhavn, til hennara:”...Eg eri sjálvandi samdur við tygum um, at tað er spell, at Hammershaimb hevur hildið seg muga fara úr embætinum í føðioyggjum sínum; tað man vera fyri konu sína, at hann ger tað. /.../ Hóast Hammershaimb ... hevur búsett seg her í Danmark, so vóni eg tó, at hann framvegis fer at starvast fyri okkara kæra føroyska máli; og har er sanniliga nógv at gera; tygum nevna eina stavingarbók, ja hon er púra neyðug, um ein vil hava ávirkan á tey ungu, og tey gomlu høvdu eisini havt gott av at lært seg at lisið føroyskt eftir einari sovorðnari bók, tí tað ber ikki til at krevja, at nakar skal duga at lesa eitt mál, fyrr enn hann hevur lært at lesa tað, sjálvt um tað er móðurmálið. Tá ið eg fari til Lyderslev, fari eg at tosa við Hammershaimb um, at ein sovorðin stavingarbók er neyðug.” Tað kemur fleiristaðni fram í svarbrøvum Fríðriks, at Anna hevur tikið evnir sum móðurmál og fosturlandsalsk upp í brøvum sínum til hansara.
Tá ið Elinborg hevði tikið studentsprógv, ætlaði hon sær at lesa til lækna. Men tá doyði pápi hennara og umstøðurnar versnaðu hjá henni. Hon fekk sær útbúgving sum massøsa.
Í 1904 hendi tann broyting, at gentur fingu loyvi at ganga í Lærda Skúlan í Reykjavík, og fyrsta kvinnan sum tók studentsprógv har eftir at hava verið næmingur í skúlanum, var Laufey Valdimarsdóttir; tað var í 1910. Hon verður nevnd í íslendskum søgubókum sum tann fyrsta íslendska kvinnan, ið tók studentsprógv, og Elinborg verður nevnd sum fyrsta kvinnan ið tók studentsprógv í Íslandi.

Heimild: Heimir Þorleifsson. 1975-84. Saga Reykjavíkurskóla. I-IV. Bókaútgáfa menningarsjóðs. Reykjavík.

img
  • Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
  • Dagfesting | 19.09.2010
  • Bólkur | Tíðindi