Nøtrisøga og vísindaskaldsøga

Út er komin klassiska nøtrisøgan Dr. Jekyll og Mr. Hyde (1884) eftir R. L. Stevenson (1850-1894) í týðingini hjá Jóhannesi av Skarði (1911- 1999). Týðingin, sum nú er komin út í bók, stóð í Glugganum 1955-1956.

Í Dr. Jekyll og Mr. Hyde vísir Stevenson á tað tvílyndið, sum eitt og hvørt menniskja veit um í sær sjálvum, og ávarar um, at tað illa sigrar, um syndin fær fótafesti. Bent hevur verið á, at Dr. Jekyll er ikki persónsgerð av tí góða, men ein hampamaður, sum eins og øll menniskju rúmar bæði góðum og illum, og sum ærukærur roynir at varðveita umdømi sítt millum manna við at krógva síni minni siðiligu eyðkenni. Harafturímóti er Mr. Hyde óndskapur burturav, sloppin leysur gjøgnum tær hálvgum eydnaðu, hálvgum miseydnaðu vísindaligu royndirnar hjá Dr. Jekyll.

Dr. Jekyll og Mr. Hyde er ein vísindaskaldsøga, eitt tekstslag, ið gongur aftur til Frankenstein (1816) eftir Mary Shelley. Í Dr. Jekyll og Mr. Hyde kallar vísindamaðurin Jekyll ein fremmandan menniskjalíkan skapning fram úr sær sjálvum við at drekka eina serliga blanding. Hann er komin til, at mannalikamið, sum tykist fast, er einki uttan geislingar og glógvan frá ávísum sterkum máttum í sálini, og tað hevur eydnast honum at blanda ein løg, sum megnar at flyta megina frá hesum máttum til aðrar síður í sálarlívinum. Ætlan hansara er at skilja teir óndu máttirnar frá teimum góðu, so at menniskjuni, sum í størstan mun eru góð, skulu fáa frið fyri freistingum og ófriði frá óndum máttum í sær sjálvum, so tey kunnu virka fyri tí góða. Tað ónda kann so vera fyri seg og har tíggja sær eftir vild. Tað gongst ikki, sum Dr. Jekyll vónar, men hann er sannførdur um, at hóast hann bara hevur kallað eina aðra veru fram úr sínum sálarlívi, so fara vísindini í framtíðini at koma fram til, at hvørt menniskja er eitt heilt samfelag.

Bókin kostar 100 krónur.

img
  • Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
  • Dagfesting | 09.11.2017
  • Bólkur | Tíðindi