MARTA MARTA TILNEVND
Skaldsøgan Marta Marta, 2024, eftir Marjun Syderbø Kjelnæs er í ár tilnevnd fyri Føroyar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs.
Marta Marta hevur tvíbýtt tíðar- og staðarsjónarhorn.
Skaldsøgan er øðrumegin stað- og tíðarsett í Ísrael tíðliga í 1990-árunum, tá ið tann unga føroyska gentan Marta var í kibbuts og royndi at skilja munin millum tað Ísraelsland, sum
hon hevði lært um heima, og tann nøtrandi veruleikin, sum hon stóð mitt í.
Hinumegin fer hon fram í Havn 30 ár seinni, tað vil siga í dag, tá Marta fylgir við tíðindum um ræðuleikarnar í Miðeystri og bíðar eftir lívstekni frá ísraelsku vinukonu síni.
Einki menniskja er ein oyggj einsamøll og fyri seg. Marta ber, antin hon vil ella ikki, byrðuna av sínum mentanarviðføri eins og tey, hon er saman við í tí fremmana landinum, hava sítt
tunga viðføri. So við og við fer heimsmyndin, hon hevði við sær heimanífrá, at molna.
Ymsar bøkur hjá Marjun eru týddar til onnur mál og útgivnar í øðrum londum.
Marta, Marta kom út í 2024. Hon hon kom í íslendskari týðing eftir Hjálmar W. Árnason í
2025.
Skaldsøgan Skriva í sandin kom á íslendskum.
Í Danmark eru útkomnar Skriva í sandin og Sum rótskot
Á nýnorskum í týðing eftir Lars Moa eru hesar útkomnar: Skriva í sandin, Sum rótskot,
yrkingasavnið Karmageitin og leikurin Gentukamarið.
Á enskum hesar: Róttripp, Karmageitin og Gentukamarið.
.jpg?mh=300)
- Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
- Dagfesting | 27.02.2026
- Bólkur | Tíðindi






























