Nýggj bók: Bónusyrkingar
Út er komið yrkingasavnið BÓNUSYRKINGAR eftir íslendska skaldið Andra Snær Magnason. Sanna Andrassardóttir Dahl hevur týtt.
Og jú, bókin eitur eftir tí íslendsku lágpríshandilsfyritøkuni, sum hevur fleiri handlar í Føroyum. Og Bónus er heimur yrkinganna. Soleiðis tekur skaldið støði í brúkara-, vøru- og lýsingasamfelagi okkara alra. Men við bókmentaligum tilsipingum verður sjónarringurin víðkaður út um vegakervi innkeypsvognsins, og har hómast t.d. Dante, Gyltalið, Snjóhvíta, Omma við Sjógv og sjómaðurin Hugo onkustaðni í sjónarringinum. Okkurt annað enn vøruparadísið, men eisini fyritreytirnar fyri tí.
Bókin er í 3 pørtum: Aldingarðurin// Paradiso, Nivlheimur// Inferno og Reinsanareldurin// Purgatorio. Henda navnagávan úr Guddómliga sjónleiki Dantes svarar til fruktdeild, kjøtdeild og deild fyri reingerðarevni í Bónus, har yrkingarnar eru staðsettar.
Yrkingarnar eru hittinorðaðar og stuttligar. Tað ger, at atfinningin og tann staðiliga ávaringin móti tí oyðandi ávirkanini frá vørumentanini og sølulýsingunum, sum liggur aftanfyri, ikki er so herskin, at lesarin kastar bókina frá sær, men heldur at hann steðgar á og hugsar seg um.
Bónusyrkingar er góðar 60 síður og kostar 69,99 kr.
- Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
- Dagfesting | 29.08.2017
- Bólkur | Tíðindi