Kvinnufylkingin 1979: Kvinnukvæði

Lag: Ormurin langi

Vilja tit hoyra kvæði mítt,
vilja tit orðum trúgva?
Um kvinnurnar á Flatlondum,
hagar skal ríman snúgva.

Stev
Glymur dansur í høll,
dans sláið ring,
glaðar ríða genturnar
á kvinnuting.

2
Sendu boð í Skeggjanum,
hann kemur út so víða:
Allar tit, sum heima sita,
byrjið kvinnustríðið.

3
Konufólk í hópatali
ganga saman í ráð,
Hvussu tær skulu kúganina
skjótt av døgum fá.

4
Genturnar lata felag stovna
her á sløttum landi,
Føroya kvinnur vilja ikki
longur vera í bandi.

5
Hittust vit í Rantzausgøtu
fullar av arbeiðshuga
til at gera kvinnufylking
og vita hvat vit duga.

6
Bólkar vóru skipaðir
hvør við sínum evni,
granska og kjakast aftur og fram
og seta so hinum stevnu.

7
Hvør er tað, sum fær hjólini
á flakavirkjum at mala?
Kvinnurnar, sum leypa til,
tá stjórar á tær gala.

8
Tær skera og pakka út á nátt,
har hjálpir eingin bøn.
Lønin lág er tað tey kalla
konufólkaløn.

9
Hví eru kvinnur undirløntar
á arbeiðsplássum sínum?
Fakfeløg okkara styrkjast mugu
at standa í lønarstríðnum.

10
Um møður og ommur okkara
eingin søga er skrivað.
Hvar eru allar kvinnurnar,
í Føroyum hava livað?

11
Hví flyta kvinnur av landinum?
Frá hvørjum munnu tær flýggja?
Fara tær niður at útbúgva seg
(ella niður at fríggja?)

12
Í Føroyum er einki arbeiðsloysi,
vísir menn fortelja,
men hvat hava ungu genturnar
av størvum í at velja?

13
Hvar munnu ungar gentur fara,
tá skúlin lokin er?
Í Føroyum lítið er at læra,
til Danmarkar hon fer.

14
Hittast vit í barnabólki,
ganga saman í ráð,
hvussu vit skulu børnunum
betri korini fá.

15
Mamma best hjá børnum er,
sigur eitt gamalt orð.
Men vóru fleiri um byrðuna,
batnaðu barnakor.

16
Kapitalisman harðar kostir setir
og ikki mjúkar,
børnini ert tú einsamøll um,
títt arbeiði má rúka.

17
Kapitalistisk eyðræning
foreldur frá børnum stjelur,
tey verða varaarbeiðskraft,
tú brúkarar upp elur.

18
Tey ungu eru óupplýst
hvønn annan um at fara,
upplýsing vit breiða út
- betur fyrivarin.

19
Nú skal lætta ljóði av,
eg kvøði ei longur á sinni,
nú skal taka upp annan tátt,
dreingir, leggið í minni.

20
Av egnum lívi dømi taka,
læra hvør av øðrum.
Privatlívið politiskt er,
tað sannast í øllum førum.

Stev:
Glymur dansur í høll,
dans sláið ring,
glaðar ríða genturnar
á kvinnuting. 

img
  • Skrivað hevur | Ókendur
  • Dagfesting | 19.09.2010
  • Bólkur | Tíðindi