Útgivnar bøkur

Her síggjast allar bøkurnar Ungu Føroyar hava givið út.

Víkingar á Hálogalandi

Í 1928 var 100 ára minningarhátiíð Henriks Ibsens; tá varð fyrsti táttur í sjónleikinum Víkingarnir á Hálogalandi (Hærmændene paa Helgeland) prentaður í Varðanum eftir týðing Símunar av Skarði, sum eisini í sama Varða hevur skrivað nøkur minningarorð um Henrik Ibsen.
Týðingin var ikki liðug fyrr enn januar 1939, og kemur nú tíggju ár seinni út sum bók. Símun hevði altíð ætlað at fáa sjónleikin út í bók, men tað varð ikki,
Stavsetingin er eftir handritinum og einn sindur øðrvísi enn tann ið vanliga verður nýtt.
Ørnúlvs drápa í fjórða tátti er eftir týðing Janusar skalds Djurhuus.
Síðan sjónleikurin Víkingarnir á Hálogalandi fyrstu ferð var prentaður í 1858 er hann komin út í mongum útgávum og á mongum tungumálum.
Hetta er fystu ferð at sjónleikur eftir Henrik Ibsen er prentaður á føroyskum máli.

img

Dáta um bókina

  • Rithøvundur | Henrik Ibsen
  • Týðari | Símun av Skarði
  • Útgávurár | 1949
  • Tøk | Bókin er útseld
  • Bólkur | Skaldskapur í óbundnum máli