Íslandsklokkan
Íslandsklokkan, hetta høvuðsverkið eftir íslendska nobelskaldið Halldór Laxness (f. 1902), kom av fyrstan tíð út í trimum bindum, sum itu Íslandsklukkan, (1943), Hið ljósa man (Ljósa moy), (1944), og Eldur í Kaupinhafn, (1946). Seinni útgávur eru komnar út í einum bindi undir navninum Íslandsklukkan.
Sigurð Joensen, 27.4.1911-1.10.1993, fór undir at týða Íslandsklokkuna í 1992. Summarið eftir lá týðingin liðug og reinskrivað. Sigurð skrivaði hana í hond, sum hann altíð gjørdi, Ingrid Holm Jacobsen reinskrivaði á maskinu so hvørt. Sigrið Jógvansdóttir Hansen skrivaði týðingina inn á teldu.
Turið Sigurðardóttir
Oktobur 1996
Skaldsøgan er um Ísland í 18. øld, lýst gjøgnum smámannin, tann kvøðandi, ókúgandi skálkin Jón Hreggviðsson. Bókin gevur eina mynd av stríðnum móti tí kúgan, lógloysi og trælkan, sum danir framdu í Íslandi
Dáta um bókina
- Rithøvundur | Halldór Laxness
- Týðari | Sigurð Joensen
- Útgávurár | 1996
- Tøk | Bókin er útseld
- Bólkur | Skaldskapur í óbundnum máli