Útgivnar bøkur

Her síggjast allar bøkurnar Ungu Føroyar hava givið út.

Eimur í øsku

Eimur í øsku er mestøll um Gjógv, og Sigurð Joensen eigur meginpartin av henni, hóast onnur eisini givið íkast. Høvuðssjónarmiðið aftan fyri úrvalið er, at tilfarið skuldi hóska saman og hava við Gjógv at gera. Í bókini eru frásagnir um siðir og hendingar á sjógvi og landi, søgur um Heina bónda, sum átti orðini “Heini bóndi á (t.e. eigur) fjórða hvør hár og fjórða hvørt strá úr Vesturdalsá í Svøltutá”; seyðatjóvasøgurnar “Ongan slíðra til knívin” og “Ein blóðugan kraga”; frásagnir hjá Kristiani í Hoygarðinum um vaðansgildi hansara, og um tá ið hann var fyrstu ferð til skips í árinum 1900.

Fyrsti partur er ungdómsyrkingar hjá Sigurði, og millum tær elstu eru fráhaldsyrkingar. Eina teirra, “Yrking til fyrsta aðalfund, sum Gjáar fráhaldsfelag hevði”, nevnir Sigurð í brævi til Símun av Skarði tollaksmessudag í 1929, har hann eisini skrivar um fráhaldsfelagið við Gjógv, og at yrkingin hevði verið sungin á fundi kvøldið fyri. Yrkingin nevnir, at felagið er ársgamalt og hevur fingið stórar sorgir, tí tað hevur mist sínar bestu limir. Hesi orðini sipa til teir 4 gjáarmenninar, sum doyðu av skaðanum, teir fingu, tá ið eldur kom í Acorn í Medallandsbuktini várið1928. Ein teirra var Poli á Tarafløttinum, besti vinur Sigurð. Eg hugsi mær, at yrkingarnar, “Vinur mín” um Pola og tann til fyrsta aðalfund í fráhaldsfelagnum, eru yrktar í 1928, tá ið Sigurð var 17 ára gamal.

Tað er vanligt, at ungdómsskaldskapur hjá yrkjarum, sum eru vorðnir kendir, verður útgivin, tá ið frá líður, ofta væl eftir, at yrkjarin er deyður. Heildarsavnið við yrkingum eftir Janus Djurhuus er eitt dømi.

Ungdómsskaldskapurin kann vera áhugaverdur í sjálvum sær og gera, at vit skilja yrkjaran og skaldskap hansara betur ella øðrvísi, enn vit annars høvdu gjørt. Soleiðis eisini við ungdómsyrkingunum hjá Sigurði. Tann eldhugaða felagsandan, sum Kallsoy legði niður í tey ungu, og sum sæst í nevndu fráhaldsyrkingum, tók Sigurð við sær til onnur endamál í lívinum: undir krígnum, tá hann saman við øðrum stovnaði felag og gav út blaðið Búgvan; heima aftur, tá ið hann saman við øðrum stovnaði Tjóðveldisflokkin; og aftur nógv ár seinni, tá ið hann saman við øðrum stovnaði Gjómann, somuleiðis við einum føgrum endamáli. Og vit síggja, at tað at lýsa heimbygdina, sum hann gjørdi so nógv av seinni, er eisini partur av ungdómsyrkingunum. Ástaryrkingarnar - forvitnisligar, eisini tí tær ikki eru um konfliktfrían kærleika - hoyra hin vegin til ungdómsskaldskapin burturav.

Annar partur av bókini er hugleiðingar úr Gjáar søgu, 3. partur er frásagnir hjá Poul Klein, Dánjali Klein og Sigurði um ferðir í Búgvan, sum Sigurð kallar minnisheimin hjá gjáarfólki. Í 4. parti, sum eitur “Á tí bleyta”, hava ymsir gjáarmenn orðið: Kristian í Hoygarðinum greiðir frá við sínum egnu orðum, Jógvan Sofus Ferjá og Hans Jacob Sigvardsen hava onkra søgu um Kristian sum bátsformann, og at enda greiðir Asfinn Sigvardsen frá upprunanum til miðanavnið Marionnuplinkur – tað einasta av fleiri hundraðtals miðum, sum ber navn av kvinnu.

5.partur er skemtandi hugleiðingar eftir tríggjar høvundar um skølingar, hárygg og asfalt, 6. partur stubbar úr bløðum viðvíkjandi Gjógv og brøv til og frá teimum í Hoygarðinum. 7. partur er søgur um Heina bónda, 8. partur er tvær seyðatjóvasøgur, og 9. partur, “Tirnur og skúsungar”, er ein blanding av siðsøgu, søgustubbum, máliskum, staðanøvnum o.ø. Her er m.a. áhugaverd frágreiðing hjá Dinnu-Fíu og Jógvan Sofusi Ferjá um gróthús við Gjógv, og Asfinn Sigvardsen skrivar um Garðin á Hálsinum (Gimbragarðin). 10.partur er nøkur skjaldur frá Gjógv, tey flestu eru úr Trumm, trumm, tralalei hjá Birgittu Hylin, men trý hava ikki verið á prenti.

Bergljót av Skarði skrivar: “Heitið “Eimur í øsku” sipar til, at hesir tekstir og henda mentan eru glóðin, tann eldur, sum kann kykna í øskuni. Tey gomlu lótu ikki eldin slókna á grúgvuni, tey hirdu um kvøldið, so klárt var at kyka um morgunin. “Ger mær ikki eldsløkking”, sigur gamla í Brókartátti. Tað var umráðandi at hava eldin livandi. So er eisini við okkara mentan og máli, lat okkum dyrka tað og, ikki minst, kyka á grúgvuni.” (b-av-s.blogspot.com)

img

Dáta um bókina

  • Rithøvundur | Sigurð Joensen og onnur
  • Upprunamál | Føroyskt
  • Útgávurár | 2019
  • ISBN | 978-99918-872-9-6
  • Tøk | Ja
  • Bólkur | Skaldskapur í óbundnum máli