Tann blinda uglan
Hedayat, 1903-1953, var iranskur rithøvundur og týðari. Hann er kendasti iranski nútíðarhøvundurin og var ein hin fyrsti í Iran, sum skrivaði modernistiskt. Íblástur fekk hann serliga frá verkum hjá Rilke, Kafka, Poe, Tjekov og Maupassant. Tann blinda uglan er kendasta verk Hedayats og hevur verið kallað eitt hitt týdningarmesta bókmentaverkið á persiskum máli.
Bøkurnar hjá Sadegh Hedayat eru undir álopi frá islamistum, og tær eru forbodnar í Iran.

Dáta um bókina
- Rithøvundur | Sadegh Hedayat
- Upprunamál | Persiskt (týtt úr fronskum)
- Týðari | Lív Joensen
- Útgávurár | 2019
- ISBN | 978-99918-872-7-2
- Tøk | Ja
- Bólkur | Skaldskapur í óbundnum máli