Útgivnar bøkur

Her síggjast allar bøkurnar Ungu Føroyar hava givið út.

Vár

Sjónleikur í 5 pørtum.

Formæli
Sjónleikurin "Vár" varð skrivaður stutt eftir aldamóti. Hann er lýsing av einari føroyskari bygd fyri stívliga hálvari øld síðan og tí, ið havt var á lofti ímillum manna tá. Leikurin er romantiskur og merktur av tí ungdómliga og fríska framfýsni, ið sermerkir teir menn, ið vaktir vóru av føringafelagsandanum, og sum nú ætlaðu av álvara at seta í verk alt tað, ið har var borið fram.
Háskúlin varð settur á stovn í 1899, og Símun av Skarði segði sjálvur, at tá ið hann skrivaði sjónleikin, var tað mest til at lesa upp fyri næmingunum, tí tá var lítið til av føroyskum lesnaði.
Leikurin varð prentaður á fyrsta sinni í 1904, men er sjálvandi langt síðan uppseldur og kemur nú út aftur í 2. útgávu.
Jóhannes av Skarði

img

Dáta um bókina

  • Rithøvundur | Símun av Skarði
  • Útgávurár | 1960
  • Tøk | Bókin er útseld
  • Bólkur | Skaldskapur í óbundnum máli