Útgivnar bøkur

Her síggjast allar bøkurnar Ungu Føroyar hava givið út.

Eystur, Vestur

Salman Rushdie, f. 19 juni 1947 í Bombay, er gitnasti høvundur í okkara tíð. Í bók hansara Eystur, Vestur eru níggju stuttsøgur savnaðar og skipaðar eftir innihaldi. Tríggjar tær fyrstu fara fram í India. Teirra temu eru ávikavist ensk tiltøk ímóti indiskum innflytarum, sterilisatión og fundamentalisma. Tríggjar tær mittastu søgurnar fara fram í Evropa. Tær eru nýskrivingar av gomlum søgum. Tríggjar tær seinastu søgurnar fara fram í Onglandi. Tann seinasta og longsta søgan er mest um sjálvævissøgubrot. Tað, ið bindur søgurnar saman, er tað, at tær allar lýsa høvundin, hansara samkenslu við og kærleika til persónarnar. Søgurnar eru perlur, hvør við sínum sermerkta stíli, hvør við sínum samleika. Og tær prógva soleiðis, at tað blandaða er vakurt, hvørt sær og saman.

img

Dáta um bókina

  • Rithøvundur | Salman Rushdie
  • Upprunamál | Enskt
  • Týðari | Lív Joensen
  • Útgávurár | 1996
  • ISBN | 99918-925-1-6
  • Tøk | Ja
  • Bólkur | Skaldskapur í óbundnum máli