Útgivnar bøkur

Her síggjast allar bøkurnar Ungu Føroyar hava givið út.

Konuni til vildar

Deyða hondin
Deyða hondin fer fram nær við Egdon-haga, har minnið livir um fornar sagnir av manna munni. Lívið hjá einari forfjónaðari neytakonu, ið hevur fingið barn við stórbóndanum, flættast óhugnaliga saman við lagnuni hjá yvirstættargentuni, sum seinni giftist við bóndanum.

Konuni til vildar
Konuni til vildar er somuleiðis um tvær kvinnur, fátæka og ríka, ið ein maður stendur ímillum. Søgan fer fram í Havenpool út móti Ermasundi og sigur frá óeydnu, sum stendst av blindari lagnu - og av at trýsta sín vilja ígjøgnum uttan fyrilit fyri øðrum.

img

Dáta um bókina

  • Rithøvundur | Thomas Hardy
  • Upprunamál | Enskt
  • Týðari | Sigrið av Skarði Joensen
  • Útgávurár | 2009
  • ISBN | 978-99918-925-8-0
  • Tøk | Ja
  • Bólkur | Skaldskapur í óbundnum máli