Nýggj lærubók í føroyskum

Nú er bókin VITI komin út. Hon er framhald av føroysktbókini VÆLKOMIN, sum kom í fjør. Í hesari bók til framhaldsskeið í føroyskum fyri útlendingar eru autentiskir tekstir, bæði gamlir og nútíðarligir. Eisini verða nakrar heimasíður brúktar sum tekstir. Til tekstirnar eru arbeiðsuppgávur gjørdar at hava sum grundarlag undir samrøðu. Aftast eru mállæruvenjingar, sum fevna um teir størstu orðaflokkarnar.

Bókin kostar 195 kr. í bókhandlunum.

img
  • Skrivað hevur | Bergljót av Skarði
  • Dagfesting | 20-08-2017
  • Bólkur | Tíðindi