Niels Finsen sum studentur

Christian Bærentsen segði frá:

Í 1880 vóru fáir føroyingar í Danmark... Umframt meg vóru bert tveir føroyskir studentar /.../

Tveir av teimum føroysku studentunum høvdu longu í nøkur ár havt bústað í tveimum stovum á 3. gongd nr. 12 á Regensuni (ovast uppi, í horninum móti Købmagergade og Store Kannikestræde) og tað lukkaðist okkum enn í nøkur ár at eiga hann, við tað at altíð ein føroyingur kom inn so hvørt sum ein annar fór út, so at har var í nakað nógv ár líkasum ein miðstøð hjá føroyingum; har vóru m.a. tær fyrstu føstuinngangs-veitslurnar hildnar, og har vistu føroyingar av, at landsmenn altíð vóru at hitta /..../ Í 1882 kom Niels Finsen (Reykjavík) og í 1883 Jakob Jakobsen (Herlufsholm) inn á Regensina./.../

Um lívið innan Føroyingafelag (stovnað 1881. TS) skal eg annars lítið siga. Tað gekst nóg so væl; rættiliga góðar røður vórðu hildnar; vit fingu okkum ein føroyskan bát, sum var okkum til mikla gleði (ofta róðu ella sigldu vit til Charlottenlund ella Klampenborg og eina ferð – eitt roysni – til Malmö og heim aftur). Ein tann ídnasti á bátinum var Niels Finsen – og eisini raskur at smíða, um okkurt var at bøta um bátin. Eg hitti hann ein dagin – tað var nøkur ár seinni – í støðni; hann sat og smíðaði í bátinum, og eg segði við hann: fittur ert tú í hondunum! Hann svaraði mær aftur: Á ja, snikkari kann eg kanska verða, um ikki annað,  - Eingin hugsaði tá, at hann skuldi fara at vinna sær eitt navn, gitið um alla verðina.

Hitt føroyska studentafelagið í Keypmananhavn. 25 ára minnisrit
Keypmannahavn 1935: 11, 13-14.

img
  • Skrivað hevur | Christian Bærentsen
  • Dagfesting | 11.04.2018
  • Bólkur | Tíðindi