Føroyskar yrkingar á russiskum

Ein bók við russiskum týðingum av føroyskum yrkingum er útkomin á forlagnum “U Nikitskikh vorot” í Russlandi. Týðari er Olga Aleksandrovna Markelova. Olga las fyri nógvum árum síðan í Íslandi, og tá var hon á summarskeiði í føroyskum á Fróðskaparsetrinum saman við norðurlendskum studentum. Eina tíð las hon eisini í Danmark. Nú hevur hon verið heima í Russlandi nøkur ár. Johnny Thomsen hevur verið ráðgevi hennara í arbeiðinum at týða yrkingarnar. Skaldini, sum Olga hevur týtt eftir, eru Janus Djurhuus, William Heinesen og Chr. Matras. Týtt til føroyskt er heitið á bókini “Tey klassisku føroysku skaldini”.

Mentanargrunnur Landsins hevur stuðlað útgávuni.

img
  • Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
  • Dagfesting | 04-06-2017
  • Bólkur | Tíðindi