Rithøvundur á veg - Jóanes Nielsen 60 ár

Jóanes Nielsen, yrkjari og rithøvundur, er føddur í Tórshavn  5. apríl 1953 og fyllir nú 60 ár. Hann var 25 ára gamal, tá ið hann gav fyrsta yrkingasavn sítt út í 1978. Síðani hevur hann verið skald og rithøvundur í vøkstri, sum sæst av nýggjastu skaldsøgu hansara, Brahmadellunum. Hann hevur givið út nógv yrkingasøvn, einar fýra skaldsøgur, stuttsøgusavn, greinasøvn og sjónleik. Jóanes vann Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens í 1984 fyri Pinnabrenni til sosialismuna og aftur 2012 fyri Brahmadellarnar. Hann vann ta norðurlendsku leikritaskaldavirðislønina í 2001, og hann fekk Mentanarvirðisløn landsins í 2011. Bøkur eftir Jóanes hava verið í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs í 1988, 1994, 1999, 2004 og aftur 2013 (Brahmadellarnir). 

Jóanes Nielsen gav fyrstu bók sína út í 1978, yrkingasavnið Trettandi mánaðin, eitt heiti, sum sipar til, at tíðin hjá arbeiðarunum er ikki komin, og setur spurningin, nær teir fara at ogna sær sítt egna lív. Yrkingasøvnini eru nú níggju, hann hevur skrivað fýra skaldsøgur, eitt stuttsøgusavn, tvey søvn av samfelagskritiskum greinum, og  tveir sjónleikir; annar, Eitur nakað land weekend?, hevur fingið norðurlendsku leikritavirðislønina.

Skaldsøgurnar Brahmadellarnir og Glansbílætasamlararnir eru útkomnar í danskari og nýnorskari týðing, og Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar sum vit eiga í Føroyum er eisini útkomin í danskari týðing. Seks yrkingasøvn eru komin í danskari týðing, trý í nýnorskari. Harumframt er ein úrvalsbók av yrkingum komin á nýnorskum: Från alle kantar ber vinden med seg ord og plantar og teikn, 2007, Lars Moa valdi og týddi.

Jóanes er sjálvlærdur og hevur part stóran part av lívinum livað sum fiskimaður og arbeiðsmaður. Hann hevur yrkt og skrivað um lívsheimin hjá fiskimonnum, kai-  og  byggiarbeiðarum, kvinnum í fiskaarbeiði og øðrum ófaklærdum arbeiði. Hann yrkir um teirra gleði, arbeiði, kærleika, og at tey fáa ikki ta løn tey hava uppiborið, tí arbeiðsgevarar og myndugleikar, harímillum eisini kirkjan, útnytta tey. Í fyrstu yrkingasøvnunum eggjar hann til kollvelting. Hansara skaldsliga hugsjón er at lýsa lívið beinleiðis  í tess ópyntaða veruleika. Hann yrkir um gerandisligar hendingar og situatiónir, ofta knýttar at arbeiði, ást, og tí at yrkja. Formurin er prosakendur í tí, at hann nýtir hvørki rím, assonans ella  fasta rýtmu; tað poetiska kemur fram ígjøgnum konsentratión, myndburðir, allegori og samanberingar. Fjart frá at yrkja sonnettur ella aðrar klassiskar lýriskar genrur hevur hann ein dreym um at gerast yrkjarin, sum “koblaði slanguna til lívið/ hoyrdi skaldskapin duka niðri í jørðini,/ strúka upp undir himli/ og dryppa sum døgg av grønum bløðum” (Pentur 1995).  Aðrastaðni skilmarkar hann sína hugsjón um yrkingar soleiðis (Tjøraðu plankarnir stevna inn í dreymin  1985):

Yrkingarnar eru rekar.
Heilivágur hjá sorgini.
Spreingiknøttar móti maktini.
Saltið í rúkandi døgurðapottum.

Tað er eyðkennandi, at í yrkingunum nevnir hann júst tekstsløg sum ikki eru fagurbókmentalig, t.d.  brøv ella flogseðilin, eitt tekstslag, sum fer beinastu leið uttan umvegir ella uttanumtos og er ætlað er ávirka móttakaran og atburð hansara á ein ávísan hátt.  

Í 1990-árunum fór Jóanes at yrkja meira um tað tíðarleysa evnið at vera til sum einstaklingur í alheiminum. Eins og hjá teimum gomlu undangongumonnunum í lýrisku modernismuni Walt Whitman í USA og Vladimir Majakovski í Sovjettsamveldinum, er  tað biografiska eg-ið ofta eksplisitt í yrkingunum hjá Jóanesi, hann yrkir um foreldur og mostrar sínar og sítt egna biografiska eg. Hóast Jóanes avsigur kirkjuna sum stovn, so er hann religiøsur í yrkingum sínum.

     Í tí longu hugleiðandi yrkingini “Telefonboksin” (Pentur 1995) er deyðin ein harri í hatti, sum úr telefonboksini gevur boð um, hvør nú skal doyggja, og soleiðis verður tað ófatilga latið í ein form, sum vit duga at ímynda okkum, og yrkjarin tosar við Gud,  sum var hann eitt menniskjað á jøvnum føti við hann: 

Kom Gud,
ver hampiligur henda morgun, eg ráðaleysur leiti eftir 
     sporum, ið hurvu.
vís mær, at tú ert partur av tí stóra dráttinum,
í ætt við vindin og telefonina,
við dreymar, ið sleipa sínar fínu røtur eftir jarðarskorpuni,
at tín andadráttur er í roykinum frá verksmiðjunum,
/.../      

Ikki bara náttúran, men eisini tað sum menniskju hava skapt, verður her sæð sum guddómligt. Yrkjara-eg’ið ákallar Gud sum ein persón, men Gud eisini kosmiskur og til staðar í øllum:

Innast inni veit eg,
at Gud er radiatorurin í míni gleði,
at hann er pínan í eygunum á pabba
og eisini røddin á flogternuni, ið biður okkum
     spenna trygdarselan,
tí vit lenda í Føroyum um eina løtu. 


Samstundis er eg’ið tilvitað um bara at vera


...ein leingja av kosmiskum kjøti, sum tilvildarliga
     fekk sjón og mál.

Ein høvuðsyrking í Brúgvar av svongum orðum (2002) er “Mítt pass er andadrátturin” . Her undirstrikar yrkjarin enn sterkari samhoyr sítt við alheimin. Við at javnseta passið og andadráttin og insisterar Jóanes upp á sín heimsborgaraskap og avnoktar eins og anarkistarnir tey landamørkini, sum statir seta. Yrkingin er ein long einarøða fyri Jesusi, sum eg’ið er farin at vitja; hann metir offurdeyða Jesusar og sigur, at Jesus hevur “av ovurhuga”  tikið profetarnar upp á orðið og við sínum kroppi rindað rentu rentu “fyri ørskapsins spádómar”.  Jóanes vil taka Jesus niður av krossinum og leggja hann í song. Í staðin fyri tær “stinkandi remsurnar av sjálvhatri og fjøtraðum dreymum”, sum hann metir iðranarsálmarnar at vera,  setur Jóanes holdsins boðskap, og ein “bukett av kjøtblomstrum” er millum tað, sum hann hevur við til Jesus. 

Heitið á  tí seinasta yrkingasavninum, Tapet millum øldir, 2012, fyrstu bókini aftan á ta søguligu skaldsøguna Brahmadellarnar (2011), sipar til, at fortíðin er ikki horvin, men er til staðar beint aftan fyri eina tunna, veika nútíðarliga yvirflatu. Her er ein afturlítandi tóni komin inn, yrkjarin hyggur aftureftir og endurskoðar gamlar yrkingar um kollvelting og um havsins hetjur. Sjónarhornið er fjarari. Nú eru fiskimenninir (“Draga millum árstíðir”) lýstir  “snúltarar”, sum taka sær løgir at seta og draga, meðan tann kosmiski ástarleikurin millum náttúrukreftirnar -  havið og ísin - fer fram. Tann rennandi tíðin, bíðandi deyðin, undranin um lívið, kærleikan og Gud eru í miðdepli. 

Eitt rák í føroyskum bókmentum var leingi at skriva um eldri tíð, tá ið lívið Føroyum tóktist óbroytt frá tí, sum tað hevði verið gjøgnum øldir, tíðina áðrenn industrialisering og kapitalisma høvdu  fingið  valdið umleið 1950.  Tann gamla tíðin var gjarna lýst í romantiskum ljósi, meðan nútíðan varð lýst í negativum ljósi. Bókmentirnar vóru um lívið á bygd.

     Jóanes Nielsen er ein av teimum, sum í 1970-árunum fóru at skriva um samtíðina og lívið í býnum – t.e. fyrst og fremst í Havn -, á stórum modernaðum arbeiðsplássum á sjógv og landi. Jóanes hevur lýst samtíðina upp á gott og ilt, og leingi peikaði hann á sosialismuna sum vegin til eitt rættvíst samfelag. Men aftan á at Sovjettsamveldið fall i 1991, sýntist hesin vegurin ikki longur  greiður. Tá ið hugmyndafrøðin var farin at skakast, gjørdist tað, sum var nær við og ítøkiligt, týdningarmeiri, og Jóanes Nielsen fór at hugleiða og yrkja meira um tað, og hvussu tað treytaði tilveru hansara, harímillum fólkini, ið stóðu honum nær, t.d. næstringarnir og ymsir aðrir samtíðarpersónar. Millum javnaldrar hansara í føroyskum bókmentaheimi eru Carl Jóhan Jensen (f. 1957) og Tóroddur Poulsen (f. 1957), sum báðir dyrka málið og formin á ein heilt annan hátt. Hjá Tóroddi og Carl Jóhan - eins og í tí poststrukturalistisku málfilosofiini í okkara tíð - eru orðini altíð annað, og í senn bæði meira og minni, enn eintýðug boð; orðini hava eina fortíð, sum tey ikki kunnu leggja frá sær,  merkingin er margføld, ikki endalig, og millumtekstleikin spríkir fram millum reglurnar. Jóanes Nielsen finst at slíkum lyndi til  at alla tíðina at stara at orðunum sum orðum. Hann vil heldur brúka orðini til at yrkja um lívið.

Vit ynskja Jóanesi skaldi hjartaliga til lukku við 60 ára degnum og stúvandi byr framá.

img
  • Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
  • Dagfesting | 14-04-2013
  • Bólkur | Tíðindi