Kálvamuan komin í danskari og italskari týðing

Nú fæst henda klassiska barnabókin í danskari og italskari týðing til ferðafólk og at senda fjarstøddum frændum og vinum.
Kálvamuan, á donskum Kippekalven í týðing eftir Hanne Jacobsen, og Il vitellino á italskum er søgan um lítla Sjúrð, sum fór í hagan at bera kálvinum heita mjólk. Á vegnum datt hann, tí hann vildi skunda sær við drekkamussinum. Øll mjólkin stoyttist niður yvir Sjúrð, so at hann var rennvátur og mátti fara heimaftur at fáa turr klæðir og nýggja mjólk. Tá ið hann fór aðru ferð, gekk hann so spakuliga, at hann datt ikki og stoytti ikki. Men tá ið kálvamuan hevði drukkið mjólkina, vildi hon ikki geva honum spannina aftur. Hon rann langt niðan í hagan við spannini á høvdinum. Lítli Sjúrður mátti renna aftan á henni, og tá ið kálvamuan datt, skundaði hann sær at taka spannina og fór heim at forklaga fyri ommu.
Kálvamuan hevur leingi verið uppseld, men er nú afturkomin við myndunum hjá Zachariasi Heinesen. Hon var prentað fyrstu ferð í 1949 í Søgubókini. Hon kom sum sjálvstøðug bók við myndum eftir Fridu í Grótinum í 1959 og aftur í 1991, hesa ferð við myndunum eftir Z. Heinesen. Matthew Landrum, USA, hevur týtt til enskt. Ungu Føroyar geva út.
Bókin kostar 80 krónur.

img
  • Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
  • Dagfesting | 11-05-2015
  • Bólkur | Tíðindi