Talgilt greinasavn - Bókmentasøgur

Bókin, sum kom út í 2004, er eitt greinasavn við fimtan greinum um skaldskap og mentan.

Evnini eru fjølbroytt, frá viðgerð av skrivaðum skaldskapi fyri 1876 til nýggjari viðgerðir av modernistiskum og postmodernistiskum tekstum.

Fyrsta føroyska barnabókin Robinson Kruso og hvussu hon varð til á føroyskum, verður eisini væl og virðiliga umrødd.

Hetta er nakað lærarar, framhaldsnæmingar og onnur við áhuga kunna fáa gleði av. 

Bókin, sum  í eina tíð hevur verið útseld, liggur nú talgild her á heimasíðuni hjá Ungu Føroyum.

Les í greinasavninum her

img
  • Skrivað hevur | Turið Johannessen
  • Dagfesting | 31-05-2017
  • Bólkur | Tíðindi