Menn sum elskast

Kvinnur mussast og nerta við hvørja aðra uttan at koma í ringt ljós. Hjá monnum hava mørkini fyri, hvussu teir kundu vísa kenslur fyri hvørjum øðrum – hóast skiftandi – verið nógv strangari enn hjá kvinnum. Ánaniasar táttur og tað, sum hevur verið skrivað um hann, er eitt dømi um, at hugburðurin broytist

Bókmentirnar siga frá hugburði og normum í ymiskum tíðarskeiðum.Men lesarin er treytaður av síni egnu tíð, og fyri at skilja onnur tíðarskeið, mugu vit seta okkum inn í teirra fyritreytir. Føroyinga søga nýtir tárini hjá Tóri til at sláa fast, hvør munur er á mansevninum í Sigmundi og Tóri. Ánaniasar táttur sigur frá tveimum monnum, sum gráta saman. Eitt hava hesir báðir tekstirnir í felag: tað er ikki mansligt at gráta.
Um vit hyggja betur eftir, hava kenslulívinum hjá monnum ikki altíð verið sett eins trong mørk.

Kynspolitiskt eftirlit
At fólk ikki spæla sín kynsleiklut soleiðis, sum samfelagið krevur, er evni í nógvum av teimum gomlu táttunum, t.d. at menn ikki duga til mansligt arbeiði men eru »kventlar«. Við spottinum verða teir »órættvorðnu« persónarnir hartaðir og vístir sum ávarandi ræðumyndir. Men tað láturliga ella vanæruliga í teimum gomlu táttunum er ikki altíð líka láturligt ella vanæruligt í nútíðareygum. Teksturin stendur, men lesararnir og fyritreytir teirra broytast.

Kærleiki millum menn
Ánanias var porkerningur og føddur umleið ár 1700. Tátturin um hann er um eina spreingivanlukku og um kærleika millum menn. Gongdin er í stuttum, at Ánanias fer til Havnar at keypa sær byrsu og krút, sum hann ætlar at hava til livibreyð og gerast ríkur av. Men hann eigur ongar pengar og setur tí jørð hjá mammu síni í veð fyri byrsuna. Tá ið hann er heimafturkomin til Porkeris, hendir tað av býttskapi hansara, at krútið springur í luftina, og Ánanias brennist næstan til ólívis, umframt at mamma hansara og ein grannkona brennast um beinini.
Tað gongur ein tíð, Ánanias er komin fyri seg aftur, og sumbingurin Símun fer at finna vinmannin. Teir hava eina tíð verið argir óvinir av tí, at Ánanias hevði yrkt ein ljótan tátt um Símun og børn hansara. Av tí sama hevði Símun frøtt seg, tá ið Ánanias mundi brent í hel: hann helt hetta vera rættvísa revsing fyri táttin. Tá ið teir hittast, er Símun enn í øðini og heilsar ikki, men fer beint at klaga um, og hvussu dygt tátturin hevur tikið honum:

Hvat sum eg havi grátið
allan henda vetur,
hann verður ikki betur heitin,
ið síðari [= seinni] grætur.

Hann viðgongur, at hann frøddi seg, tá ið hann hoyrdi um, at Ánanias næstan hevði brent seg til deyðis:

Tað fyrsta eg hoyrdi,
at tú vart brendur,
tá helt eg saman
báðar mínar hendur.

Tá ið Símun hevur viðgingið hevndarhug og skaðafrøi sína, blíðkast hann, og kenslurnar hjá báðum koma fram: Ánanias rættir Símuni tubbak, og teir »gjørdust nú so blíðir«. Óvinskapurin hevur ikki vart leingi, og nú er hann liðugur:

»Vit hava verið óvinir tveir
eina so lítla stund,
nú skulu vit vera vinir báðir
rætt av hjartans grund.«

Teir »settust báðir á jørðina/ og fóru nú at gráta«, Ánanias biður Símun fyrigeva sær, og hin játtar:

»So vil eg
fyriláta tær,
sum eg vil á dóminum,
at Gud skal fyrigeva mær.«

Ánanias spyr, nær Símun fer suður aftur, og kallar hann »lingu«, sum er eitt gamalt orð fyri »góði, skatturin« (ivaleyst tað sama sum ‘-lingur’ í t.d. kettlingur) og eisini keliorð fyri »murt«. Tá ið Símun sigur hann má fara beinanveg, kyssir Ánanias hann á munnin og biður hann heilsa konu og børnum. Men teir fáa ikki slept hvørjum øðrum:

Ánanias tekur Símun
undir Gjørðaveggi,
leggur hann undir høku á sær
og strýkur honum um skeggið.

»Hoyr tú tað nú, Símun,
mær tykir einki betur enn hetta,
tú ert so søtur og mjúkur um munn,
sum tú hevði verið genta.«

Her skjýtur yrkjarin eina viðmerking inn, sum greitt og týðuliga sigur, hvussu hetta eigur at tulkast:

Hann sum hevði sætt uppá,
hann tókti tað vera stórt gaman, ...

V.ø.o. tað sum hendir verður tulkað sum stuttligt ella láturligt. Yrkjarin heldur fram við lýsa kossin og fevningina, gjølla:

tað var fult í tógva [=tveir] tímar,
munnar lógu saman.
So leingi kystust báðir teir,
inntil at hvørgin fekk snakkað, ...

Lýsingin av hesum megnarkossi minnir í stíli um tann ofta nógv avgjørda stílin í kappakvæðunum, men partur av lýsingini er eisini realistisk:

... hendurnar hildu teir
hvør um annans nakka.

Tað er merkisvert, at yrkjarin brúkar ikki føstu kvæðaorð sum »hon kysti hann so mjúkan«, ella »kysti hann so mjúkan koss,/ av varrum vætti vín«; í staðin fyri metir hann tíðarlongdina, sum kossurin varar, eftir ávirkanini á teir elskandi, og tað er, »inntil hvørgin fekk snakkað...«.

Aftan á kossin og hálsfevningina er skilnaðurin lýstur í tveimum ørindum, sum eisini leggja dent á sterkar kenslur. Ánanias stendur og hyggur aftan á Símuni, sum vendir sær fleiri ferðir, meðan hann gongur suðureftir, til hann fer úr eygsjón. Tá Ánanias sær høvdið á Símuni fara afturundir, sigur hann:

»Vælsignaður veri nú kollurin,
ið aftur fyri Leiti sveivar.«

Hugburður í táttinum og í granskingini
Tátturin sigur ástarsamveruna millum teir báðar menninar vera »stórt gaman«, nakað sum ikki skal takast í álvara. Men lýsingin sjálv er kenslusom, ikki ónærilig ella grotesk eins og lýsingin av spreingivanlukkuni er. Einki bendir á, at yrkjarin er serliga forargaður, og hetta er í samsvari við tað, vit vita um hugburð til samkyndan atburð í eldri tíð.

Frá áhugaloysi til tabu
Svabo, sum skrivaði um Ánaniasar tátt í seinnu helvt av 18. øld, nevnir als ikki ástarlýsingina. Afturfyri skrivar hann langt um, hvussu tætt føroyingar og aðrir norðbúgvar eru knýttir at jørðini, og hvussu skammiligt tað er, at Ánanias veðsetur jørð fyri eina byrsu! Hann upplýsir eisini um, at byrsur vóru nýggj handilsvøra í Føroyum, tá ið hetta hendi. Upplýsingarmaðurin Svabo leggur dent á alt nyttuligt, sum kann geva búskaparligan framburð; samveruna millum Ánanias og Símun brúkar hann ikki blekk uppá, men fordømir hana heldur ikki.
Jakob Jakobsen skrivar stutt um Ánaniasar tátt, og eisini hann tigur um ástartingið hjá Ánaniasi og Símuni. Men helst av aðrari orsøk enn Svabo, búskaparlig nytta var ikki tað, sum var dr. Jakobsen fremst í huga. Men tá ið Jakob Jakobsen skrivaði tíðliga í 20. øld, var samkyndur atburður so tabuiseraður, at hann var ikki havandi á munni. Nýggj lóg var í 1866 komin í Danmark móti samkyndum atburði, og Jakob Jakobsen var í Keypmannahavn, tá ið tann stóra razzian móti samkyndum í 1906 byrjaði í donskum bløðum, ein ágangur sum serliga gekk út yvir rithøvundin Herman Bang.

Kynspolitisk frælsisrørsla í 1970-árunum
Tabuiseringin av samkyndum atburði linkaði frá 1970, tá ið t.d. Bøssernes befrielsesfront varð stovnað í Danmark. Tann byrjandi linkingin hómast í ritgerðini hjá Eivind Weyhe um tættir frá 1979. Tí ólíkt Svabo og J. Jakobsen nevnir ritgerðin hóast alt tann samkynda atburðin í Ánaniasar tátti. Eivind Weyhe metir lýsingina av hesum sum stórliga láturliga, v.ø.o. eins og yrkjarin í sínari tíð metti hana.
Árni Dahl skrivaði um Ánaniasar tátt í 1980. Hann skrivaði eins og teir eldru høvdu skrivað, bara um byrsuna og at Ánanias mundi brent í hel.

Hugburðurin í seinastuni
Í 1999 skrivar Árni Dahl aftur um Ánanias, og nú er hugburðurin broyttur. Hann sigur nú, at í táttinum eru brigdi, sum vanliga ikki hava verið havd á munni, og at endin á táttinum kann lesast sum glósa til tveir menn, sum eru betri hvør við annan, enn mannfólk vanliga eru. Hann heldur »glósuna« uppímóti, hvussu bæði politikarar og prestar i Føroyum fara við samkyndum og heldur, at vit eru komin stutt afturímóti táttayrkjaranum frá o.u. 1750.
Lýsingin av samveruni millum vinirnar Símun og Ánanias hevur tey seinastu 250 árini verður burturtagd, nevnd láturlig – og at enda nevnd positivt í samanburði við umrøðu av samkyndum í okkara tíð. Við nútíðarbrillum stendur kærleikslýsingin í Ánaniasar tátti sterk sum innilig – kanska naiv, men ikki láturlig ella órættvorðin – lýsing av tveimum samsintum einstaklingum.

Grein útgivin í Vitan og vísindi 

img
  • Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
  • Dagfesting | 28-02-2013
  • Bólkur | Tíðindi