Útgivnar bøkur

Her síggjast allar bøkurnar Ungu Føroyar hava givið út.

Bráðnar

Ein rá skaldsøga um at veksa upp, um skomm og hevnd. Um hvussu ungdómsárini forma ein persón – og hvat kann henda, tá ið tú fleiri ár seinni vendir aftur til staðið, har alt byrjaði.

Eva er 30, tá ið hon kemur aftur til heimbygdina eftir nógv ár í Brússel. Meðan vetrardagurin líður, hoyra vit um summarið 2002, tá ið tað gjørdist greitt, hvussu illa stóð til. Um yvirvaksnu ábyrgdarkensluna, hon føldi heima, og hvussu spølini, hon spældi við vinirnar Pim og Laurens, gjørdust minni og mini sakleys.

img

Dáta um bókina

  • Rithøvundur | Lize Spit
  • Upprunamál | Hollendskt
  • Týðari | Frida Sofía Johannessen
  • Útgávurár | 2026
  • ISBN | 978-99972-911-0-3
  • Tøk | Ja
  • Bólkur | Skaldskapur í bundnum máli