Útgivnar bøkur

Her síggjast allar bøkurnar Ungu Føroyar hava givið út.

Bónusyrkingar

Bókin eitur eftir tí íslendsku lágpríshandilsfyritøkuni, sum hevur fleiri handlar í Føroyum. Og Bónus er heimur yrkinganna. Soleiðis tekur skaldið støði í brúkara-, vøru- og lýsingasamfelagi okkara alra. Men við bókmentaligum tilsipingum verður sjónarringurin víðkaður út um vegakervi innkeypsvognsins, og har hómast t.d. Dante, Gyltalið, Snjóhvíta, Omma við Sjógv og sjómaðurin Hugo onkustaðni í sjónarringinum. Okkurt annað enn vøruparadísið, men eisini fyritreytirnar fyri tí.
Bókin er í 3 pørtum: Aldingarðurin// Paradiso, Nivlheimur// Inferno og Reinsanareldurin// Purgatorio. Henda navnagávan úr Guddómliga sjónleiki Dantes svarar til fruktdeild, kjøtdeild og deild fyri reingerðarevni í Bónus, har yrkingarnar eru staðsettar.
Yrkingarnar eru hittinorðaðar og stuttligar. Tað ger, at atfinningin og tann staðiliga ávaringin móti tí oyðandi ávirkanini frá vørumentanini og sølulýsingunum, sum liggur aftanfyri, ikki er so herskin, at lesarin kastar bókina frá sær, men heldur at hann steðgar á og hugsar seg um.

img

Dáta um bókina

  • Rithøvundur | Andri Snær Magnason
  • Upprunamál | Íslendskt
  • Týðari | Sanna Andrassardóttir Dahl
  • Útgávurár | 2017
  • ISBN | 978-99918-872-2-7
  • Tøk | Ja
  • Bólkur | Skaldskapur í bundnum máli