Útgivnar bøkur

Her síggjast allar bøkurnar Ungu Føroyar hava givið út.

Karmageitin

Yrkingasavnið handfer somu temu sum leikritið, men víðkar og legggur aftrat, og eisini her skyggja tekstirnir millum humor, spei og djúpasta álvara. Sjónarhornið er hjá einstaklinginum, eisini her ein kvinna. Tað lyriska tekstslagið loysir yrkjaran heilt frá avmarking í tíð og stað, og úrslitið er persónssøga, ættarsøga og heimssøga. Sjónstillingin skiftir millum sjóneyku og víðsjón í yrkingum, sum viðgera spurningar um lív og deyða í okkara tíð. Yrkingarnar lova tí óhelmandi meiningaskapandi mynda- og upplýsingafossinum í heimligu og alheimsligu netmiðlunum inn og lofta harvið okkara tíð. Skaldkvinnan letur seg tó ikki taka av fossinum, men tekur ímóti honum við víðfevndum innliti eins væl og skaldsligari mynda- og heildarskapandi megi. Og tað verður ikki breitt útyvir, tá innlitið gerst óunniligt.

img

Dáta um bókina

  • Rithøvundur | Marjun Syderbø Kjelnæs
  • Útgávurár | 2022
  • ISBN | 978-99918-889-4-1
  • Tøk | Bókin er útseld
  • Bólkur | Skaldskapur í bundnum máli