Stjørnudust - úr føroyskum kærleiksyrkingum
Í bókini er eitt úrval av føroyskum kærleiksyrkingum frá kvæðunum til í dag. Mangur lesari man her fara at finna sær onkra yndisyrking at leggja bókarmerki við. – Frø teg við summar og sól, men tá blómurnar fara, frø teg við minnini um tær og bøkur, ið vara...;
Kvæðastev:
Tí vakir hindin,
hanin gelur hátt.
Leingi sova svanirnir á døkkari nátt.
Tí vakir hindin. Astrid Pálsson:
Sæla
Tað sigst at hjartans
reinasti látur
hoyrist upp til himmals
-so man eisini frøin
í sál míni
røkka hjartabotn elskaða mín?
2011

Dáta um bókina
- Rithøvundur | Turið Sigurðardóttir
- Útgávurár | 2011
- ISBN | 978-99918-820-2-4
- Tøk | Bókin er útseld
- Bólkur | Skaldskapur í bundnum máli