Útgivnar bøkur

Her síggjast allar bøkurnar Ungu Føroyar hava givið út.

Stjørnudust - úr føroyskum móðurmyndum

Henda bókin í Stjørnudustrøðini goymir eitt fjølbroytt úrval av yrkingum, sum føroyskir yrkjarar hava yrkt til og um mammu sína ella til eina mammu. Teirra millum eru kærleiks- og takkaryrkingar frá tí vaksna fyri førningin, mamman hevur givið; minnisyrkingar til móðurina, sum er farin av foldum, og yrkingar, ið seta formøðurnar fram sum stimbrandi fyrimynd í stríðinum fyri javnrættindum.

img

Dáta um bókina

  • Rithøvundur | Turið Sigurðardóttir
  • Útgávurár | 2011
  • ISBN | 976-99918-820-3-1
  • Tøk | Ja
  • Bólkur | Skaldskapur í bundnum máli