Útgivnar bøkur

Her síggjast allar bøkurnar Ungu Føroyar hava givið út.

Sláið ring, 3. útg.

Henda fitta bókin, ætlað børnum, sum kom út í 1. útgávu í 2015, er nú komin í 3. útgávu. Í henni eru nógv vøkur, spennandi og stuttlig kvæði og skjaldur, bæði gomul og nýggj, sum ofta verða kvøðin í barnadansi. Millum tey gomlu er Ormurin langi, millum tey nýggju eru t.d. Kongadóttirin í Nólsoy og Risin og Kellingin.

Bókin kostar 100 kr.

img

Dáta um bókina

  • Rithøvundur | Turið Sigurðardóttir
  • Útgávurár | 2017
  • Tøk | Ja
  • Bólkur | Skaldskapur í bundnum máli