sagnaringur

Bólkur av evnisskyldum sagnum, t.d. tann samgermanski sagnaringurin um nivlungar, ið hevur sama evni sum Sjúrðarkvæðini.

sagnir (ft. av søgn)

S. eru munnbornar søgur um veruligar tilburðir og fólk. Ein søgn vil altíð vera sonn, ein frágreiðing um okkurt, og ikki ein søga, onkur hevur funnið uppá. At mangt kann koma skeivt fyri, sum frá líður, at sumt legst afturat og annað dettur burtur úr frásøgnini, er ikki at undrast á í eini søgn, sum hevur livað á manna munni í ættarlið. Hetta broytir ikki tað, at s. altíð geva seg út fyri at vera sannar.
Annað høvuðseyðkenni er, at ein søgn er bundin at tíð, stað og persónum. Hetta eyðkennið hongur saman við, at hon vil siga eina veruliga og sanna søgu. Øll hesi trý krøvini eru tó ikki altíð til staðar, men altíð tvey av teimum.
At ein søgn vil vera sonn,merkir kortini ikki altíð, at hon er sonn, ella at alt í henni er satt eftir okkara fatan. Ein stórur partur av s. eru søgur um pátrúgv, eitt nú um huldufólk og gand. Í okkara tíð halda vit ikki, at tílíkt fær verið satt, men í teirri tíðini, tá ið fólk høvdu pátrúgv, var hetta eisini satt.
S. eru millum fyrstu upprunaligu føroysku tekstir á prenti. V.U. Hammershaimb prentaði s. í donskum tíðarritum í 1846 og frameftir og læt eitt savn av s. prenta í Færøsk Anthologi í 1891. Jakob Jakobsen prentaði til samans 90 s. í Færøske Folkesagn og Æventyr.
S. hava serlig frásagnareyðkenni sum munnborin skaldskapur. Tað er sjáldan meira enn ein hending í hvørji søgn. V.U. Hammershaimb og serliga Jakob Jakobsen hava kortini í sínum útgávum sett fleiri s. um sama fólk saman undir einari yvirskrift, hóast tær hava verið sagdar hvør sær. Bert ein tráður er í hvørji søgn. Søgugongdin er einføld og altíð í rættari tíðarfylgju. Ein s. er vanliga bert um ein høvuðspersón og eitt mótstøðufólk. Høvuðspersónurin kann tó vera kollektivur, t.d. Velbastaðbrøðurnir ella Jansaguttar. Tí er heldur eingin óviðkomandi persónur við í s. Summar s. eru bygdar kring eina serstaka málisku ella vending, men annars er lítið og einki av samrøðu í s.
Skilt verður millum ymisk sløg av s.:
1. S. um fólk. Hesar s. eru um kend fólk í bygdini ella landinum. Sostatt eru s. um prestar, ið søgdust duga gand, t.d. Harra Klæmint og Peder Arrheboe. Aðrar s. eru um fólk sum Jenis í Laðangarði, Guttorm í Múla, Páll fanga, Illu Beintu og fleiri, ið skaraðu framúr ella gjørdu okkurt óvanligt. Tílík fólk draga sagnir at sær.
2. Huldusagnir. Her er evnið úr pátrúnni, og ofta eru slíkar s. eisini knýttar at kendum fólkum.
3. Upprunasagnir. S., ið greiða frá, hvussu okkurt serstakt ella óvanligt er vorðið til. Ein heldur óvanligur heyggur verður stundum til ein hulduheygg, og eitt óvanligt staðarnavn kann sigast at stava frá onkrari ávísari hending. T.d. Álvheyggur í Elduvík og Rinkusteinar í Oyndarfirði, ella navnið “á Smellinum” á helluni norðan fyri Trøllanes, har søgnin sigur, at trøllið sumPáll fangi bardist við brast í helluna.
4. Ferðasagnir. Hesar s. eru søgur, ið eisini eru kendar í øðrum londum. Søgnin um kópakonuna er eitt gott dømi. Í Føroyum hevur hon verið søgd um bæði ein drong í Mikladali og ein drong í Skálavík. Men sama søga er kend eitt nú í Íslandi, Noreg og Írlandi.
Eyðun Andreassen: Úr søgn og søgu 1986. Jakob Jakobsen: Færøske Folkessagn og Æventyr 1899-1901. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi 1891.
EA

samanbering, samanburður

Orðingarháttur, sum ber í sær, at tvey fyribrigdi verða borin saman, soleiðis at annað varpar ljós á hitt. Í víðari merking fevnir s. eisini um dømisøgur og *allegori. Í teirri vanligu s., sum var tald millum stílsnildirnar í klassiskari stílfrøði (simile) er ein evnisliður, sum verður lýstur við samanburði við ein myndlið, ið hoyrir til eitt annað merkingarøki, og báðir liðir hava okkurt í felag (lat. tertium comparationis, ‘triði samanburðarliður’); tann tátturin er ikki altíð orðaður beinleiðis, men skilst av samheinginum; liðirnir eru bornir saman við samanburðarorðum (‘eins og’, ‘sum’) og tað skilir s. frá *myndburði. S. eru vanligar í talumáli: ‘hált sum á kalvabaki’, ‘reyður sum blóð’, og hava frá fornari tíð verið ein høvuðsstílsnild í skaldskapi. Bæði í Homers kvæðum og føroyskum kvæðum eru s. vanligasta myndamálið. Hjá Homer er myndliðurin ofta neyv, sjálvstøðug lýsing; í føroyskum kvæðum er myndliðurin eisini ofta úrgreinaður, t.d. ‘so er at líta á jomfrúkinn,/ sum droyri drýpur á snjó’. *Myndamál.

samanburðarhátturin ella samanburðarbókmentir (fr. la littérature comparée, en. comparative literature)

Slóðbrótarin fyri s. var Mme de Staël (1766- 1817) við bók sínari um týska heimspeki og bókmentir ( De l’Allemagne 1813). Í Norðurlondum gjørdi s. fyrst vart seg í fyrilestrunum hjá Georg Brandes um høvuðsrákini í evropeiskum bókmentum í 19. øld ( Hovedstrømninger i det 19. Aarhundredes Litteratur, 1872-90). – Í víðari merking er okkurt slag av samanburði støði undir flestøllum háttaløgum í bókmentagransking. Í trengri merking er s. gransking av bókmentaávirkan, sum berst frá einari tjóð til aðra. S. var eitt av mest nýttu háttaløgunum í bókmentagransking fram til miðja 20. øld. Arbeitt varð við at finna fram til, hvørja ávirkan eitt skald hevði havt á annað og serliga, hvussu bókmentaligt árin fór millum landa. Leitað var eftir orsøkum í positivistiskum anda og hátturin varð ofta nýttur saman við ævisøguligari gransking í roynd at lýsa til fulnar, hvussu verkini hjá einum ávísum skaldi vóru vorðin til og hvat eyðkendi tey.
Tann bókmentaliga ávirkanin fer fram í huganum á høvundinum, og tí ber bara til at kann hana óbeinleiðis. Viðhvørt ber til at endurgera hana eftir líkskapi millum eitt verk og eitt annað verk, sum hitt fyrra verður hildið at vera ávirkað av. Men líkskapur kann vera tilvild; hann kann eisini standast av felags menniskjansligum korum, vera arketýpiskur. Ævintýramotiv ganga aftur víða um heim uttan at vera dømi um ávirkan millum landa. Í 4. lagi kann líkskapur millum tvey verk stava frá felags bókmentaligari ávirkan frá einari triðju keldu, tá ið høvundarnir virka innan fyri somu bókmentasiðvenju.
S. kann vera sera forvitnisligur; ein vandi liggur í, at ov nógv kann vera gjørt burtur úr lítilsverdum smátingum og at samanburðurin verður mekaniskur og bara viðger staklutir og ytri eyðkenni. Soleiðis sum ævisøguhátturin óvandaliga nýttur hevur lyndi til at føra allar bókmentaligar orðingar aftur til ævisøgu skaldsins, soleiðis hevur s. lyndi til at gera bókmentirnar til ta beru bókmentaligu ávirkan og tað einstaka verkið til ein dunga av ávirkan. Tíðliga í 20. øld kyknaði upp mótstøða móti ævisøguliga háttinum og s. Granskarar vildu nú snúgva sær beinleiðis til skaldverkini sjálv í staðin fyri at spyrja um orsøkir og uppruna teirra. *Nýkritikkur, *formalisma, *strukturalisma.
Johan F. Jensen: Nykritikken 1962. P. van Tieghem: La littérature comparée 1931. R. Wellek: “The Crisis of Comparative Literature” Concepts of Criticism 1963.

samandráttur

1) Í bókmentaundirvísing og -viðgerð: Stutt yvirlit ella endursøgn av teksti. 2) í frásagnarbókmentum er s. ein av framsetingarháttunum; í s. verður sagt stutt frá nógvum hendingum, sum fara fram gjøgnum langa tíð, t.d. ”Halgir sá meg vaksa upp, og eg sá hann eldast og doyggja. Tað var so stutt frá tí, hann helt uppat at ragga út um garðin, til hann doyði” (Heðin Brú: “Halgir”, 1936).

samfelagsfrøðilig bókmentagransking

Gransking av sambandinum millum bókmentir og samfelag. Hugleiðingar um sambandið millum bókmentir og samfelag hava fylgt bókmentafrøðini frá Platon og Aristoteles til okkara tíð. Eitt slóðbrótandi verk um evnið var De la littérature (1800) eftir Mme de Staél, har hon setti sær fyri at kanna ávirkanina frá “átrúnaðinum, siðunum og lógunum á bókmentirnar og somuleiðis ávirkanina frá bókmentunum á átrúnaðin, siðirnar og lógirnar”. Hugsanin um tað sínámillum samspælið var ikki nýggj, men neyvan mundi nakar hava gingið so langt í at taka avleiðingarnar av hesi hugsanini fyrr.
Hesi eru tey tvey høvuðsøkini í s.b.: 1) gransking av samfelagnum í bókmentunum og 2) gransking av bókmentunum í samfelagnum (da. litteratursociologi), men tann einstaki granskarin og kanningin fevnir ofta um partar av báðum økjunum.

1) Gransking av samfelagnum í bókmentunum:
Her verður samfelagsmyndin í bókmentaverkum kannað; kannað verður, hvussu eitt ávíst tíðarskeið ella ein søgulig gongd kemur til sjóndar í bókmentunum, einstøkum verkum ella bókmentarákum. Tvey høvuðsrák hava verið í hesari granskingini: tað positivistiska og tað marxistiska.
Grundleggjarin av tí positivistisku (sí *positivisma) bókmentagranskingini var Taine (1828-93). Hjá honum ráddi tað náttúruvísindaliga sjónarmiðið, at list og bókmentir eru úrdráttur av søguligum umstøðunum sum heild. Hann greindi tríggjar høvuðstættir sum avgerandi fyri kjarnan í listaverkinum ella bókmentaverkinum: rasu, umhvørvi og tíðarskeið. Nógvir av teimum stóru bókmentafrøðingunum í 19. øld fingu íblástur frá Taine í ævisøguligari bókmentagransking, har høvundur og ritverk verða kannað sum ein heild. Veikleikin hjá hesari granskingini er, at hon kann gerast mekanisk, at sambandið millum samfelagið og bókmentirnar verður ávíst sum ein røð av staklutum uttan dýpd ella heildarfatan; tá er vandi fyri, at kvantitativa heldur enn tað kvalitativa sjónarhornið ræður.
Marxistiska sjónarmiðið (sí *hugmyndafrøði), sum Karl Marx (1818-83) og Friedrich Engels (1820-95) eru upphavsmenn at, er at eitt og hvørt mentanarfyribrigdi, skaldskapur eins og annað, er grundleggjandi treytað av tí samfelagsliga og búskaparliga støðinum, sum tað er sprottið av. Árin frá hesari hugsan gjørdi vart við seg í skriving hjá Plekhanof og Mehring um bókmentir. Við orðunum hjá Marx so er tað ikki tilvitið hjá menniskjanum, ið avger veran tess; heldur er tað tann samfelagsliga veranin hjá menniskjanum, ið avger tilvit tess (Marx, formæli í Zur Kritik der politischen Ökonomi). Við tað at stættastríðið er drivfjøðurin í samfelagnum, hava marxistiskir bókmentafrøðingar lagt dent á at greina bókmentir út frá stættaupprunanum og samfelagsstøðuni hjá høvundunum. Vituliga ber til at sameina sovorðna gransking við *ævisøguliga háttin, men hon gevur teimum samfelagsligu táttunum størri ans enn teimum sálarfrøðiligu. Sum frá leið, gjørdust marxistiskir bókmentafrøðingar tortrúnari mótvegis royndum at síggja sambandið millum bókmentir og búskap sum orsakasamband, har luturin hjá tí skapandi einstaklinginum varð gjørdur til einkis og tær samansettu fyritreytirnar fyri bókmentamenningini vóru nógv einfaldaðar. Grundhugsanin er kortini, at samfelags- og, fremst, búskaparumstøður seta bókmentunum ávís mørk og beina tær ávísa leið, hóast einstaklingar reagera ymiskt upp á umstøður. Mótsett tí mekaniska í positivismuni sær marxisman sambandið millum bókmentir og samfelag sum dialektiskt, t.e. at ein samansett ávirkan og mótávirkan fer fram millum bókmentir og samfelag ( tesa og antitesa); ávirkanin leiðir til eina nýggja støðu ( sýntesu) , sum so aftur verður fyri ávirkan o.s.fr. Tí broytast bókmentirnar, tá ið samfelag og búskapur broytast, og broytingar ganga eisini hin vegin: frá bókmentum til samfelag og búskap – tó soleiðis at búskaparstøðið er tað avgerandi, tá ið samanum kemur.
Tvey høvuðssjónarmið hava verið um endamálið hjá marxistisku bókmentagranskingini. Annað er, at granskarin eigur at vera uppi í strínum fyri sosialistiskari kollvelting og tí eigur at kanna, um bókmentaverkini, ið kannað verða, kunnu nýtast í hesum stríði (sí *sosialistisk realisma). Hetta er normativ gransking. – Hitt sjónarmiðið leggur dent á at avdúka mekanismurnar í kapitalistiska samfelagnum, soleiðis sum tær seta seg ígjøgnum í teimum kannaðu bókmentaverkunum; hetta er tann hugmyndafrøðikritiska granskingin (sí *hugmyndafrøði). Millum hesar mekanismurnar hevur serliga verið áhugi fyri tveimum: *fremmandagerð (tý. Verfremdung) og lutgerð (tý. Reifikation). Við fremmandagerð meinti Marx kensluna av fremmandleika og andstygd, sum kom á arbeiðarar í stórum verksmiðjum, har arbeiðið var býtt í smáar sjálvstøðugar eindir, so at tey arbeiðandi onga heildarmynd fingu av arbeiðinum, ætlan og týdningi tess. Fremmandagerðin er so útbreidd í tí kapitalistiska samfelagnum, at tað umber seg ikki, at hon kemur fram í bókmentunum. Við lutgerð meinast, at í tí kapitalistiska samfelagnum eru øll virði mett sum vøra, t.e. ikki eftir nýtsluvirði ella gagni, men eftir býtisvirði, t.e. virðinum sum vøra. Lutgerðin røkkur eisini at andligum virðum ella andligari framleiðslu sum t.d. list og samskifti. Lutgerð kann eins og fremmandagerð koma fram í bókmentum, og ein uppgáva hjá bókmentafrøðinginum verður at greina hana í bókmentaverkunum.

2) Gransking av bókmentunum í samfelagnum:
Granskingin av støðuni hjá bókmentum í samfelagnum (bókmentasosiologiin) mentist, samstundis sum samfelagsvísindini mentust ígjøgnum 20. øld. Henda granskingin fevnir vítt. Í fyrsta lagi um bókmentaframleiðsluna; har verður hugt at búskaparliga støðinum undir bókmentaframleiðslu, støðuni hjá rithøvundum í samfelagnum, støðuni hjá øðrum ið fáast við bókmentir ella hava útkomu av teimum o.s.fr. Spurt verður t.d., um tað veruliga frælsið ella møguleikarnar hjá høvundum at fáa list sína út millum manna og leiklutin hjá bókaframleiðslu í samfelagnum í heild. Í øðrum lagi er at nevna kanning av, hvussu bókmentaverk verða miðlað, av útbreiðslu- og søluskipanum, støðuni hjá lesarabólkum og bókamarknaðinum alment. Um hesi evnini, sum viðvíkja vísindagreinini samskiftisfrøði, hevur fransmaðurin Robert Escarpit skrivað. Í triðja lagi verður kannað, hvussu bókmentir verða móttiknar og lisnar, og hvørjir lesarar teirra eru. Spurt verður, hvør lesur hvat við hvørjar umstøður. Hesir tríggir liðirnir: framleiðsla, útbreiðsla og móttøka og sínámillum sambandið teirra millum er samanfatað í hugtakinum *bókmentastovnur. Granskarar hava kannað, hvussu eitt tekstslag sum skaldsøgan er vaksið fram og samstundis lesarar av hesum tekstslag (I. Watt). Aðrir hava lýst samspælið millum listaformar og samfelagsmenning (Arnold Hauser). Harumframt hevur verið hugt at teirri merkingarskapanini, sum fer fram í lestri (móttøkugransking, da. receptionsforskning).
Gransking av av bókmentum í samfelagnum er margháttað. Samfelagsfrøðingar hava kannað bókmentir sum samfelagsfyribrigdi uttan at skeita at innihaldi teirra. Og nógvir bókmentafrøðingar hava sett sítt granskingarevni í samfelagsligt samanhang. Millum slóðbrótararnar eru danin Sven Møller Kristensen, onglendingurin Raymond Williams og týskarin Leo Löwenthal.
Í gransking av bókmentum í samfelagnum verða ymislig háttaløg nýtt. Summi leggja doyðin á nágreiniligar hagfrøðiligar kanningar. Onnur eru upptikin av at koma til eitt ástøði um tann samfelagsliga leiklutin hjá bókmentum.

Samfelagið í bókmentunum
Klaus Guldager: Færingesaga som ideologi i det islandske middelaldersamfund 1975. Turið Sigurðardóttir: „Virðingin fyri veruleikanum“Bókmentasøgur 2004, bls. 176-242. Henrik Ljungberg: Eros og samfund i nogle af William Heinesens romaner 1976.

Bókmentir og list í samfelagnum
Føroysk gransking:
Bókin sum mentunarberi Norðurlendskir fyrilestrar um bókina og støðu hennara, 1990.Bókin undir lesiglasið FLB 1990. Føroya Landsbókasavn. Ársfrágreiðing (hvørt ár). Lesiáhugi. Ársarbeiði í uppalingarfrøði. 4. flokkur á Føroya Læraraskúla 1975-1976 FLB. Turið Sigurðardóttir: “Robinson Kruso – eitt politiskt kapitul í føroyskari bókmentasøgu” s. 199-230, Robinson Kruso 1990. Malan Simonsen: “Føroyska bókmentaalmennið í 19. øld” bls. 6-14, Fróðskaparrit 32 1985.
Onnur gransking:
R. Escarpit: Sociologie de la littérature 1958 (do. týð. v. ískoyti um danska bókmentastovnin eft. Hans Hertel: Bogen og læseren 1972). L. Goldmann: Pour une sociologie du roman 1964. A. Hauser: Die Sozialgeschichte der Kunst und Literature 1953 (do. týð. 1979). G. Lukács: Schriften zur Literatursoziologie 1963; sami: Kunst og kapitalisme 1979. L. Löwenthal: Literatur und Gesellschaft 1964. Erland Munch-Petersen (ritstj.): Litteratursociologi. En antologi. S. Møller Kristensen: Digteren og samfundet 1965; sami: Litteratursociologiske essays 1970. R. Williams: Culture and Society 1958.

samfelagsmálvísindi (da. sociolingvistik, en. sociolinguistics)

S. eru ein málvísindagrein, har ið øll aspekt av sambandinum millum mál og samfelag verða kannað. S. hava áhuga fyri samanhanginum millum málslig og felagslig (sosial) fyribrigdi í víðastu merking.
S. verða eisini nevnd málsamfelagsvísindi. Talan er einans um ein formligan mun millum hesi heitini. Samfelagsmálvísindi eru eitt slag av *málvísindum í samfelagsligum ljósi, har t.d. málvariatión og málbroytingar verða kannað úr málvísindaligum sjónarhorni. Í málsamfelagsvísindum er talan um samfelagsvísindi í málvísindaligum ljósi, har t.d. málvariatión og málbroytingar verða kannað úr samfelagsvísindaligum sjónarhorni. Hvat heiti verður valt, velst um, um høvuðsdenturin liggur á tí málvísindaliga ella tí samfelagsvísindaliga bógnum.
Munurin millum s. og málvísindi er sostatt, at í s. er ein felagslig dimensjón, sum vantar í málvísindum. Samfelagsmálvísindafólkið spyr, hvussu málið verður nýtt í ymsum felagsligum bólkum, í ymsum umstøðum, um tað er treytað av samleika, formleikastigi, evni o.s.fr.
S. eru til tað ung vísindagrein, ið fekk eitt veruligt frambrot við kanningunum hjá William Labov av framburði í New York í 1960-árunum. Hesar kanningar vóru so kollveltandi, at tosað verður um tað labovska paradigmið. Labov avdúkaði, at framburður var treytaður av felagsligari støðu. Umframt felagsliga treytaða málvariatión fáast s. eisini við t.d. mál sum samleikaskapandi tátt, hugburð til mál o.s.fr.
S. eru ein tvørfaklig vísindagrein á markinum millum málvísindi, samfelagsvísindi og mentanar *mannfrøði.
Tað, sum veruliga ger skilnað millum málvísindafólk og samfelagsmálvísindafólk, er háttalagið, sum nýtt verður. Dáturnar hjá samfelagsmálvísindafólki eru oftast vanligt gerandismál innsavnað undir óformligum umstøðum, og tey mynstrini, sum verða kannað, umfata eisini títtleikamynstur, t.e. hvussu ofta ymsir málformar verða nýttir. (Hudson 1999:146). Dáturnar verða innsavnaðar ígjøgnum feltarbeiði, sum rætt og slætt merkir at savna málsligar dátur, har ið mál verður talað. Felt sipar sostatt til natúrligar umstøður, har ið mál verða talað, t.e. allastaðni, har fólk møtast og samskifta. Tað øvuta háttalagið er at arbeiða við dátum, sum eru fingnar til vegar við skriviborðið.
David Chrystal: A Dictionary of Linguistics and Phonetics Blackwell 2003. R.A. Hudson: Sociolinguistics. Cambridge Textbooks in Linguistics, Cambridge University Press 1999. Rajend Mestrie (ritstj.): Concise Encyclopedia of Sociolinguistics 2001. Britt Mæhlum, Gunnstein Akselberg, Unn Røyneland og Helge Sandøy Språkmøte. Innføring i sosiolingvistikk Cappelen 2003.
JíL

samheiti (da. synonym)

Tvey ella fleiri orð, sum eru ólík men hava somu merking. Tað er sjáldsamt, at orð eru alvegis s., tí oftast loðar onkur sermerking ella dámur upp við hvørt orð, sbr. t.d. kona og kvinna. Sí eisini *merkingarfrøði.

samrøða (gr. dialogos)

Samrøða millum tveir ella fleiri persónar. 1) S. hevur verið eitt serligt tekstslag í upplýsandi og atfinnandi bókmentum. Elstu og gitnastu samrøður av hesum slag eru samrøður ella dialogar Platons. Fleiri aðrir fornir høvundar fylgdu í fótasporum Platons og skrivaðu samrøður. J. H. O. Djurhuus týddi 4 av samrøðum Platons og brot av tí fimta. Týðingarnar komu út í 1931 og 1938 og vórðu útafturgivnar í 2008. 2) S. er høvuðsformurin í leikritum og er týdningarmikil í frásøgubókmentum av ymsum slag.

samrøðukendur (en. dialogic el. dialogical)

Eyðkendur ella bygdur upp av sínámillum virknari, aftursvarandi samrøðu heldur enn stevnufastari, einvísari einarøðu. Hugtakið s. er týdningarmikið í ritum eftir russiska tekstfrøðingin Mikhail Bakhtin. Í bók síni Problems of Dostojevsky’s Poetics, 1929, setir M. Bakhtin tað samrøðukenda ella polýfona samspælið millum røddirnar hjá teimum ymsu persónunum í skaldsøgunum hjá Dostojevski upp yvir av sjónarhorninum, sum er í skaldsøgunum hjá Tolstoj, ið er eittans. Sama ár varð í bókini Marxism and Philosophy of Language (trúliga eftir Bakhtin, men útgivin undir navninum V. N. Voloshinov) sett fram – ímóti teori *Saussures um la langue – hugsanin, at veruligar orðingar ella tala er s. við tað, at hon er feld inn í ein samtekst av samrøðum og tí er svar til alt tað, sum ein samrøðuluttakari longu hevur sagt og/ella roynd at kalla fram eitt ávíst svar frá onkrum serstøkum lurtara. Sí eisini *margáherðsla, *karnivalskur.
Guðrun Gaard. 2005. “”Í tøgnini ert tú”. Regin Dahl úr sjónarhorninum hjá dialog-spekini.” Setursrit 2, bls. 21-30.

samsansan (gr. synaisthesis)

Sálarfrøðiligt hugtak, ið merkir, at ávirkan á eitt sansaøki hevur samband við eitt annað ella fleiri onnur sansaøki. Í vanligum máli ger fyribrigdið vart við seg t.d., tá ið talað verður um heitar ella kaldar, skríggjandi ella mjúkar litir. Í bókmentum er s. kend frá gamlari tíð, men serliga í fronsku *sýmbolismuni varð hon dyrkað, og ikki minst fyrimyndin hjá sýmbolistum, Baudelaire, gjørdi nógv burtur úr s. (audition colorée, ‘hoyrn í litum’); somuleiðis er s. sera vanlig hjá nútíðarskaldum, t.d. “fulltónandi cresendo/ av darrandi reyðum” (Guðrið Helmsdal Nielsen).

samskifti

S. er at tosa saman, tað er sjónvarp, tað er at seta hárið, tað er skaldskapar ummæli, tað er at dansa, tað er at glaða og brenna vita. Tað er tann sosiala sínámillum ávirkan, sum fer fram gjøgnum boð. S. fevnir um tekn og kotur; tekn eru mentalutir ella gerðir, sum sipa til okkurt annað enn sín sjálvs; kotur eru tær skipanir, sum teknini eru samskipað í og sum gera av, hvussu tekn kunnu setast í samband við hvørt annað. At geva frá sær tekn og kotur og at taka ímóti teimum er at samskifta, virksemið hjá sosialu sambondunum. S. er sera týdningarmikið í okkara mentan, uttan s., eingin mentan.
John Fiske: Introduction to Communication Studies 1990.
MM

samtittul

Felags heiti fyri bóka- ella greinarøð. Bókarøðin hjá Jens Paula Heinesen við samtittlinum Á ferð inn í eina óendaliga søgu er í sjey bindum, hvørt við sínum heiti.

satira (lat. av satura, upprunaliga offurbolli við ymsum ávøkstrum, seinni kvæði við blandaðum evni)

Røturnar eru í forngrikskum skaldskapi, m.a. skemtileikum eftir Aristofanes. S. er skaldskapur sum finst at og lýsir brekini hjá einstaklingum, ávísum menniskjatýpum, samfelagsligum, trúarligum ella bókmentaligum fyribrigdum. S. er ofta ein hissini partur av verkum, sum ikki eru s. burturav, serliga av skemtileikum. Tónin kann spenna frá umberandi skemti til beiska ábreiðslu. Leikrit, yrking eins væl og prosa, kunnu vera satirisk. Í føroyskum bókmentum hevur s. funnið sær pláss í teimum gomlu táttunum um býttlingar og ódugnadýr (Brókartáttur, Jákup á Møn o.s.frv.), í nýggjari tíð í styttri politiskum táttum, sumviðhvørt eisini hava verið kvødnir á gólvi (Sambandstátturin); tann nýggjara táttayrkingin raknaði við við tær fyrstu v4-sendingarnar hjá Útvarpi Føroya. Studentakabarettin, seinni Ólavsøkukabarettin, og einstakar aðrar stevnukabarettir eru satiriskar og somuleiðis stevnubløð sum Rukkulakkin og Ruskovnurin. Í føroyskum frásøguskaldskapi er eisini nógv s., t.d. hjá M.A. Winther (“Orrustan í Klandursskoti”), Heðin Brú og J.P. Heinesen (Rekamaðurin).

satýrleikur

Forngriksk leikskald áttu at lata frá sær ein s. umframt teir tríggjar harmleikirnar (*leikbókmentir), soleiðis at úr spurdist fýrleikur (*tetralogia). S. leitaði sær evni úr frumsagnum(*mýta) og snúði seg ofta um eina hetju, sum varð lýst á láturligan hátt og gjøgnum margháttligar hendingar. Kórið var ein flokkur av satýrum, hálvir menn og hálvir geithavrar úr fylgi Dionýsosar. Aristoteles sigur, at harmleikurin er sprottin úr s., men tað er óvist. Ytri formurin er tann sami, men s. eyðkennist av grovligum hendingum og ófantaligum skaldskapi. Bara ein s. er varðveittur heilur, Kýklopurin eftir Evripides, umframt nøkur brot, m.a. ein hálvur s. eftir Sofokles (Sporhundarnir).

Saussure, Ferdinand de [so’sy:r] (1857-1913)

Málvísindamaður. Hann skilti ímillum a) la langue, sum er málskipanin í einum og hvørjum tungumáli, tað almenna málið og málføri ella bygdarmál, har sum tey eru til, og b) la parole, ið er tala einstaklingsins. Harumframt skilti hann ímillum søguliga málfrøði, t.e. málsøga, og samtíðarliga málfrøði, t.e. mállýsing. Hesi og onnur hugtøk hjá S. hava havt avgerandi týdning fyri nýggjari málslig vísindi (*málvísindi) og fyri *strukturalismuna. Sjónarmið síni legði S. fram í fyrilestrum frá 1906, og tey vóru útgivin 1916 eftir studentauppritum sum Cours de Linguistique Génerale.

savnrit

Savn av tekstum eftir ein høvund ella fleiri; tað kann eisini vera høvundarleysir tekstir. Fyrsta og gitnasta føroyska savnritið er Færøsk anthologi I-Ì (1891), sum Hammershaimb legði úr hondum við skaldskapi av manna munni og úrvali av nýggjari skaldskapi. Savnritini Jóla- og nýggjársbók (1903-05), ritstj. Símun av Skarði, og Smáskriftir Varðans (1915-18) goymdu upplýsandi og skaldsligt tilfar fyri vaksin og børn. Søgubókin (1949), ritstj. Sigrið av Skarði Joensen, er savn av yrkingum og søgum eftir føroyskar og útlendskar høvundar fyri børn og vaksin. Føroysk s. fyri børn eru sonevndar “jólabøkur”, sum koma út árliga fyri jól; ta fyrstu gav felagið Varðin út í 1922, og hon kom út í nøkur ár. Føroya Lærarafelag hevur síðan 1950 givið út Mína jólabók.

sálarfrøðilig bókmentagransking

S.b. byggir á sálarfrøðina, sum menti seg sera nógv í 20. øld. S.b. granskar sálarlívið hjá høvundinum fyri at finna fyritreytirnar fyri verki hansara; s.b. granskar eisini sálarlívið hjá einstøkum persónum í skaldverkum og ta sálarligu ávirkan, sum lesarin verður fyri. Tann sálarfrøðistevnan, sum sum hevur havt størsta ávirkan á bókmentir og bókmentagransking, er sálargreiningin (psycho-analyse), sum Sigmund Freud (1856-1939) grundaði. Sálargreiningin menti ein viðgerðarhátt, sum skuldi gera nervasjúklingin tilvitaðan um tær duldu girndir, sum vóru drivmegi hansara. Freud býtti persónleikan sundur í 3 stig: tað (id), har sum orkan hjá teimum frumkendu menniskjansligu grindunum ræður; eg (ego), sum er tær tilvitaðu royndirnar hjá menniskjum at skapa javnvág millum sínar egnu tørvir og krøvini frá umheiminum; og yvireg (superego), t.e. samvitskan, ið verður til gjøgnum uppalingina og ber boð um siðalagsligu krøv samfelagsins. At hesum hugtøkum eru knýttar teoriir um burtskotran (Verdrängung) og sublimering av girndunum og tær duldir ella sálarfløkjur (kompleks), ið hervið verða til í menniskjanum.
Sjálvur fekst Freud ikki so nógv við bókmentir; tó finst hjá honum hugmyndin, sum kortini er eldri, um at listamaðurin líður av ringum nervum, nevrosu, og at listarlig skapan veitir honum linna uttan at lekja hann eina ferð fyri allar. Bókmentafrøðingar hava serliga miðað seg eftir dreymatýðingum Freuds og greiningum hansara av skemtisøgum, hittinorðum og mismæli og tann vegin roynt at finna háttaløg til s.b. Tá verður roynt at kanna, hvørjir máttir úr dulvitinum koma til sjóndar í skaldverkinum – uttan at høvundurin endiliga nýtist at hava verið tilvitaður um tað – og við tí í huga verður leitað eftir kynteknum og øðrum eyðkennum, sum benda á burtskotran.
Teoriir Freuds høvdu ómetaliga ávirkan á nógv meginskald í fyrru helvt av 20. øld; her skulu bara verða nevndir leikritahøvundurin E. O’Neill og skaldsøguhøvundarnir J. Joyce, Th. Mann og D.H. Lawrence.
Klassiska sálargreining Freuds fæst við tað einstaklingsbundna. Men í djúpsálarfrøði síni ger C.F. Jung (1876-1961) vart við eitt felagsmenniskjansligt sýmbolmál, sum er algongt í skaldskapi og frumsagnum – mýtum – í ymisligastu mentanum og eisini er at finna í dreymum okkara; hesi sýmbol kallar hann *arketýpur og tulkar tilveru teirra út frá tí sannroynd, at menniskju altíð hava livað við somu grundkor og tí mugu skapa sær somu grundhugmyndir um ta gátuføru tilveruna. Sambært Jung hava listafólk serligt samband við tað felagsmenniskjansliga dulvitið; ein orsøk til tann sterka máttin, ið skaldskapur hevur, man vera at hann setur fram grundleggjandi lívstreytir í myndum, sum tala til tey djúpastu løgini í menniskjum.
Kunnleiki um sálarlívið hjá menniskjum má vera ein fyritreyt fyri holla fatan av skaldverkum. Men teoriir um sálarlívið byggja ofta á stórar algildingar, og varliga má farast fram, tá ið tær verða nýttar í sambandi við so fjølbroytt og persónsbundið evni sum skaldskap.
Sigmund Freud: Vorlesungen in die Psychoanalyse 1917, Neue Folge der Vorlesungen in die Psychoanalyse 1933, do. týð.: Psykoanalyse. Samlede forelæsninger 1990. Jørgen Dines Johansen: Psykoanalyse, litteratur, tekstteori bd. 1 & 2, 1977. Lis Møller: Freuds litteraturteori 1984. Arne Thyregod: Freud og psykoanalysen 1975 (stutt kunning um sálargreining).
Føroysk skriving um sálarfrøði og bókmentir: Arnbjørn Danielsen: Sociale og psykologiske elementer i Martin Joensens romaner og fem noveller (cand.phil.-ritgerð, FLB) 1978. Åge Haugland: “Freud og sálargreiningin” Útiseti. V, 1950. Nils Ihlen: “Sigurd Hoel in memoriam” Varðin 34, 1961. Malan Simonsen: “Dreymurin” Bylgjurnar leika í trá 1992.

sálarkveiking (tý. Beseelung)

Eitt stílfyribrigdi, vanligt í skaldsligum máli í ymsum tíðarskeiðum, t.d. romantikkinum. Við s. verða deyðir, ítøkiligir lutir, serliga náttúrufyribrigdi, lýstir sum livandi: “nú grætur døgg um tey harðbalnu kor,/ lívið á foldini fann” (Pól F). Skyld við *persónsgerð.

sálmur (gr. psalmos sangur saman við streingjaleiki)

1) Jødiskur lovsangur ella ákallan, serliga Dávids sálmar. 2) Kristin trúaryrking, rímað og í regluligum ørindum, ætlaðir kirkjufólkinum at syngja saman á gudstænastu. Í frumkristnini vórðu sálmarnir í Gamla testamenti nýttir, síðan nýyrktir kristnir sálmar.
Í katólskari tíð vóru nógv halgikvæði yrkt á norrønum, mong vóru lovkvæði til Mariu moy. Tey høvdu ofta vøkur nøvn, sum hóskaðu til ta hávirðing, sum yrkisevninum varð sýnd. Eitt teirra er tað íslendska lovkvæðið til Mariu moy Ljómur. Í Føroyum er lagið til Ljómurnar varðveitt og brot av tekstinum. Í Íslandi er allur teksturin væl varðveittur, men lagið er burtur.
Við siðaskiftið gjørdist sálmasangur á móðurmálinum fastur liður í gudstænastuni. Sálmarnir tóku evni úr Bíbliuni og fylgdu kirkjuárinum: jólasálmar, nýggjárssálmar, føstusálmar o.s.fr. Eisini eru sálmar til ymsar tíðir á degnum, serliga morgun- og kvøldsálmar. Harumframt til høvuðshátíðir í mannalívinum, t.d. skírn. Ein sálmabólkur, ið vit kunnu kalla sálmar at syngja, áðrenn og aftan á at ávíst arbeiði varð gjørt, eru sjósálmar, ið vóru sungnir í Føroyum heilt frá siðaskiftinum til motorbátarnir komu umleið 1900.
Fyrstu sálmarnir eftir siðaskiftið vóru yrktir til kend veraldlig løg, dansiløg og vísuløg. Hetta var sangskaldskapur, sum tænti til at læra og minna fólk á hitt rætta guds orð eftir Bíbliuni. Katólskir sálmar blivu eisini umyrktir, so teir hóskaðu til ta nýggju læruna, Jesus var t.d. settur inn í staðin fyri Mariu moy. Luther yrkti og umyrkti nógvar sálmar í samsvari við ta nýggju læruna. Boðskapurin gekk fram um skaldskapin, var lagið kent, var tað lættari at minnast orðini og syngja tey. Teir gomlu sálmarnir eru ofta ógvuliga langir, eini 15 ørindi ella meir. Í nýggjum sálmabókum eru teir styttir.
Í Føroyum kom siðaskiftið, lutherdómur, í gildi 1537, men her og Noregi gjørdist kirkjumálið móðurmálið hjá einavaldskonginum, danskt, og sálmasongurin í Føroyum var á donskum frá siðaskiftinum til 1948. Tó vórðu føroyskir sálmar sungnir av og á við serstøkum loyvi tíðliga í 20. øld.
Danskar sálmabøkur komu til Føroya um siðaskiftið, men tann sálmabókin, sum hevur verið longst brúkt í Føroyum, summastaðni inn í 20. øld., er sálmabók Kingos frá 1699. Tvey hundrað ár seinni, í 1899, kom fyrsta savnið av føroyskum sálmum út í bókini Smásangir og Sálmar. Føroysk kirkjusálmabók kom út í 1956.
Sálmaskaldskapur blómaði í Norðurlondum í 17. øld. Í Íslandi var Hallgrímur Pétursson (1614-1674) størsta sálmaskaldið. Av donskum og norskum sálmaskaldum í barokkinum stóð Thomas Kingo hægst (1634-1703. Dorothe Engelbretsdatter (1634-1716), Bergen, vann stóra undirtøku fyri sínum sálmum meðan, hon livdi. Petter Dass (1647-1707), Norðurnoregi, var eitt høvuðsskald í tíðini, hóast hann ikki kom á prent fyrr enn seinni. Hesi trý hava øll havt stóran týdning í Føroyum. Viðvíkjandi útgávutølum stóð Dorothe framman fyri Kingo, meðan tey livdu. Men í eftirtíðini eru Kingo og Dass nógv útbreiddari enn hon. Í føroysku sálmabókini er ein sálmur eftir Dorethe: ”Dagur seinkar, setur sól”; tríggir eftir Petter Dass: ”Harra Guð, títt dýra navn og æra”, ”Um altíð hvør mín limur av sangi fyltur var” og ”Mín Jesus havi eg hjá mær/ í breyði og í víni”. Til samanberingar eru 30 sálmar eftir Kingo í føroysku sálmabókini. Kingotýðararnir eru ellivu í tali: Jóannes Patursson, Símun av Skarði, Jákup Dahl, Chr. Matras, Rólant Lenvig, Elsa Bærentsen, Gunnar Dahl Olsen, Salomon J. Joensen, Regin Dahl, Jóhannes Andr. Næs, og S.A. Weihe.
Í *pietismuni í 18. øld var Brorson eitt høvuðsnavn í donskum sálamskaldskapi, og í *romantikkinum í 19. øld skaraði N.S.F. Grundtvig (1783-1872) burturúr; báðir hava havt stóran týdning í Føroyum.
Ein av fyrstu sálmayrkjarum okkara er Jóannes Patursson, sum var uppvaksin við kingosálmum. Aðrir eru Fríðrik Petersen, Jákup Dahl og Símun av Skarði; tann síðstnevndi minnir við hvørt eins og Mikkjal á Ryggi í sálmum sínum um *tjóðskaparromantikkin hjá Grundtvig. Í fríkirkjuni er Victor Danielsen tann stórvirknasti sálmayrkjarin og -týðarin; týðingar hansara eru serliga úr enskum. Nógv gomul føroysk sálmaløg vórðu varðveitt á manna munni í øldir uttan stuðul frá ljóðførum og eru til skjals sungin inn á ljóðband í 20. øld.
Jákup Reinert Hansen: „Eitt serføroyskt sálmaskald“,Mikkjalsbók 1994, bls. 29-38. Signa Joensen: „Berst á brósti tungligt gjálv. Biðjudagssálmar hjá Jóannesi Patursson“. Høvuðsritgerð á Fróðskaparsetrinum, ópr. 2004.
Marnersd., M., og Sigurðard., T.: Føroysk bókmentasøga 1 2011, bls. 123-132, 374-381.

sekundertilgongd

Hugtak í sálargreining Freuds (*frumtilgongd).

semantikkur

Málvísindagrein, ið fæst við merkingina í tungumálum, sí *merkingarfrøði.

semiotikkur

Seyðabrævið

Ein lóg frá 1298 um seyðahald í Føroyum. S. er elsta og týdningarmesta føroyska skjal úr miðøld. S. er skrivað á skinn í bók, sum kallast Kongsbókin. Hon var leingi goymd í Stokkhólmi, men er nú í varðveitslu á Føroya Landsskjalasavni. S. er í øllum høvuðsheitum skrivað á tí forna norska málinum, norrønum. Men í tí eru máliskur og orð, ið hava við seyðarøkt at gera, sum tykjast vera byrjanin til eitt serstakt føroyskt mál.
Jón Helgason: “Kongsbókin úr Føroyum” Útiseti 1952, bls. 101-122.

siðaleikrit (fr. moralité, e. morality)

Trúarligir sjónleikir, sum tóku seg fram í sambandi við *halgileikrit í 15. øld men líktust frá teimum, tí s. vóru dramatisk *allegori, har ið dygdir og ódygdir stigu fram sum persónar. Endamálið við s. var kristiligur siðalagsboðskapur, sum ofta varð drigin serliga fram í *prologi leiksins. Eitt tað gitnasta s. er tann enski Everyman frá um 1500, m.a. kent í endurgerð eftir Hugo von Hofmannsthal, Jedermann, 1811. S. høvdu almikla ávirkan á leikritaskriving í 16.-17. øld, men tey duttu sjálv burtur í 16. øld.

siðaregla

Fram til romantikkin var ein stórur partur av bókmentunum meira ella minni beinleiðis lærandi og siðbøtandi, harímillum dømisøgur og skemtileikir. Í hesum skaldskapi var ofta ein morala ella s. sett fram, ið var tað, ið lesarin ella hyggjarin átti at leggja sær í geyma. Í Politiska kannustoyparanum eftir Holberg kemur henda s. í endanum, her í týðing eftir H.A. Djurhuus:

Vit gera rætti lívið svárt,
ei um hans heiður nøra,
eitt er at seta út í kort,
men annað skip at føra.
Av bók um politikk tú teg
kanst læra mangt og kanna,
men leiða land á rættan veg,
til tað krevst meir og annað.
Av tí í dag mær fyri var,
skal handverksmaður vita,
at ikki hvør, sum rættin slær,
í rættinum kann sita.
Tí, tá ið kannusmiður til
borgharra seg vil hevja,
er sum tá borgarharri vil
í kannusmíði vevja.

sjálvsævisøga

Ævisøga, har hvundur og hvuspersónur eru sami persónur. Formurin kann vera leyslig dagbókarbrot, frágreiðingar um ytri hendingar í tíðarrøð; lívið hjá høvundinum kann vera uppfatað sum lagað frammanundan av einum guddómligum mátti, t.d. Mit Livs Eventyr (1855) eftir H. C. Andersen; s. kann eisini vera ein eirindaleys lýsing av sálarligu eyðkennunum hjá høvundinum, t.d. Confessions (1781- 88) eftir J. J. Rousseau. S. kann vera eins nógv um heimspekiligu ella listfrøðiligu sjónarmiðini hjá høvundinum eins og um lív hansara, t.d. S. T. Coleridge Biograhpia Literaria, 1817. Summar s. hava hálvavegna dám av menningarskaldsøgu, soleiðis at tað ikki ber til at skilja millum skaldskap og veruleika, t.d. Dichtung und Wahrheit (1811-33) eftir Goethe; í øðrum førum er skaldskapardámurin við yvirlutan, hóast sjálvsævisøguligu eyðkennini eru sjónsk, t.d. Fjallkirkjan (1923-28) eftir Gunnar Gunnarsson og 7-bindaskaldsøgan Á ferð inn í eina óendaliga søgu (1980-92) eftir Jens Paula Heinesen. S. standa ofta nær *endurminningum. Í Endurminningum (1980) eftir Heðin Brú er fyrri partur sera sjálvsævisøguligur.
Johnny Kondrup: Levned og tolkninger 1989. Philipe Lejeune: Le Pacte autobiographique 1975. Turið Kjølbro: Lívið og listin. Ritgerð um Endurminningar hjá Heðini Brú. Ritgerð, Føroyamálsdeildin 1997, FLB.

sjónarhorn (en. point of view, tý. Standort, Perspektive, da. synsvinkel)

Staðið ella støðan, haðani høvundur ella frásøgufólk skoðar persónar, tilburðir o.a. í riti. Høvuðssundurskiljingin er millum s. í *fyrstapersóns søgu og *triðjapersóns søgu. Triðjapersóns *frásøgufólkið kann vera alvitandi og tí hava óavmarkað s. og vitan um søguhendingarnar uttanífrá ella ‘úr erva’ og innanífrá; men triðjapersóns frásøgufólk kann eisini hava s., ið á ymsan hátt er avmarkað. S. hjá fyrstapersóns frásøgufólki er vanliga avmarkað til vitan og royndir hjá hesum frásøgufólki og gevur okkum ikki innlit í hugsanirnar hjá øðrum persónum. Nógvir nútíðarhøvundar nýta margfalt s., sum vísir okkum hendingarnar úr s. hjá tveimumella fleiri ymiskum persónum.
Wayne C. Booth: The Rhetoric of Fiction 1961.

skaldmentir

Skaldsligar bókmentir, fagurbókmentir, mótsett *yrkisbókmentum.

skaldskaparfrøði (tý. Poetik, en. poetics)

er ástøði um skaldskap, um sløg hansara, form og skilmarkingar; út frá dømum í einstøkum verkum strembar hon eftir at seta fram algildingar um skaldskap sum fyribrigdi ella einstøk sløg og bólkar av honum.
Elsta kenda rit um skaldskaparfrøði er Um skaldskaparlistina eftir Aristoteles (384-322 f.Kr.), sum tó ikki er varðveitt í heilum líki. A. skilmarkar skaldskap, og hann lýsir *harmleikir og *frásøgukvæði. A. metir, at skaldskapur er *eftirgerð, tó ikki eftirgerð av nøkrum, sum er hent, men heldur av onkrum, sum kundi hent, og hann metir tí skaldskapin hægri enn søguvísindini og skyldari við heimspeki. A. skilmarkar hvørt skaldskaparslag eftir háttaløgum og amboðum, sum nýtt eru til eftirgerð og eftir yrkisevni og formi. Týdningurin hjá skaldskapi, metir A., liggur í, at hann skapar javnvág í kenslulívinum. Um harmleikir sigur hann, at leiklutur teirra er at vekja ræðslu og samkenslu og reinsa hugan fyri hesar kenslur (reinsan hugans, sí *katarsis). Rit A. var mestsum ókent til endan á miðøld, tá ið tað varð prentað fyrstu ferð í Italia 1498. Tað hevði stóra ávirkan í tíðarskeiðinum hjá *klassisismuni, og varð m.a. nýtt til at styðja krav hennara um tær tríggjar eindirnar í harmleikum, eind í hendingagongd, í stað og tíð, men A. krevur tó bara eind í hendingagongd.
Kendari í fornøld og miðøld var Ars poetica (ella De arte poetica, Um skaldskaparlistina) eftir Horatius. Heitið er ikki komið frá høvundinum sjálvum, tað var Quintilianus, sum nýtti tað fyrstur um eitt kvæðabræv hjá Horatius í hexametrum, stílað til L. Capurnius (d. 32 e.Kr.) og tveir synir hansara, men í veruleikanum eitt sjálvstøðugt rit. Tó er hetta ikki eitt skipað yvirlit, men hugleiðingar og ráð um skaldskaparlig vandamál. Horatius leggur áherðslu á samsvar millum form og innihald, nákvæmi í orðavali og greidleika í stíli; sameining av evnum ( ingenium) og list ( ars) er undirstøða listaverksins. Skaldið má kenna og skilja mannalívið, hin vegin er tað ikki avgerandi at vera frumtonktur, og Horatius sjálvur studdist við grikskar fyrimyndir. Ars poetica varð seinni mett sum einskyns lærubók, ikki bara av teimum, sum yrktu á latíni,men eisini av teimum, sum yrktu á tjóðarmálunum heilt fram til nýklassisismuna.
Tað triðja fornaldarritið, sum stórar gætur hava verið givnar undanfarnu áratíggjuni er Um hitt háleitta ( Peri hysous) frá 1. øld e.Kr. Tað hevur verið kannað Longinusi, men um hann vita vit einki. Ritið er ikki varðveitt heilt og var ókend fram í 16. øld. Við tað háleitta í skaldskapinum tykist Longinus at meina tað úrslitið, sum skaldini náa, tá ið tað, sum hann kallar gøvugleika sálarinnar, fær ta orðing, sum honum sømir við hepnumvali og skipan av yrkisevni og rættari nýtslu av skaldskaparmáli og stílsnildum. Í ávísan mun hoyrir rit Longinusar undir *tungulist, eins og í veruleikanum mestøll skaldskaparfrøði í fornøld og miðøld.
Ímiðøldini var skaldskaparfrøði knýtt at skúlalærdómi, tí sokallaða trivium, t.e. trífalda leiðin, sum var tær tríggjar lærugreinirnar málfrøði (grammatica), tungulist (rhetorica) og logikkur (dialectica), og serliga varð fingist við, hvussu rættast var at yrkja, sí *ørindislæra (metrica). Umframt spurningar um ørindislæru grundaðu lærdómsmenn í 12. og 13. øld yvir sambandið millum form og innihald og nýtslu av stílsnildum í skaldskapi. Verkið hjá Dante De vulgari eloquentia frá 1303-4 verður mett sum markaskjal í skaldskaparfrøði miðaldar. Har skrivar hann um skaldskap á tjóðarmáli, sum tá var farin at blóma, hvørji tey røttu yrkisevnini vóru, málnýtslu, stíl og form.
Dante var tó ikki fyrsti miðaldarhøvundurin, sum skrivaði um skaldskap á tjóðarmálum; *trubadurar høvdu tá í eina tíð givið skaldskaparfrøðiligum spurningum gætur, og í Íslandi hevði Snorri Sturluson skrivað Eddu ( *Snorra-Edda) í fyrru helvt á 13. øld. Endamálið hjá Snorra er at leiðbeina ung skald og styrkja forna íslendska yrkingarhevd. Tí sigur hann frá fornum guda- og hetjusagnum, greiðir frá skaldskaparmáli og ørindisløgum. Hóast verk Snorra vísir, at hann hevði kunnleika til kirkjuligan miðaldarlærdóm og sjálvsagt er at knýta tað at øktum áhuga fyri skaldskaparfrøði í 12. og 13. øld í øðrum londum í Evropa, stendur tað uttan fyri meginstreymarnar í evropeiskari skaldskaparfrøði av tí, at evnið tess er so serstakt og Snorri viðger tað so sjálvstøðugt. Ritið hjá bróðursyni hansara Ólafi Þórðarsyni hvítaskalds, Málskrúðsfræði, er bundnari at útlendskum lærdómi, og tað hoyrir meira undir tungulist enn skaldskaparfrøði.
Í tíðarskeiði renessansunnar gjørdi árin frá Aristotelesi vart seg seg, og í hennara andligum brotasjógvum kyknaði upp áhugi fyri skaldskaparfrøði. Millum mætastu høvundar, sum fingust við skaldskaparfrøði eru italin Boccaccio (1313-1375) og onglendingurin Sir Philip Sidney (1554-86). Boccaccio royndi at sanna, at skaldskapur var verdur at fáast við vegna sjálvan seg og ikki bara, tá ið hann var í tænastu hjá trúnni. Sidney legði í riti sínum Defence of Poesie (pr. 1595) áherðslu á ta megi, sum skaldskapur hevur til at gleða og hugbøta menniskjað við skapandi ímyndandi mátti. Renessansan legði stóran dent á at kanna bókmentasløg og finna eyðkennini hjá hvørjum slagi sær. Teir taka tráðin upp frá Aristotelesi við at leggja stóra áherðslu á leikritan, serliga harmleikir og søgukvæði (epos).
Í meldri renessansunnar, tá ið borgarastætt á fyrsta sinni fór at fáa fótin fyri seg í andligum lívi í Evropa, komu greitt fram mótsetningar millum fornaldardyrkan, har sum klassiska rómverska og serliga grikska fyrimyndin var mett sum einaráðandi og óbroytandi, og økt álit á mátt einstaklingsins og rætt hansara til at slóða nýggjar gøtur. Fornaldardyrkanin var eina tíð við yvirlutan í listunum, og eftir henni eitur tann sonevnda *klassisisman, sum stóð í blóma í 17. øld, men hevði ávirkan nógv longur.
Tíðarskeiðið hjá klassisismuni var gulløldin hjá skaldskaparfrøði. Leitað varð av ágrýtni eftir reglum og lógum fyri listagreinir. Nú var tað vorðið sjálvfylgja at yrkja á tjóðartungumálunum, og drivið varð á at skapa ørindislæru, sum hóskaði teimum nýggju málunum (Martin Opitz: Buch von der deutschen Poetrey, 1624; í Norðurlondum var Anders Arrebo gott dømi um hesa stremban). Samstundis sum roynt varð at finna ørindisløg, sum hóskaðu ymsum skaldskaparsløgum og ymsum endamálum, varð hildið fram við hugleiðingum um tey stóru klassisku bókmentasløgini og ymsisk onnur sløg av yrkingarlist, sum hildið varð áttu at fylgja ávísum reglum. Viðgitnasta rit um klassisistiska skaldskaparfrøði er L’art poétique eftir fransmannin Nicolas Boileau (1636-1711), sum kom út 1674. Tað er í bundnum máli og glæsiliga framsett, hóast tað ikki verður hildið serliga frumtonkt nú á døgum. Hann metti ‘náttúruna’ og skynsemið (raison) vera tær báðar undirstøðurnar, sum skaldskapurin skuldi byggja á; náttúruhugtak hansara var lítið skylt við tað, sum hevur rátt síðan romantikkin, men merkti í høvuðsheitum hógv og javnvág.
Klassisistisk skaldskaparfrøði varð frumtonktari í 18. øld, og eina mætast var íkastið hjá týska skaldinum og kritikaranum Gotthold Ephraim Lessing (1729-1781). Í ritunum Laokoon (1766) og Die Hamburgische Dramaturgie (1767-68) setti hann fram hugmyndir sínar um fagurfrøði og s., har sum hann vendir sær frá teimum trongu skilmarkingunum í franskari s. av undirstøðureglum fyri leikritan og setur fram frælslyntari ástøði bygt á riti Aristotelesar. Í 18. øld koma eisini fram royndir til at finna tí nýggja bókmentaslagnum, skaldsøguni, eitt pláss við liðina á øðrum høvuðsrannsóknarevnum í s., t.d. í formálanum hjá Henry Fielding (1707- 1754) til skaldsøguna Joseph Andrews (1742).
Í 18. øld taka mótmæli seg upp móti klassisismuni (Vico, Herder og Schiller), uttan at vikið verður frá undirstøðuhugtøkum hennara, sum fyrireika jørðildið til uppreisturin hjá romantiskum skaldum og hugsarum móti skaldskaparfrøðini hjá klassisismuni og hugmyndum hennara um listir. Hóast talsmenninir hjá *romantikkinum vissuliga høvdu ávísar hugmyndir um alið hjá skaldskapi, var hugburður teirra til skipaða s. í høvuðsheitum neiligur, og sigast kann, at tann hugburðurin setti dám á 19. øld, og tað er ikki minni galdandi, eftir at ávirkan frá *positivismu og *naturalismu fóru at gera munandi vart við seg, hóast fatanin av skaldskapi hjá øðrumegin romantiskum idealistum og hinumegin naturalistum var mótsett í høvuðsheitum.
Í 20. øld kom s. aftur til heiðurs og virði. Tað sæst best í ritum hjá teimum frøðingum, sum taka undir við rákum í bókmentafrøði, sum eru knýtt at teirri bókmentaligu nýskapanini í øldini, serliga *formalismu og *strukturalismu. S. í 20. øld er lýsandi og greinandi burturav og roynir ikki at vera leiðbeinandi, eins og klassisistisk s. var, men hinvegin leggur hon stóra áherðslu á málnýtslu í skaldskapi, á eyðkenni hjá skaldskaparsløgum og hugleiðingar um tað serliga alið hjá skaldskapinum.
Vésteinn Ólason: „Skáldskaparfrøði“ Hugtøk og heiti í bókmentafrøði 1983, bls. 247-250.

skaldskaparlist

Yrkingarlist.

skaldskapur av manna munni

munni. Munnligar arvmentir, t.d. *kvæði, *sagnir, *ævintýr.

skaldsøga

Íspunnin, sum oftast long, søga í óbundnum máli; hetta er skilmarkingin, hóast summar skaldsøgur eru sera stuttar, summar ikki eru íspunnar, summar eru skrivaðar í bundnum máli, og summar ikki so mikið sum siga eina søgu. Allir hesir møguleikarnir fyri undantøkum siga okkum, at s. sum tekstslag sjálv er eitt ‘undantak’, við tað at hon fer út um mørkini hjá bókmentaformunum og viðurkennir eingi krøv um bygnað, stíl ella evni. Tað, at hon er so opin og liðilig, hevur gjørt s. til tað týdningarmesta tekstslagið í fagurbókmentum í nýggjari tíð, soleiðis at hon hevur tikið plássi hjá øðrum sløgum av frásøgn, t.d. *frásøgukvæðinum. Longdin skilir s. frá stuttsøgum og gevur s. møguleika fyri at lata persónar og evni mennast á samansettari og meira fullfíggjaðan hátt. Einki ávíst mark er fyri, hvussu stutt s. kann vera, men vanliga er hon, ólíkt stuttsøguni, nóg long til at verða útgivin í bókarlíki.
Í fyrstu føroysku s. Bábelstorninum (1909) eftir Regin í Líð er orðið skaldsøga’ tilskilað undir titlinum sum ábending um, hvat tekstslag talan er um, og hetta heitið hevur síðan verið nýtt á føroyskum. Á evropeiska meginlandinum nevnist tekstslagið roman (en. novel). Orðið roman er ættað frá fornfr. romanz, sum upprunaliga varð nýtt um tjóðarmálini í romonskum londum mótsett latíni. Frá 12. øld varð romanz og roman nýtt um frásagnir í bundnum og óbundnum máli, men eftir 1200 serliga um skaldverk í óbundnum máli.
Hóast onkrar frásagnir í óbundnum máli, eins og Satyricon eftir hin rómverska Petronius (1. øld f. K.), kunnu verða kallaðar s., og hóast onkrar týðandi undandøttir fyri skaldsøguni í 16. øld (m.a. Gargantua (1534) eftir Rabelais), so er tað 1. partur av Don Quixote de la Mancha, 1678, eftir hin spanska Cervantes, sum yvirhøvur verður mettur at boða frá, at skaldsøgan var borin í heim. Í Fraklandi var La princesse de Clèves (1678) marknasteinurin, og í Onglandi verða Robinson Crusoe (1719) og Moll Flanders (1722) eftir Daniel Defoe mettar sum byrjanin til ensku skaldsøguna. Í 19. øld vann skaldsøgan ráðandi støðu sum bókmentatekstslag í sambandi við tann ovurstóra vøksturin í lesarafjøldini, sum tá hendi. Í 20. øld vaks klovningurin millum fólksliga og meira nýroynandi skaldsøguskriving ( *modernisma, *postmodernisma); men tá ið tað varð sagt, at s. var ‘deyð’, var tað ov nógv avgjørt.
S. Björck: Romanens formvärld 1953. I. Watt: The Rise of the Novel 1957. E. M. Forster: Aspects of the Novel 1962. Malan Marnersdóttir: Hvør av øðrum. Samanseting, frásøgn og millumtekstleiki í føroyskari skaldsøgu eftir 1970 2000.

skemtileikur (gr. kommoidia, veitslusangur; samasett av komos = drykkjuveitsla, og oide = sangur)

S. var onnur høvuðsgreinin í forngrikskum leikskaldskapi og blómaði í 5. øld f. K., tá ið Aristofanes skapti sínar leikir; ellivu s. eru varðveittir eftir hann.

skifti (gr. peripeteia, en. turning point)

Hugtakið er runnið frá skaldskaparfrøði Aristotelesar: “Tað er skifti, tá ið hendingagongdin skiftir fullkomiliga kós… og tað á tann hátt, at tað er trúligt ella ósvitaligt, sum í Ødipusi, tá ið maðurin kom til at gleða Ødipus og sleppa honum frá óttanum vegna mammuna,men elvdi til tað mótsetta við at avdúka uppruna hansara” (Um skaldskaparlistina, 11. kap.). S. er tí eitt meginhugtak hjá Aristoteles og vísir eisini til *katarsis. Í nútíðar leiklistarfrøði verður s. mett at vera endabresturin á *søgugongdini og boðberi fyri *loysnina: høvdin í dramatisku kreppuni, uttan at katarsis altíð fylgir í kjalarvørrinum.

skilmeta

Gera vandna meting (t.d. av listaverki, bókmentaverki), sí eisini *gagnmeta.

skothending

Innrím í *dróttkvødnumskaldskapi; í s. eru somu hjáljóð men ymisk sjálvljóð, t.d. sund : land; sbr. *aðalhending.

skreytnevni (gr. epiteton ornans tað prýðandi uppískoyti)

S. er eitt lýsingarorð, sum einki nýtt sigur um tað orð, tað er skoytt uppí, t.d. “tað reyða blóðið”. Í Homers kvæðum er s. nógv nýtt á tann hátt, at nøvn og fyribrigdi, sum ganga aftur í kvæðinum, altíð hava sama s., t.d. “hin ráðagóði Oddysseus”, “hin kvíguoygda Hera” o.s.fr.

skurður (gr. tmesis)

Tað, at partar av samansettum orðum verða sundurskildir av øðrum orði ella orðum, sum verða sett innímillum; hetta er ikki óvanligt í føroyskum kvæðum og er eins og onnur frábrigdi í *orðarað eitt stílbrigdi; dømi: “kvinnu hevur hon hár” = hon hevur kvinnuhár (Harra Pætur og Elinborg) ella “Brynhild situr í stólinum,/ kembir hon sítt hár, fínt er tað sum silki,/ gull ber litur á” = gulllitur ber á (Brynhildar táttur). *Orðarað.
Chr. Matras: “Stubbar og snøklar” Brá 2 1982, bls. 15-18.

smámæli

Tann stílsnildin at gera ov lítið av, ofta við av avnokta tað mótsetta. Dømi: “Hann er ikki eiðasørur” (= hann er dugnaligur); “hon ber ikki bleika brá” (=hon er sera væl dæmd), sjáldan (=aldrin) kemur dúvuungi úr ravnseggi.

smásøga

Snorra-Edda

Rit Snorra Sturlusonar um guda- og skaldskaparfrøði, sum hann man hava givið navnið Edda. S.-E. er skrivað í árunum eftir 1220.
S.-E. hevur formála, sum greiðir frá skapanini, og 3 høvuðspartar: Gylfaginning, Skaldskaparmál og Háttatal.
S.-E. er fyrst og fremst skaldskaparfrøði, lærubók í yrkingarlist. Gudasagnirnar, sum Snorri sigur frá, serliga í Skaldskaparmálum, eru støði undir fatan av kenningum og heitum. Tað hevur verið hildið, at Snorri skrivaði eddu sína sum vørn fyri tað forna skaldskaparkynstrið og til lærdóm fyri tey, sum vildu íðka tað.
Brot úr Snorra-Eddu: Fornmálasagnir og fornmálaljóð. Norrøna forlagið 1945, bls. 8-58. Týðing: Regin í Líð.
Snorra Edda. Týðing og viðmerkingar: Poul Vestergaard. Sprotin 2006.

sonetta (it. sonetto, av sonare, ljóma)

Italskt ørindislag, sprottið í Sisilia í 13. øld, men fullbúnað hjá skaldunum Dante (1265-1321) og Petrarca (1304- 74), sum gjørdust fyrimyndir hjá seinni skaldum. Italska sonettin er 14 ellivu stavilsa ørindisreglur við øvigum tvíliðum og kvinnurími. Hon býtist sundur í tvær ferreglur (kvartettir) og tvær tríreglur (tersettir). Rímskipanin er oftast abba, abba og cdc, dcd, men ymisk frábrigdi koma fyri, serliga í tríreglunum. Hjá skaldum uttan fyri Italia er eisini vanligt, at frábrigdi koma fyri í reglulongd og skipan av ørindisfótum (rættir tvíliðir; 10 stavilsi í regluni við kallrími, alexandrinskar 12-stavilsa reglur o.s. f.r.). Í samsvari við sundurbýtið í ferreglur og tríreglur, er evnisviðgerðin tvíbýtt: Í ferreglunum verður eitt ávíst evni sett fram, og í tríreglunum verður tað viðgjørt nærri og hugsan ella kenslur skaldsins koma týðuligari fram.
Sonettuyrkingarlagið breiddi seg til onnur lond í 16. øld. Í Fraklandi tóku *Pleiade-skaldini tað upp, í Onglandi Wyatt og Surrey, men Shakespeare fullfíggjaði eitt serstakt frábrigdi, sum síðani hevur itið eftir honum: tríggjar ferreglur og ein samrímað tvíregla at enda (rím: abab, cdcd, efef, gg; rímið oftast kallrím). Tvíreglan er tá vanliga eins og niðurstøða av tí undanfarna. Henda formin hava nógv skald í Norðurevropa síðani nýtt umframt tann italska.
Sonettur vóru yrktar víða í Evropa í 16.-17. øld, men fullu mestsum burtur í 18. øld. Romantisk skald fóru aftur at yrkja sonettur. Slóðbrótarin fyri evropeiskari modernismu Baudelaire dyrkaðu sonettuna. Mong góðskald hava yrkt sonettur fram til nútíðina.
Á føroyskum er lítið yrkt av sonettum. Hans Andrias Djurhuus roynir seg í hesum sera kynstriga og kravmikla forminum við góðum úrsliti, hóast hann ikki fylgir krøvunum út í odd og egg, undir lítillátnum heitum sum “Smá hugarensl – góður hýrur” og “Smá hugskot – kulturur”. Tann seinna er soleiðis:

Ein bóndi gleðist yvir heyst og skurð –
og ræðist stundum tað, sum Brochmann sigur;
hvørt kvøld úr bók hann hjartaliga biður,
sløkkir so ljós og læsir grind og hurð.
Men hesin maður – eigur hann kultur?
Er hann í sínum lótum liðiligur?
Etur hann sniglar, hundaland og fliður?
Og veit hann leið frá Ganges til Amur?

Nei, ikki veit hann slíkt – ein stórur brekur!
kennir ei Anatole, men Petter Dass,
og eisini so veit hann, hvussu rekur.

Og teg í hond hann hjartaliga tekur,
ger mun ímillum skilatos og svass,
og gløgt hann síggja kann, um tú ert sekur.

Ein modernistiskur yrkjari, ið hevur nýtt sonettuformin, er Carl Jóhan Jensen. Aleksandur Kristiansen hevur týtt sonettur hegnisliga og eisini yrkt s. Eisini aðrir hava týtt og yrkt einstakar sonettur.

songskaldskapur

Skaldskapur yrktur til at syngja ella sum verður sungin. S. er eyðkendur av at vera býttur í ørindi og hava regluliga rýtmu og rím. Ofta hevur hann niðurlag ella stev.

songtekstur

Tekstur, sum tað ber til at syngja.

sosialistisk realisma

Stevna ella rák í list og bókmentum við realistiskari evnisviðgerð og sosialistiskum boðskapi sum stavnhaldi. S. r. er skyld við aðra *realismu, t.d kritiska realismu, sosialrealismu í tí, at strembað verður eftir trúligari lýsing av gerandisveruleika; yrkisevnið er ofta viðurskiftini og sambandið millum einstakling og samfelagsheild. S. r. er á hin bógvin nær knýtt at stríði fyri sosialistiskari samfelagsskipan. Borgaraligir siðir og sjónarmið víkja fyri sosialistiskum. – Stevnan hevur uppruna í stovninum Proletkult (‘fæloysingamentan’), sum var virkin tey fyrstu árini hjá Sovjettsamveldinum: øll list mettist at vera stættarbundin, og í samsvari við tað varð stevnt móti reinari fæloysingalist, sum var frí fyri borgaralig eyðkenni og sum fyrst og fremst tænti kollveltingarligum endamáli. RAPP (Samskipanin av sovjettiskum fæloysingahøvundum) loysti Proletkult av, sum varð niðurlagt 1932.
Tey fyrstu árini eftir kollveltingina trivust ymisk rák lið um lið í bókmentunum og bókmentafrøðini, t.d. *futurisma, *imagisma og *formalisma; men so við og við gjørdust krøvini til sosialistiska list og listfrøði harðari, og 1928 samtykti miðstjórnin í Bolsjevikkaflokkinum, at miðast skuldi ímóti, at øll list hevði fyrilit fyri áhugamálum floksins; tann kósin kom í hæddina við s. r. Hugtakið varð helst til í samtalum millum Stalin, A. Tolstoj ogM. Gorkij. Gorkij var síðani ein høvuðsboðberi tess á fyrsta tinginum hjá sovjettisku rithøvundasamskipanini 1934.
S. r. varð mett sum eitt framkomið frábrigdi av tí kritisku realismuni í 19. øld. Rithøvundar áttu at leggja høvuðsáherðslu á at lýsa samfelagsmenningina, og tann einasta sanna hetjan í verkum eftir sosialistiskar høvundar var tað arbeiðandi menniskjað, hetja framleiðslunnar. Rithøvundatingið samtykti m.a., at s. r. ger krøv til listafólk um sanna og søguliga lýsing av veruleikanum í kollveltingarligu menning hansara. Eisini varð dentur lagdur á kravið um, at listafólk áttu at gera sítt til at kollvelta samfelagið og útbúgvingina av arbeiðarunum í sosialistiskum anda. Í skilmarkingini av, hvat s. r. var, lá veruliga ein strong regluskipan bæði viðvíkjandi yrkisevnum og viðgerð av teimum, bæði hvat tað bar til at skriva um og hvussu. Úrslitið var eisini, at nógvir høvundar tagnaðu (t.d. I. Babel), og hjá øðrum høvundum vóru krøvini frá s. r. ein mein listarlig forðing; eina besta úrslitið innan fyri rammurnar á s. r. verður Sjolokof hildin at vera komin til (Møk rennur áin Don). Í samsvari við ta áskoðan, at sovjettiska samfelagið var best av øllum, vóru sovjettiskar bókmentir hildnar at vera sjálvsøgd fyrimynd fyri allar sosialistiskar høvundar, og rákið hevði stóra ávirkan á vinstrasinnaðar høvundar, serliga í tíðini fram til seinna heimskríggj, t.d. Hans Kirk. Eftir at Stalin doyði í 1953, linkaði tað mentanarliga haftið nakað, og út vórðu givin verk, sum ikki lúka krøvini frá s. r. , eins og Ilja Ehrenburg (1954) Men sjónarmiðini frá s. r. vóru lívseig í Sovjettsamveldinum og øðrum londum, sum søgdu seg vera sosialistisk.
Örnólfur Thorsson: „Sósíalistiskt raunsæi“ Hugtøk og heiti í bókmentafrøði 1983, bls. 257-258.
G. Lukács: Essays om realisme 1-2, 1978. The Luckács Reader, ritstj. Arpad Kadarkay 1995.

sosiolingvistikkur

speisemi (ironi; gr. ironeia, uppgerð, lótir)

Orðingarháttur, ið er soleiðis, at tað, sum sagt verður, er tað øvuta av tí, sum meint verður. Tann rætta merkingin kemur fram av samanhanginum, tónalagnum ella keipunum hjá tí, ið tosar.
Wayne C. Booth: The Rhetoric of Fiction 1961.

spenningssøga

stavagrein

*Kenning fyri skaldskap, “Nú skal stilla stavagrein, lata ikki niður falla” (Ásmundur Aðalsson), sipar til skaldskapin.

stavrím

Tað at tvey ella fleiri herðingarsterk orð í somu reglu ella ørindi í bundnum skaldskapi, ella í sama setningi í óbundnum máli, byrja við sama hjáljóði ella (helst) ólíkum sjálvljóðum, t.d.: “Grani bar gullið av heiði“; “eingin metir einbýli, sum tað er vert“, “sjáldan verður forvitin fegin“. Stavrím er ein høvuðsformtáttur í fornnorrønum skaldskapi, sí *eddukvæði, *dróttkvøðin.

stev

1) Niðurlag ella viðgangur í bundnum máli, serliga brúkt um niðurlag til kvæðaløg: 2-4 ørindisreglur, sum verða tiknar uppaftur aftan á hvørt ørindi; s. kann eisini vera flættað inn í ørindið, sí *tvíflættað niðurlag; s. verður uppafturtikið við regluligum millumbili aftan á ávíst tal av ørindum í *drápu. 2) = stig í*føroyskum dansi.

stevna

Ávíst stevnumið, rák, hall ella rørsla (andlig, bókmentalig). Sí *bókmentarák.

stílur (úr lat. stilus, griffil, skriviamboð)

Í víðastu merking øll skipað málnýtsla. Nógvar skilmarkingar hava verið gjørdar av stíli, men eingin er alment viðurkend. Avgerandi tá ið talan er um stíl er tó tað, at høvundur ella røðari velur millum teir møguleikar, sum eru í orðatilfari og setningaskipan og annars í frávikum frá vanligu málberingini.
Ulla Albeck: Dansk stilistik 1965. Peter Hallberg: Litterär teori och stilistik 1972. Morten Nøjgaard: Det litterære værk 2002.

stórmæli

Tann stílsnildin, at so nógv verður gjørt av, at orðingin verður órealistisk. Tað verður brúkt til at leggja stóra áherðslu á tað sagda; dømi: “eg havi sagt tað túsund ferðir”; “hann rósar tær til skýggja”. S. verður brúkt í kenslubornum og/ella lovprísandi stíli til at orða ovursterkar kenslur og virðing; s. er vanligt í barokkum skaldskapi; í speiskaldskapi kann s. merkja tað øvuta av tí, sum sagt verður; í skemtiskaldskapi kann reyp hava snið sum s.

stream of consciousness

strofa (gr. strophé snaring)

strukturalisma

S. í bókmentafrøði leggur høvuðsdentin á, at málið er tilfarið í bókmentunum, og hon leitar sær hugtøk og skilmarkingar í *málvísindum. Ein meginásur í strukturalistiskari gransking er munurin, sum málvísindi gera millum málnýtslu (parole) og málskipan (langue). Strukturalistar hava størri áhuga fyri málskipanunum ella bygnaðunum (strukturunum) enn fyri málnýtsluni. Teir royna at seta fram algildingar umskaldslig samskifti og um merkingarskapan, og til tað nýta teir nógvar myndlar ella modell, og stundum nýta teir teknmál, ið minnir um støddfrøði. Skriving hjá strukturalistum hevur tí ein vísindaligan dám, sum tó ikki í sjálvum sær tryggjar vísindaligt virði. Meðan *nýkritikkur leggur høvuðsdentin á at greina og tulka einstøk verk fyri teirra egnu skyld og ikki fyri at undirbyggja nakra ávísa góðskumeting av bókmentum, so fáast strukturalistar ikki so nógv við einstøk verk uttan bara sum dømi. Teir hava fingist nógv við einfaldar bókmentir: sagnir, ævintýr, spenningsbókmentir o.tíl.
Strukturalistar leggja áherðslu á, at merking verður til, við at teknmynd (fr. signefiant) og teknmið (fr. signefié) sameinast í tekninum (fr. signe), og at hetta samband á ongan hátt er natúrligt,men bundið at málskipanini ella málkervinum. Somuleiðis leggja teir dent á at finna tær serligu skipanirnar, sum stýra skapanini av ymsum eykamerkingum. Týdningarmesta íkastið hjá s. til fatanina av málinum sum tulkingaramboði er, at teir hava kollvelt trúnna á málið sum eitt partleyst amboð til at lýsa okkum sjálv og heimin. Hon hevur víst á, at málið eigur sítt egna lív og ber blak fyri eyguni á okkum, uttan at vit varnast, og at vit mugu ansa eftir, skal tað ikki lumpa okkum.
S. hevur havt ógvuliga stóra ávirkan á bókmentafrøðina tey seinastu áratíggjuni. Avmarkingarnar liggja í, at strukturalistar viðhvørt hava lyndi til at bína so einvíst at kervunum, at teir halda ta veruligu málnýtsluna ongan týdning hava; víðgongdir strukturalistar hava lyndi til at halda, at bygnaðirnir (strukturarnir) ráða fullkomiliga yvir einstaklingunum, uttan at teir vita av tí. Hetta hevur við sær, at málið verður mett sum ein sjálvstøðugur veruleiki og iva um, at tað ber til at vita nakað um “veruleikan sjálvan”. Einaveldið hjá bygnaðunum yvir tilviti einstaklingsins ger eisini skapandi starv hansara til hól og sjónhvørving og forðar somuleiðis fyri søguligari fatan av menniskjaverkum. Alt hetta hevur fingið harðar atfinningar, eisini frá teimum, summeta s. hava havt stóran framburð við sær. Størsta undirtøku hevur s. havt í Fraklandi. Mannfrøðingurin (antropologurin) C. Lévi-Strauss hevur roynt at kanna lívshátt og gudasagnir hjá sonevndum frumkendum fólkasløgum við tí endamáli at fáa fram bygnað teirra og ta djúpari merkingina í teimum, vísa “hvussu gudasagnirnar, hugsa í menniskjum uttan at tey vita av”. Ein annar undangongumaður í franskari s. var Roland Barthes, sum kannaði tær hugmyndafrøðiligu røturnar hjá stílsnildum og bókmentahevdum og somuleiðis fekst við teknfrøðiliga greining av mentanarfyribrigdum.
Strukturalistisk sjónarmið í føroyskari bókmentagransking finna vit t.d. í: Kirsten Brix: “Drongurin, ið varð burturtikin av sjótrøllakonginum” Varðin 59, 1992; Malan Marnersdóttir “Á Suðurlandið” Sýnisstubbar 1994.
Form och struktur, útg. A. Aspelin och B. A. Lundberg 1971. J. Culler: Structuralist Poetics 1975. L. Goldmann: Pour une sociologie du roman, 1964. Tekststrukturer, udg. T. Kragh Grodal, P. Madsen, V. Røder 1978.

stuðlar

Í fornnorrønum og íslendskum skaldskapi í bundnum máli er stavrím eftir føstum reglum eitt formeyðkenni. Høvuðsreglan er, at tvey áherðsluorð í fyrstu reglu stuðla saman, t.e. byrja við sama ljóði (t.e. sama hjáljóði ella (ólíkum) sjálvljóði), hesi bæði orðini eru s.; onnur regla hevur hetta sama ljóð í fyrsta áherðslustavilsi sínum, tað orðið er *høvuðsstavur; soleiðis eru allar ørindisreglurnar bundnar saman tvær og tvær.

stuðul

Sturm und Drang (tý.: stormur og trá)

Týdningarmikil rørsla í týskum bókmentum í 1770-árunum. Undandøttur fyri *romantikkinum. Hon legði ovuráherðslu á einstaklingin, var uppreistrarhugað og í andstøðu móti fronsku *klassisismuni og skynsemishyggjuni hjá *rationalismuni. Stevnan hevur heiti sítt frá navninum á einum leikriti eftir F.M. Klinger (1776), men oddamenninir í rørsluni vóru J. G. Herder og J.W. von Goethe. Herder, sum var kveiktur av hugsanum Rousseaus um upprunakendan lívshátt og ávirkaður av *Ossians-dyrkan, lovprísaði ‘natúrligu’ eginleikum Shakespeares og skaldskapi á manna munni. Leikrit Goethes Götz von Berlichingen (1773), eitt *søguleikrit í shakespearskum stíli um ein høvuðsmann í bóndauppreistrinum í 16. øld, er týdningarmesta leiklistarverkið í S. u. D.-skeiðinum; viðkvæma skaldsøga hansara um vónleysa ást og sjálvsmorð, Die Leiden des jungen Werthers, 1774 [Líðingarnar hjá tí unga Werther], er merkisverdasta skaldsøgan. F. von Schiller skrivaði leikritini Die Räuber, 1782 [Ránsmenninir], og Kabale und Liebe, 1784 [Lokabrøgd og kærleiki] í andanum hjá rørsluni. – Schiller und Goethe vendu sær frá S. u. D., og eftir tað fjaraði stevnan skjótt burtur.
H. B. Garland: Sturm und Drang 1952. M. Mann: Sturm und Drang Drama 1974.

stuttsøga

Stutt, skrivað íspunnin (fiktiv) søga, ofta við fáum ella einum persóni og avmarkað til eina hending (da. novelle av it. ‘ novel’ = nýhending; en. short story). Millum bókmentalig tekstsløg er hon skyld við ymisk onnur stuttprosasløg, t.d. listævintýr, dømisøgur, líknilsi, íslendingatættir, og harumframt við skaldsøguna, sum tó er longri og oftast útgivin sum serstøk bók, meðan s. oftast eru útgivnar fleiri saman í bók ella prentaðar millum onnur tekstsløg í tíðarritum og bløðum. Men s. er ikki minst týðuliga skyld við søgur og sagnir av mannamunni.
S. verður øðrumegin skilmarkað sum ein lítlasystir at skaldsøguni: tað einasta, sum skilir ímillum, er longdin. Hinumegin verður hon skilmarkað sum eitt sjálvstøðugt tekstslag, eyðkent av føstum bygnaði: hon snýr seg um eina høvuðshending, hevur eitt avgerandi hæddarpunkt ella vend, ein ella heilt fáar persónar, og hon hevur avmarkaða tíðarrammu, tó at hon kann geva afturlit í styttri ella longri fortíð. Millum hesar báðar skilmarkingar liggja ymsar blandingsskilmarkingar.
Upprunin hjá s. verður raktur til *endurreisnina við stórverkum sum søgusavninum Decameron (u. 1349-51) eftir Boccaccio. Í savninum eru hundrað søgur, sum standa í einari *rammusøgu. Søgurnar siga frá viðurskiftum millum menniskju, serliga millum kvinnur og menn. Høvuðstemað hjá Boccaccio er ólóglig holdslig ást, kærleiki uttan fyri hjúnaband. Frásøgufólkið er yvirhøvur í parti við teimum elskandi, sum vinna á øllum trupulleikum og finna saman, men bara fyribils; samfelagsnormar sigra at enda, eydnuríkur endi er ikki reglan eins og í *ævintýrum. Boccaccio fekk stóra ávirkan, og tað at hann skrivaði á italskum máli og ikki latíni, gjørdist fyrimynd hjá høvundum í øðrum londum, sum fóru at skriva søgur á móðurmálinum. Chaucer skrivaði Canterbury Tales (1385-1400), sum eisini eru rammusøgur; men tær eru í bundnum máli og bróta frá í so máta. Cervantes endurnýggjaði s. við savninum Novelas ejemplares (1615), har týðuligar persónslýsingar fyrstu ferð koma inn í s. Heitið á savninum vísir, at miðaldatekstslagið dømisøga (exemplum) ikki var burturdeytt, t.e. søga, ið hevur tað høvuðsendamál at bera fram lærdóm og siðaboðskap. Men hjá Cervantes eru lærutátturin og siðaboðskapurin hissini, høvuðsendamálið er eins og hjá Boccaccio at siga søguna sum slíka. Ólíkt teimum báðum áðurnevndu søvnunum er eingin rammusøga um savnið hjá Cervantes.
Í 17. øld fánaði endurreisnars. burtur; tí í tann mun hon helt fram sum stuttar søgur, var tað undir franska heitinum conte. Við *romantikkinum u. 1800 hendi nýskapan og menning í s. Eitt blómaskeið tók seg upp, sum hevur staðið við at kalla síðan. Tann stórliga økta útgávan av tíðarritum og bløðum í 19. øld stuðlaði uppundir og gjørdist pallur hjá nógvum s.-høvundum.
Ein hin týdningarmesti høvundurin í romantikkinum var Goethe (1749- 1832), og tað var hann, ið legði støði undir ta strongu skilmarkingina av s. Goethe gjørdi greiðan mun á frásøgn og s.: s. átti at snúgva seg um eina einastandandi, áður ókenda hending, og pallur og søgugongd áttu at vera miðsavnað. Goethe skrivaði sjálvur Unterhaltungen deutscher Ausgewanderten (1795), t.e. ‘dagdvøljur hjá týskum útisetum’, eitt savn av s., sumeru settar inn í eina rammusøgu. Hetta var fyrstu ferð, at sovorðin rammusøgu varð nýtt í Týsklandi. Í savninum eru áhugaverdar hugleiðingar um tekstslagið s.: persónar í rammusøguni mæla til at lýsa vanlig menniskju í staðin fyri fullkomin menniskju, og spurt verður, hví søgurnar endiliga skulu fara fram í Italia, Eysturlondum ella aðrastaðni enn í Týsklandi. Hetta eru hugsanir, sum evropeisk s.- hevd í stóran mun hevur tikið undir við, og sum í høvuðsheitum hava givið s. veruleikakendan dám, serliga í samanburði við summi av tekstsløgunum, sum vóru høgt í metum um 1800, t.d. frásøgukvæðið (eposið) og harmleikurin.
Við romantikkinum vendist áhugin hjá rithøvundum at heimligum skaldskapi av mannamunni í hvørjum landi sær, og eitt nýtt tekstslag, listævintýrið, kyknaði upp í Týsklandi, skylt øðrumegin við fólkslig ævintýr, hinumegin við s. Kendastur av teimum, ið hava skriva listævintýr, er H. C. Andersen. Væntanin um veruleikadám skilir s. frá listævintýrinum. Hóast tað setir áhugi fyri ófatiligum hendingum, hamferðarsøgum og óhugnaligum hendingum dám á s. í romantikkinum í fyrru helvt av 19. øld, nýromantikkinum um aldaskiftið 1900, og seinni verða drøg úr fólksligari trgv flættað inn í realistiskar s.
r Tsklandi breiddist áhugin fyri s. skjótt til onnur lond. Í Danmark gav Johan Ludvig Heiberg út týddar týskar s., Noveller í 1819, og í 1824 brast fyri nev í danskari s.-skriving, tá ið “Brudstykker af en Landsbydegns Dagbog” eftir Steen Stensen Blicher kom út. Í norskum bókmentum verður Mauritz Hansen mettur at hava skrivað fyrstu s., “Luren” (1819), eina bóndafrásøgn eins og tær, ið Bjørnson seinni gjørdist víðagitin fyri. Í 1819 kom eisini í New York The Sketch Book eftir Washington Irving, og við eitt vann s. fram í USA. Í Russlandi gav Pusjkin út Povesti Belkina (Søgur Bjelkins) í 1830. Tann romantiska “Grasaferð” (1847) eftir Jónas Hallgrímsson hevur verið nevnd fyrsta íslendska s.
Í realismuni í seinnu helvt av 19. øld vuksu prosabókmentir lutfalsliga afturímóti bókmentum í bundnum máli. Saman við skaldsøguni gjørdist s. nú týðandi pallur fyri tær nýggju hugmyndirnar og tær nýggju bókmentirnar: Sambært stevnuskránni hjá norskdanska bókmentaliga nýbrotinum 1870-1890 var tað fremsta uppgávan hjá bókmentunum at taka samtíðarvandamál til viðgerðar. Ein hópur av størri og smærri s.-høvundum tók ímóti avbjóðingini og skrivaði samfelagsatfinnandi og sálarlýsandi skaldsøgur og s. Har vórðu korini hjá teimum fátæku og minni mentu, kvinnum og børnum tikin til viðgerðar. Dupulmoralur, kynsleiklutir, samfelagsstovnar og átrúnaður vóru umrødd og lýst.
Elstu føroysku s. eru prentaðar í Dimmalætting og Tingkrossi 1887- 1900. Tann fyrsta prentaða s. á føroyskum máli stóð í Dimmalætting í 1887 við ongum høvundarnavni undir. Tað var “Sigmundur og Karin”, ein svartskygd ræðusøga um drykkjskap og ringa ávirkan. Sum framhaldssøgur í Dimmalætting komu um ársskiftið 1890-91 tvær stuttsøgur eftir Guy de Maupassant (1850-93), ein av viðurkendastu stuttsøguhøvundunum um tað leitið, í týðing eftir Jakob Jakobsen. Hetta vóru s., ið fylgdu tí realistiska bókmentarákinum í tíðini at siga frá vanligum fólki í samtíðini. Í sínum objektiva frásøguhátti var Maupassant nýskapandi.
Tær elstu føroysku s. eru ávirkaðar av romantikkinum og realismuni í norðurlendskum bókmentum. Sverri Patursson sigur í “Íslandsferðini” (1901) eina samtíðarsøgu og gevur øðrumegin fríðkandi – romantiska – lýsing av tí trygga, siðbundna bygdarlívinum, hinumegin ræðandi mynd av tí ótrygga skipslívinum. Kristin í Geil nýtti s. til harðar atfinningar móti tænarum kirkjunnar í skitsukendum søgum í blaði sínum Tingakrossi eftir aldaskiftið 1900. M.A. Winther skrivaði s. frá 1906 og legði doyðin á at tala søk teirra fátæku og fjónaðu – høvuðspersónar hansara eru ognarloysingar, børn, gomul og seinment; hann skrivaði eisini skemtisøgur. Regin í Líð skrivaði s. frá 1906, bæði samfelagsatfinnandi og sálargreinandi, t.d. *rammusøguna “Eyðun”. Hans Andrias Djurhuus skrivaði t.d. ta realistisku rammusøguna “Durutu” og ta romantisku “Bergtikin”. Ein s.-høvundur, sum flættar siðbundna fólkatrúgv inn í søgur sínar er H. M. Eidesgaard.
Av s.-høvundum í Føroyum, sum vóru føddir um aldamótið 1900, skara Heðin Brú, Martin Joensen og William Heinesen burtur úr. Av føroyskum s.- høvundum í seinnu helvt av 20 øld er Jens Pauli Heinesen tann týdningarmesti.
Í 1930-1950-árunum komu s. á prent eftir t.d. Heðin Brú, Martin Joensen, H. M. Eidesgaard, Jóhonnu Mariu S. Hansen, Mariu Mikkelsen, Andreu Reinert, Jens Paula Heinesen og William Heinesen. Í 1980-árunum komu fram s.-høvundar sum t.d. Ebba Hentze, Oddvør Johansen, Hanus Kamban, Gunnar Hoydal, Bergtóra Hanusardóttur og Lydia Didriksen. Í 1990-árunumskrivaði Rakel Helmsdal s. av slagnum fantastiskar søgur ella furðusøgur, og eftir 2000 hava Marjun Kjelnæs o.o. skrivað s. á føroyskum.
Tað at nýta rammusøgu, uppspunnan útgevara og aðrar frásøgusnildir til at skapa millumlið millum s. og lesaran, er sterkur táttur í s.-hevdini frá upphavi. Endamálið við rammusøgu og øðrum snildum av líkum slag er at geva søgunum sannleikadám. Tí tað, at ein prosafrásøgn um eina hending í samtíðini ella nýliga farnari tíð var íspunnin, varð ikki góðtikið uttan víðari: tað mátti onkursvegna ballast inn. Men í 20. øld var prosaskaldskapur ikki longur eitt sjálvmótsigandi fyribrigdi, ið mátti rættvísgerast, t.d. við rammusøgu; s. kundi nú stíga fram sum úrslit av skapandi hugflogi yrkjarans og uttan innballing. Kortini minnir s. framvegis á sterka skyldskap sín við munnliga frásøgn, og føroyskar bókmentir hava í Williami Heinesen eitt gott dømi um ein nýtíðarligan s.-høvund, sum er partur av teirri longu hevdini fyri rammusøgu og sjónskum frásøgufólki, ið støðugt ger viðmerkingar til tekstslagið.
Føroysk s.-skriving menti seg alla 20. øld, hon er eitt týdningarmikið tekstslag í føroyskum bókmentum og speglar skiftandi tíðarrák. Ein fittur partur av føroyskum s. hevur dám av stuttprosasløgum sum lýriskari prosalýsing, ikki minst náttúrulýsing, endurminning, serliga barnaminnum, siðsøgu og hugleiðing. S. hevur varðveitt sín stóra týdning sum tekstslag, bæði í Føroyum og aðrastaðni.
A. Aarseth: “Novellen som fiksjonsprosaens kortform”, Episke strukturer 1976. Søren stuttsøga Baggesen & J. Dines Johansen: Novelle og kontekst 1972. Kirsten Brix: “Stuttsøgan hjá Regini í Líð”, í: Regin í Líð: Glámlýsi 2003, bls. 142-145. Lars P. Rømhild: Slags 1986. M. Simonsen: Bylgjurnar leika í trá. Um skaldskap eftir konufólk 1889-1945 1992.

støkkprosa (da. knækprosa)

Hugtakið verður nýtt um yrkingar, settar upp í ørindisreglur. Málið í teimum er lætt og líkist meira prosa enn siðbundnum yrkingum; eitt nú leggur s. ikki dent á skaldsligt myndamál og roynir ofta at halda seg sum mest burtur frá myndamáli. S. hevur sjáldan rím ella fasta rýtmu, og ofta verður eingin teknseting nýtt. Upprunaliga var heitið s. niðrandi, tá ið Torben Brostrøm setti tað fram í 1979. Vita Andersen og Dan Turèll eru dømi um danskt s. Millum føroyskar yrkjarar ber til at nevna Sigri Gaini.

surrealisma (av fr. sur, yvir; eginliga yvirrealisma)

Rørsla í evropeiskari, serliga franskari, list og bókmentum í 1920- og 30-árunum, sum legði dent á frælst hugmyndaflog. Tað var André Breton, sum flotaði s. í Manifeste du Surréalisme, 1924, eftir at hann fór úr *dadabólkinum í 1922. Heitið s. nýtti franski yrkjarin Guillaume Apollinaire fyrstur í 1917 og sipaði við tí til royndina at røkka aftur um tað ‘veruliga’. S. roynir at brótamarkið millum skynsemi og irrationalitet og kannar megina og kollveltingarligu orkuna í dreymum, yvirsjónum og kynsligari trá. Ávirkaðir bæði av *sýmbolismu og hugsanum Freuds um *dulvitið gjørdu surrealistarnir royndir við sjálvvirknari skrift og hugstroymi við frælsari hugskotasambinding av tilvildarligum ímyndum, sum vóru settar saman á óvæntaðan hátt. Hóast surrealistisk myndlist er kendari, vaks ein merkisverdur surrealistiskur skaldskapur fram í Fraklandi, umboðaður av verkum eftir A. Breton, Paul Éluard, Louis Aragon og Benjamin Péret. S. royndi eisini at gerast ein alheims kollveltingarrørsla, eitt skifti í sambandi við Kommunistiska altjóðasambandið. Hóast s. molnaði sum samfeld rørsla móti endanum á 1930-árunum, hevur arvur hennara livað í ymsum sløgum av royndarvirksemi í bókmentaskriving eftir seinna kríggj, frá *absurda leikhúsinumtil sangirnar hjá Bob Dylan. Lýsingarorðið surrealistiskur verður ofta nýtt í breiðari merking sipandi til alskyns ‘løgna’ orðing av hugmyndaflogi.
S. ger vart við seg á føroyskum hjá Karli Einarsson longu 1924 í yrkingini “Vallari” (Varðin 4. bd.) og meira seinni, við*lýrisku modernismuni í 1960-árunum, eitt nú hjá Arnbjørn Danielsen.

sýmbol (gr. symballein leggja saman, og symbolon jartekin)

S. hava verið nýtt í bókmentum frá fornari tíð. Bókmentafrøðingar eru ikki samdir um skilmarkingina av s., men á góðari leið er skilmarkingin hjá R. Wellek og Warren (Theory of Literature, 1949), at bókmentaligt s. er “ein lutur, sum vísir til ein annan lut men samstundis krevur sjálvur at fáa ans sum framseting”.
S. hava verið býtt sundur í tríggjar flokkar: 1) hevdbundin s., sum kunnu vera av trúarligum (krossur, lamb) ella øðrum hugmyndasøguligum slag (tjóðarmerki, hamari og akurknívur); hesin flokkur av s. hevur verið vanligastur í bókmentum heilt fram til nýggjari tíð (t.d. í trúarbókmentum), men nógvir høvundar halda, at á okkara døgum hava tey mist megi sína. 2) sonevnd natúrlig s., sum kykna upp aftur og aftur í bókmentum úr ymsum londum og ólíkum tíðarskeiðum; eitt dømi er havið sum s. fyri ævinleikan, hjartað sum s. fyri kærleikan, sí *arketýpa. 3) sokallað einstaklingsbundin ella eginlig bókmentalig s.: orð ella orðasambond, sum fáa serstaka merking og víðari tilvísing í einum ávísum skaldverki (t.d. fáa steinar eitt sterkt lívsjáttandi sýmbolskt gildi í skaldskapinum hjá Karsten Hoydal, tá ið hann verður lisin í heild; lyngklógvin í Lognbrá = sýmbol fyri eydnudreymin hjá Høgna). Slík s. taka saman um ein týdningarmiklan kjarna í hugmyndaheimi skaldsins. Nýtslan av einstaklingsbundnum s. vaks stórliga við romantikkinum, hóast hinir báðir flokkarnir eisini vóru sera algongdir tá. Hetta slagið av sýmbolnýtslu er á sín háttmarknasteinur fyri byrjanina til nútíðarskaldskap við *sýmbolismuni. Vaksandi áherðsla varð løgd á, at s. høvdu sjálvstøðugt virði og tilsipingar, sum tað ikki bar til at orða á annan hátt. S er skylt *allegori, sum tó yvirhøvur er beinleiðis tilvísandi, og *myndburð (*myndamál, *lýrisk modernisma), sum kann gerast sýmbol, um hann verður endurtikin fleiri ferðir í einum verki.

sýmbolisma

S. verður viðhvørt brúkt í víðari merking um bókmentir, har sum *sýmbol hava avgerandi leiklut, men í bókmentafrøði er orðið yvirhøvur avmarkað til rákið, sum nøkur høvuðsskald í Fraklandi – og seinni lærisveinar teirra í øðrum londum– fylgdu í seinnu helvt av 19. øld. S. tók seg upp í andstøðu móti *naturalismu og *realismu yvirhøvur. Henda yrkingarlist eyðkennist serliga av hugmyndaflogi og viðkvæmi, andstøðu móti upplýsingarstevnu og av royndum at koma í samband við tað ótilvitaða og kenslubundna við nágreiniligari orðing av sansan og við at nýta kløkk frábrigdi av orðum og hugtølandi megi teirra. Teknini í sýmbolistiskum skaldskapi, antin tey eru myndað av einstøkum orðum ella einari yrking í heild, eru torskilt ella ið hvussu er ber illa til at umorða tey. Teknini kunnu seta fram ávísa kenslu ella huglag, vón skaldsins um innlit í ein heim handan vanliga veruleikan. Við s. varð tann kollvelting í *myndamáli í bundnum skaldskapi og formi, sum setti sjøtil á *lýriska modernismu.
Høvuðsnøvnini í fronsku s. eru Paul Verlaine (1844-96), Arthur Rimbaud (1854-91) og Stéphane Mallarmé (184298). Sýmbolistar stílaðu móti einum skaldskapi, sum gav varhuga og setti fram tilsipingar heldur enn at tala beinleiðis; einum skaldskapi, sum kveikti subjektivt huglag gjøgnum sjálvgjørd *sýmbol, men fekst ikki við at lýsa ytri veruleika ella seta fram áskoðanir. Teir vildu nærka skaldskapin tónleiki, tí teir hildu, at ljóð var á loyndarfullan hátt skylt við aðra sansan ( *samsansan). Týdningarmikil nýskapan teirra var *frælsa ørindið, og teir endurnýggjaðu *prosayrkingina. Tann stóra fyrimyndin og slóðarin fyri s. var Charles Baudelaire (1821-67). Í verki sínum Les fleurs du mal (1857), ‘Blomstur hins illa’ leitar hann eftir vakurleikanum í tí illa og setur fram duldarfullar myndir av stórbýnum, av menniskjanum ‘á ferð í skógi tekna’. Sýmbolistar vóru serliga ávirkaðir av teori Baudelaires um samsvaranir (correspondances) millum likamligar og andligar víddir, millum teir ymisku sansirnar, samsvaranir, sum kunnu koma fram í skaldskapi. Sum ein rørsla undir hesum navni kom s. fram í Fraklandi í 1866 og var partur av teirri so nevndu *dekadensuni í tíðini. Ávirkanin frá s. á evropeiskar og amerikanskar, eins væl og norðurlendskar bókmentir tíðliga í 20. øld hevur verið munandi; inn í franskar bókmentir 20. aldar ber Paul Valéry s., Rainer Maria Rilke í týskar og W.B. Yeats í enskar. Neyvan nakað týðandi skald, sum hoyrir til *modernismuna er óávirkað av s.
Í føroyskum høpi er Janus Djurhuus dømi um skald, ið yrkir sýmbolistiskt. Ngvar yrkingar Janusar tóktust mongum lesara torskiltar, tá ið tær komu fram, og helst hevur ein orsøk verið, at hann yrkti við nýskaptum skaldsligum sýmbolum, meðan føroysk skald frammanundan mest nýttu almenn, siðbundin sýmbol. Janus ger síni persónligu sýmbol, og tað er ikki altíð eyðsæð ella sjálvsagt í fyrstu syftu, hvussu tey eiga at tulkast. t.d. í yrkingunum “Ver sterk mín sál” og “Sorg” (“Mín sorg er ein kvinna so marmorbleik”). Viðhvørt er tað gevandi at tulka Janusar sýmbolistisku yrkingar ævisøguliga og út frá skaldverki hansara í heild. Eftirmenn Janusar í føroyskum skaldskapi tóku partvíst eftir Janusi í sýmbolskapan. Seinni yrktu føroyskir modernistar og postmodernistar í ósiðbundnum myndamáli og gingu nógv longri enn Janus. Vit skulu tó við einstøkum undantøkum heilt fram í 1980-árini fyri at finna myndamál hjá føroyskum skaldum, ið nærkast teimum fronsku sýmbolistunum, tá ið tað ræður um at í at loysa sundur alt sjálvgivið samband millum tr ymsu myndafláirnar, sum t.d. Carl Jóhan Jensen og Tóroddi Poulsen.
Ch. Chadwick: Symbolism 1971 (The Critical Idiom). A. Hauser: Die Sozialgeschichte der Kunst und Literatur 1953 (do. týð. 1979). Modernism 1890-1930, ed. M.Bradbury and McFarlane 1976.

sýmonými

sýnekdoka (gr. synekdokhe, medfatan)

Ein stílsnild í klassiskari tungulist, har eitt orð verður skift um við eitt annað, sum hevur víðari ella trengri merking. Vanligasta slagið er, at ein partur kemur í staðin fyri heildina (pars pro toto), t.d. ‘kjølur’ = skip; skylt við hetta er orðing, har eitt ávíst slag stendur í staðin fyri yvirhugtak (*merkingarfrøði), t.d. ‘dagligt breyð’ = matur og drekka; somuleiðis eintal í staðin fyri fleirtal: ‘títt eyga diamant og kol’ (J.H.O.D.), ‘bretin’= bretar, ‘týskurin’= týskarar; merkingartreinging er tað øvugta, t.d. ‘fuglur’ = stórfuglur, t.e. lomvigi og álka, ‘fiskur’= toskur; ‘dansur’ í eldri máli = føroyskur dansur; fríðkandi umskriving (fagurheiti) í staðin fyri beinleiðis orðing t.d. ‘sovna’ = doyggja); nógv avgjørd orðing (hyperbel), t.d. ‘risaklapp’ = hart klapp; ella lítið avgjørd orðing (litotes), t.d. ‘ikki verri enn ilt’ = gott. Markið millum s. og *metonými er ofta ógreitt, og í seinni tíð hava fyribrigdini ofta verið flokkað undir einum. Summi *heiti í fornnorrønum skaldskapi ber til at flokka sum s. Sí *umskriving, *skreytnevni.

sýnisbók

Bók við úrvaldum lestrarstykkjum úr bókmentum, ætlað til at vekja áhuga og geva mynd av t.d. onkrum ávísum tíðarskeiði ella ávísum tjóðarbókmentum. Færøsk anthologi (1891) Hammershaimbs er ein tílík sýnisbók.

søgn

*sagnir.

søgugongd (en. plot, fr. intrigue)

Hendingagondin í frásagnarbókmentum (stuttsøgum, frásagnum, skaldsøgum, leikritum, søguyrkingum o.ø.). Mótsett *fábli er s. tann ítøkiliga hendingagongdin í frásøgn, hendingarnar í tí raðfylgi, sum tær standa í í søguni, knýttar at ávísum persónum, stað og tíð. S. verður ofta býtt sundur í ytri og innari s.; tann ytra s. viðvíkur sundurbýtingini í kapittul, ørindi ella tættir. Tann innara s. viðvíkur fyrst og fremst orsakasambandinum millum hendingar. Hon verður ofta býtt sundur í *kunning um umstøður, *kreppuog*loysn. Hetta tríbýtið er serliga hóskandi til leikrit.

søguhetja

Hetja ella *høvuðspersónur í søgu, frásøgn ella frásagnarkvæði. Ymsar tíðir og *bókmentarák leggja dent á ymiskt og velja sær ymiskar søguhetjur. Kappakvæðini (*kvæði) hava aðrar søguhetjur enn*arbeiðarabókmentir. Í *romantikkinum og*modernismunier s. ofta skald ella listamaður.

søguleikrit (e. chronicle play, tý. Historisches Drama)

Leikrit sum byggja á søguligar hendingar; oftast er evni teirra tikið úr rembingartíðum í lívi lands og tjóðar, men høvundurin nýtir fortíðina til at kasta ljós á samtíð sína og vandamál hennara. Søguligt evni er kent í leikritum hjá formgrikkum (Persarnir eftir Aiskhýlos), men henda greinin av leikbókmentum tekur seg fram seint í 16. øld í Onglandi við leikritum eftir Marlowe og Shakespeare og stendur í miklum blóma har heilt fram í miðja 17. øld. Eftir tað fána s., men við *romantikkinum kykna tey upp av nýggjum: Goethe, Schiller og Büchner skriva s. í Týsklandi og í Norðurlondum t.d. Oehlenschläger, Ibsen, Bjørnson og Strindberg. Í Føroyum eru fyrstu sjónleikirnir júst tjóðskaparromantisk s. eftir eitt nú R. Effersøe, Kristin í Geil og Regin í Líð. Eitt nýggjari dømi er leikritið Royndin eftir Ega Dam, sum gevur eina fleirtýddari mynd av hetjuni enn gjørt er í romantisku leikritunum. S. hava javnan blómað í tjóðskaparligum vekingartíðum, og tey hava vituliga ofta havt lyndi til at lovprísa fosturlandsalski. Í 20. øld vórðu nógv og ymislig s. skrivað. Í Sovjettsamveldinum stóðu s. í blóma, og denturin lá á leiklutinum hjá almúguni í at skapa søguligar broytingar. Í Amerika hava s. eitt nú leitað sær evni í borgarastríðnum og enn longri aftur; eitt av teimum gitnastu s. er um forfylging fyri gand í Salem í 17. øld, Haturfuglar ( The Crucible) eftir Arthur Miller, skrivað sum ávaring til samtíð, tá ið forfylging av vinstrahallum fór fram. Í Evropa hevur ávirkan frá Brecht og *episka leikhúsinum sett sín dám á s. og elvt til, at formurin verður nýttur til at avdúka søgulig fyribrigdi, sbr. Sólarleikhúsið (Teatre de soleil) í Fraklandi, P. Weiss í Týsklandi, J. Arden og fleiri í Bretlandi. – Sbr. *leikbókmentir.

søgulig skaldsøga

Skaldsøga, har hendingarnar fara framí einum ávísum søguligum tíðarskeiði væl fyri skrivingartíðina (ofta minst eitt ella tvey ættarlið fyrr,men stundum nógvar øldir), og har tað í størri ella minni mun verður roynt at avmynda siðir, hugsan og hugburð (mentalitet), sum eyðkendi tíðarskeiðið. Høvuðspersónurin, sum kann vera tikin úr veruleikanum ella ikki, stendur ofta ímillum stríðandi partar í einum søguligum tvídrátti, sum lesarin veit úrslitið av. Teir, sum slóðaðu fyri hesum tekstslagnum, vóru Walter Scott og James Fennimore Cooper. Tær søguligu skaldsøgurnar hjá Walter Scott, tann fyrsta var Waverly (1814), gjørdust fyrimynd hjá óteljandi øðrum. Millum viðgitin dømi úr 19. øld eru Notre Dame de Paris (1831) eftir Victor Hugo, Les trois Mousquetaires (1844) eftir Dumas eldra og Stríð og friður eftir (1863-69) eftir Tolstoy. Í Norðurlondum var B. S. Ingemann (1789-1862) undangongumaður. S. s. royna at geva eftirfarandi, djúptøkna lýsing av sambandinum millum lagnuna hjá einstaklingum og samfelagstvídrátt. Fyritreytin fyri s.s. í hesum týdningi er øðrumegin tann nýggja fatanin av søguligari menning, sum spratt í romantikkinum síðst í 18. og fyrst í 19. øld; hinumegin tann vaknandi tjóðskaparhugmyndin í kjalarvørrinum á napoleonstíðini. Hesar hugmyndirnar høvdu við sær, at høvundar løgdu sær eina við at lýsa og tulka søguligar hendingar út frá sjónarmiðum og umstøðum í sjálvari *søgutíðini. Hin vegin er vanligt í dagdvøljuskaldsøgum, at tað søguliga, fortíðin, bara er ein vøkur pallmynd hjá høvuðspersónunum. Dømi um føroyskar s.s. eru Regin í Líð: Ættarbregði (fyrri partur av Bábelstorninum, 1909), William Heinesen: Det gode håb (1964), D. P. Danielsen: Hvørt við sínar náðir (1990), Marianna D. Dahl: Vívil (1992).
G. Luckács: Der historische Roman 1955 (en. týð. 1962). Harry E. Shaw: The Forms of Historical Fiction. Sir Walter Scott and his Successors 1983. Malan Marnersdóttir.: “Skaldslig søga ella søgulig skaldsøga”, Fróðskaparrit 44. bók 1996, bls. 23-42. Turið Sigurðardóttir. “Vón Williams og klokka Kiljans”, Bókmentasøgur 2004, bls. 243-67.

søgutíð (en. story time, da. fortalt tid)

Tíð ella tíðarbil tá ið søga fer fram; s. í Det gode håb er 17. øld; s. í Tá ið eg havi málað summarhúsið er 1990-árini; oftast, men ikki altíð, er munur á s. og *frásagnartíð.

søguøld

Í fornnorrønari bókmentasøgu: tíðin tá ið hendingarnar í flestum íslendingasøgum – og í Føroyingasøgu – fara fram (u. 930 – u. 1030).