orðarað

Í bendingarmálum eins og klassisku málunum og norrønum, føroyskum og íslendskum, er møguleiki fyri frælsari o. enn í málum, har sum bendingin í stóran mun er horvin, t.d. donskum og enskum. Í bendingarmálum eru fleiri kostir í at velja um o., sum kann hava ávirkan á stílin. Við at broyta o. ber til at leggja dent á einstøk orð ella setningsliðir, fáa fram ávísa ávirkan í ljóðfalli og ljómi. Í bundnum máli verður o. ofta munandi broytt við atliti at rími og ljóðfalli; í norrønum skaldskapi, serliga *dróttkvødnum, ger atlit at stavrími (stuðlum og høvuðsstøvum) og hendingum, at o. ofta er sera langt frá vanligum talaðum máli.
Rætt orðarað kallast tað, tá ið raðfylgjan av setningsliðum er: grundliður, umsøgn + aðrir liðir. Øvugt orðarað, harafturímóti, tá ið annar liður enn grundliður stendur fremst. Verða aðrir liðir settir undan umsøgnini, fáa teir vanliga meiri tyngd: “Tungt gjøgnum dimmlig ár/ strevaðist ættin vár” (H.A. Djurhuus); “Hornið setti hann á sín munn” (Runsivalsstríðið). Í bundnum máli er o. stundum heilt eitt annað enn tað vanliga: “Faðir, okkum javnar/ nornan skepnur spann” (t.e. “Faðir, nornan spann okkum javnar skepnur.” J.H.O. Djurhuus); viðhvørt eru samansett orð klovin (*skurður).

orðatak

Orðatøk eru fólksligur vísdómur, telgdur í ovurstuttan form, ofta sum ørstuttar ‘søgur’, sum t.d. “Tá ið músin er mett, er mjølið beiskt.” Formurin er mergjaður við eyðkennum frá bundnum máli. Chr. Matras sigur í einari yrking til føroyskt mál m.a.: “eg fann teg í teimum hyggjuráðum, í orðatøk vóru telgd.”
Hjalmar P. Petersen, Páll Isholm(Inng.): Tiltaksorðabók á føroyskum. Forlagið Brattalíð 2003.

ortodoksi

Rætttrúgv, rættrúarstevna. Soleiðis kallast rákið í átrúnaðinum eftir, at siðaskifti Luthers hevði vunnið sær fótafesti. Í Danmark er 17. øld tíðin hjá ortodoksiini. Tað varð ein strong bókstavstrúgv, sum varð íðkað eftir føstum reglum, settum av hægsta manni kirkjunnar, kongi. Hetta rákið er umboðað av prædikuskrivaranum Brochmann (1585-1652) biskupi og sálmaskaldinum Kingo (1634-1703) biskupi. Rit Brochmanns bera dám av stórum misáliti á menniskjans evnir. Lestrar hansara komu út í 1635. Kingo málar í sálmum sínum skreytmyndir av himnaríki við fyrimynd í tí gullskrýdda kongliga einaveldinum. Gjøgnum kongligar fyriskipanir og ikki minst gjøgnum hesar báðar biskuparnar fekk o. ovurstóra ávirkan í Føroyum.

ortodoksur (gr, orthós rættur, og dóxa áskoðan)

Rættrúgvandi.

ossianisma

Dyrkanin av keltiskum skaldskapi á manna munni, sum stakk seg upp, tá ið tvey frásøgukvæði, Fingal (1762) og Temora (1763), vóru útgivin. Yrkjarin skuldi vera Ossian (t.e. Oisin, sagnkendur gæliskur yrkjari og stríðsmaður úr 3. øld, sonur Finn ella Fingal), og kvæðini skuldi James Macpherson, ein skotskur lærari, hava týtt. Hetta sum skuldi vera forn frásagnarkvæði Norðursins, hevði stóra ávirkan á hugmyndaflogið í Evropa, eftir at ‘Ossian’ var týddur til týskt (1768-9) og franskt (1777); Goethe, Herder og Napoleon Bonaparte vóru millum tey mongu, sum tóku eldhugað ímóti ‘Ossian’. Eisini eftir 1805, tá ið granskarar funnu fram til, at kvæðini vóru falsaðar samanpentingar, spunnar burtur úr røttum gæliskum skaldskapi á manna munni, livdu hugmyndir Macphersons um tann skaddutunga, dapra keltiska heimin við sítt fríska lív í *romantikkinum.