iambos, jamba

ideologi

imagisma (en. image ‘mynd’)

Stevnan hjá einum lítlum men sterkum bólki av enskum og amerikonskum skaldum, sum kallaðu seg imagistar millum 1912 og 1917. Oddamaðurin, Ezra Pound, setti fram stevnuskránna í mars 1913 í amerikanska tíðarritinum Poetry. I. er partur av uppreistrinum hjá *modernismuni móti ráðandi skaldskaparhevdini. Bólkurin vrakaði taðmesta av skaldskapinum úr 19. øld sum tokukent orðagjálv og stevndi í staðin móti nýggjum klárleika og neyvleika í teirri stuttu lýrisku yrkingini. Tí skuldi skaldið fyrst og fremst seta fram beinleiðis myndir og ikki umskriva yrkisevni sítt. Imagistarnir vóru ávirkaðir av tí japanska *haiku og lutvíst av forngrikskum skaldskapi. Teir nýttu fríari rýtmu enn ta hevdbundnu, føstu. Umframt Ezra Pound vóru imagistar t.d. Amy Lowell, Richard Aldington, Hilda Doolittle (H.D.), F.S. Flint og D.H. Lawrence. Ein viðgitin yrking eftir E. Pound er hesar tvær reglurnar um nøkur andlit, hann hevði sæð á einari undirgrundarstøð í París:

The apparition of these faces in the crowd;
petals on a wet black bough.

[Hesi andlitini sum birtast í múgvuni;
krúnubløð á vátari svartari grein.]

impressionisma (fr. impression inntrykk)

I. er heiti á stíli, ið leggur dent á at lýsa ta subjektivu, stokkutu løtuupplivanina av tilveruni og umheiminum. I. nýtir skaldslig og stílslig snildi, sum endurgeva slíka upplivan uttan endiliga at greiða frá tí skilvísa samanheinginum. Heitið varð upprunaliga brúkt um franska myndlist í 1860-70-árunum. Í bókmentum verður heitið i. brúkt um sýmbolistiskar yrkjarar og prosahøvundar, ið skriva brotkenda frásøgn, brúka fjalda beinleiðis talu og hugstroymi. Í 1880-árunum var impressionistiskur stílur útbreiddur í Norðurlondum, kendir meistarar eru danin Hermann Bang og norðmaðurin Jonas Lie. Tann ið veruliga menti hugstroymistøknina, var James Joyce, hvørs verk eru upprunin til hugtakið stream of consciousness (*hugstroymi). Tað er vanligt, at ólíkir prosahøvundar nýta *fjalda beinleiðis talu og flætta á tann hátt persónslýsing, frásøgn og endurgeving av talu saman fyri at fáa tann livandi og spontana dámin, sum er styrkin hjá i.

innaneinrøða (fr. monologue intérieur)

I. ella innantannatala er beinleiðis endurgeving av hugsanunum hjá einum persóni í einum bókmentaverki. I. verður nýtt í triðjapersónsfrásøgn, har frásøgnin av og á rennur yvir í endurgeving av hugsanunum hjá einum ella fleiri persónum.
Í i. kámast markið millum røðu og frásøgn (sbr. eisini *fjalda beinleiðis talu). Hetta er ein frásøgutøkni, ið er hent hjá tí, ið skrivliga ella munnliga skal siga frá sjónarmiðum hjá øðrum. Eftir 1870 gjørdist i. ógvuliga vanlig, t.d. hjá prosahøvundum sum J. P. Jacobsen, Herman Bang og Jonas Lie.
Í 20. øld broyttist endurgevingin av hugsanum og tilviti nógv, og i. mentist til *hugstroymi.
Ulla Albeck: Dansk stilistik 1965.

innbygdur høvundur (en. implied author)

Ymsir granskarar nýta hugtakið til at gera mun á rithøvundinum sum veruligum persóni (við áskoðanum og hugburði) og teimum áskoðanum, vitan og áhugamálum, ið kunnu lesast burtur úr verkum hansara og sum kunnu vera ólík frá einum verki til annað. I. h. er tann partur av rithøvundinum, sum kemur til sjóndar í einum verki. I. h. er ikki ein persónur og er sostatt ikki einstýðandi við rithøvundin sum slíkan, men ein eind, sum er til innan fyri tað einstaka verkið. I. h. má eisini haldast sundurskiltur frá *frásøgufólkinum; i. h. stendur aftan fyri frásøgufólkið og hevur ábyrgd av, hvat slag av frásøgufólki ber søguna framfyri lesaran; hetta tvíbýtið kann ofta skapa iróniska frástøðu mótvegis frásøgufólkinum.
Wayne C. Booth: Rhetoric of Fiction 1961.

innrím

Rím innan ørindisreglu ella rímorð, ið knýta saman ørindisreglur eins og endarím men standa ikki í endanum á reglunum, sbr. *endarím; *rím.

intertekstualitetur

ironi

*speisemi.