óálítandi frásøgufólk

Frásøgufólk, sum tykist geva skeiva frásøgn um hendingar og persónar, við misvísandi helling ella á annan hátt avlagaða, soleiðis at hon víkur frá ‘røttu’ fatanini, sum lesarin og *innbygdi høvundurin hava í felag. Ósambærið millum uppfatanina hjá tí óálítandi frásøgufólkinum av hendingunum og uppfatanina, sum lesarin heldur vera rættari, skapar *speisemi. Heitið ó. f. merkir ikki neyðturviliga, at frásøgufólkið er siðspilt og óálítandi – hóast tað kann vera tað í summum førum, – tí hugtakið fevnir eisini um góðtrúgvin ella óvitandi frásøgufólk. Eitt klassiskt dømi er Huck í Adventures of Huckleberry Finn (1884) eftir Mark Twain: tann 14 ára gamli frásøgumaðurin skilir ikki til fulnar, hvat hendingarnar, hann sigur frá og ger viðmerkingar til, hava at týða. Onnur óálítandi frásøgufólk tykjast reingja frásøgn sína av fáfongd ella óndskapi. Í báðum førum hevur lesarin ta fragd at leita eftir ábendingum, sum vísa, hvat veruliga fer fram. Skaldsøgur og aðrar frásagnir úr 20. øld hava serligan tokka til hetta slagið av *frásøgufólki. Í norðurlendskum bókmentum finna vit tað t.d. hjá Pär Lagerkvist (Dvärgen 1944), Willami Heinesen (Det gode håb 1964) og Jakobínu Sigurðardóttur (Sjö vindur gráar, stuttsøgusavn 1970).

óbeinleiðis persónslýsing

óbundið mál

rosa (úr lat. prorsa oratio, røða, sum heldur beint fram), bókmentir við fríari rýtmu, talumálsrýtmu, t.d. skaldsøgur, stuttsøgur og nútíðarsjónleikir og essay.