Tær harðleiknu happisystrarnar

Frida Sofía Johannessen, sum eisini hevur týtt dagbókina hjá Annu Frank, hevur týtt ta óvanligu og spennandi bókina Systrarnar undir Steinum. Ungu Føroyar góvu út 2007.

Systrarnar undir Steinum (upprunaheiti: De zusjes Kriegel) eftir belgiska barnabókahøvundin Marc de Bel er ein modernað barnabók fyri ellivu ára gomul og eldri.Hon viðger tað klassiska bókmentaliga motivið “tað ónda barnið”, men hon ger tað í fullum samsvari við nútíðina, har hugburðurin í barnauppalingin og tískil eisini í barnabókum, er ein heilt annar enn í klassiskum bókmentum.

Tað ‘ónda barnið’ fyrr og nú
Vit kunnu fara heilt aftur til eina ta elstu skaldsøguna, Robinson Kruso, sum hóast hon ikki upprunaliga er barnabók, leingi hevur verið brúkt sum slík. Hon er um tann unga dreingin, sum er ólýðin móti pápa sínum, rýmir til skips og hetta ólýdnið fær hann afturlønt í teimum vanlukkum honum eru fyri. Men so lærir hann eisni av mótburðinum, viðurkennir síni mistøk og búnast til góðan, gudsóttandi mann.
Men ikki minni eru tað sum sagt klassiskar barnabøkur, sum eru bygdar eftir hesum mynstrinum: tað ólýdna barnið fær stóran mótburð og møtir vanlukkum, sum eru elvdar av ólýdninum. Gjøgnum størstu neyð og sorg búnast barnið til at skilja, at foreldrini alla tíðina høvdu rætt, og at tað sjálvt fór skeivt. Síðani fer barnið heimaftur, biður um fyrigeving og livir síðani eydnuríkt í hjálpsemi móti sínum gomlu foreldrum og í samsvari við tað, foreldrini royndu at ala tað upp til. Vit kunnu nevna Pinocchio, sum var sprellimaður og ikki gjørdist rættur drongur, fyrr enn hann lærdi at elska og æra faðir sín og taka ábyrgd av gerðum sínum. Ella Nils Holgarsson, sum var ein óskikkiligur drongur og fekk ta revsing at verða so lítil sum ein fingur; v.ø.o. misti hann sín menniskjansligleika og fekk hann ikki aftur, fyrr enn hann eftir nógvan mótburð – og spennandi ævintýr - hevði tikið annað skinn um bak.
Ein høvundur nærri okkara tíð, sum endurnýggjaði barnabókmentahevdina, var Astrid Lindgren. Tá ið vit hugsa um ymsar av kendastu bókum hennara, eitt nú Pippi Langsokk og Emil úr Lønnebergi, so er greitt, at høvuðspersónarnir í teimum eru “ólýðin” børn”, men ikki sum í teimum klassisku bókmentunum! Í teimum eldru bókunum ger frásøgufólkið tað púra greitt, at høvuðspersónurin er á skeivari leið, tá ið hann ella hon er sjálvráðin og ikki aktar foreldrini; tá kann tað tykjast at ganga væl, men tað er bara ein spurningur um tíð, so gongur alt at hundinum til hjá “óargabørnum” sum t.d. Pinocchio. Soleiðis er ikki í nevndu bókum eftir Astrid Lindgren. Har má lesarin sjálvur í nógv størri mun ætla um, hvussu hendingar og atburður eiga at metast; tí frásøgufólkið sigur ikki, hvat vit eiga at halda. Tá ið Pippi sigur, at tað er ein ein hátt bara gott, at mamma hennara býr í himlinum og at pápi hennara er nekarakongur, tí so ræður hon sjálv, nær hon fer í song, ja so er einki frásøgufólk, sum rættleiðir og ger okkum varug við, at her er Pippi á skeivari leið. Somuleiðis tá ið hon leggur føturnar á høvdalagið og høvdið á fótalagið, ella tá ið hon til stuttleika tømir kakaokoppin í høvdið á sær. Gamaní, hóast frásøgufólkið ikki rættleiðir hetta, so eru aðrar røddir í bókini, sum rópa varskó: Tað eru frúur og mammur, løgreglan og lærarindan í bygdini, sum – til fánýtis – royna ávikavist at fáa Pippi á barnaheim og at ganga í skúla. Men hetta eru røddir millum aðrar við avmarkaðan myndugleika, sum lesarin kann meta fyri og ímóti; langt frá tí mynduga frásøgufólkinum í teimum klassisku søgunum. Og í Emil úr Lønnebergi er tað ofta tann óskikkiligi hóast hjartagóði Emil, sum kemur væl burturt úr skálkastrikum sínum, meðan pápi hansara ofta er tann, ið kemur illa burturúr, tá ið hann ætlar at rættleiða og revsa Emil. Myndugleikin hjá foreldrum, lærarindum, løgreglu og øðrum vaksnum er ikki so rimmarfastur í hesum søgunum.

Eingin at vera ólýðin ímóti
Í Systrunum undir Steinum er ikki bara myndugleikin hjá foreldum og at kalla øllum øðrum vaksnum burtur: har er einki samband millum børn og foreldur. Høvuðspersónarnir, tær tríggjar systrarnar undir Steinum, bólkast undir barnasøgupersónar sum eru “ólýðin/óskikkilig børn”. Men tað sum víkur frá eldri barnabókum við slíkum høvuðspersónum er, at tær eru ikki ólýdnar móti nøkrum foreldramyndugleika, tí hann er ikki til.

Óskikkað foreldur
Systrarnar undir Steinum byrjar við, at tær tríggjar systrarnar verða bornar í heim. Foreldrini eru skelkað av at fáa trý børn í staðin fyri eitt; pápin er so ringur, at hann má tøma eina whiskeyfløsku og leggja seg í seingina til mammuna at sissa seg. Mamman er ikki minni forfard og ringir til vinkonuna at siga frá. Vinkonan, sum hevur sett sín son í fostur, tí hann var so frøknutur, at hon tímdi ikki at hava hann, ja hon veit at siga tí nýbakaðu mammuni undir Steinum, at barnastyrkurin fyri trý børn er nógv meira, enn ein neyðars ektamaður forvinnur. Mamman undir Steinum ger tí av, at tey skulu hava genturnar sjálvi, eftirsum tað fæst so væl av pengum fyri tær.
Foreldrini undir Steinum hava ikki hugsað um nøvn til døturnar; men knappliga stendur ein maður á gólvinum, sum sigur “Tina, Stina og Lina” og hvørvur so, eins knappliga og hann koma. Hetta verða nøvnini, genturnar fáa.
Foreldrini undir Steinum eru í dýrastu neyð av gentunum, sum gráta og skríggja ta mestu tíðini, uttan tá ið arbeiðskonan tekur tær upp í føvningin og rurar teimum! Men sigur mamman aundir Steinum, “tað ætli eg mær ikki at fáa mær fyri, tað kann eg gott fortelja tær! Og tað ringasta er, at nú duga tær sjálvar at pilka plástrini av, sum eg brúki til at klistra gákin á teimum saman við. Og um tær smakka tær knústu sovitablettirnar í fruktgreytinum, sum eg gevi teimum, so spýta tær alt útaftur beint í andlitið á mær. Ódjór eru tær! Eg orki hetta ikki longur...” (8-9).
Hetta er ikki júst tann mátin, vit vanliga hoyra pinkubørn umtalað, hvørki í veruleikanum ella í barnabókum! Foreldrini undir Steinum hava als ongan áhuga fyri børnum sínum, og tey royna ikki at krógva hetta áhugaloysið. Tey flyta seingina hjá sær oman í kjallaran og seingina hjá børnunum í ein krók uppi á loftinum fyri at sleppa frá at hoyra tey gráta.
Tríburarnir eru so strævnir, at serfrøðingar verða boðsendir, teirramillum doktar Nuts, professari – navnið er kent úr skemtifilmi frá fyri nøkrum árum síðani. Kanningarnar vísa, at systrarnar hava onga hóming av, hvat er loyvt og ikki, og serfrøðingarnir vita eingi ráð, men teimum tykir hjartaliga synd í foreldrunum.
Tað er tí ein góður lætti, tá tær eru tvey og eitt hálvt ára gamlar og kunnu fara í barnagarð. Har lukkast tað næstan einari barnagarðslærarindu at læra systrarnar at lata vera við at bíta í alt, sum fyri er. Tað ger hon við at taka systrarnar upp á knøini og rura teimum, meðan hon letur tær bíta í teir hørðu leðurhendskarnar, sum hon er í, tá ið hon tók ímóti teimum tann fyrsta dagin.
Men tær eru kortini so óskikkiligar, at tær verða koyrdar úr barnagarðinum aftaná ein mánað, men tað leggja tær einki í, tí tær keða seg har. Eftir hetta eru tær heima tey næstu árini.

Bjargandi omma
Tað næsta, sum hendir er, at mamman undir Steinum aftur er upp á vegin. Fyrst er tað ivasamt, tí hon etur 24 kakur um dagin fyri at halda tríburarnar út. Men ein kanning vísir at tað er ikki bara av kakum, at hon er tjúknað. Tríburarnir fáa so ein lítlan bláoygdan beiggja við ljósum krúllum. Tær vamlast við hann, tí tær halda hann vera ov elskuligan. Eins og tá ið tríburarnir komu í heimin, hava foreldrinui undir Steinum heldur ikki hesa ferð valt nakað navn til barnið. Men knappliga stendur ein før gomul kona har. Hon er i víðum møtli við hettu við firvaldum og løgnum skapilsum broderaðum á, og ein gjøgnumtreingjandi luktur av leygarurt, roykilsi og blámaðum geitarosti stendur av henni og rekur tann sterila sjúkrahúsluktin burtur. Tann gamla konan nevnir tann lítla dreingin Júst, leggur hondina á tær ljósu krúllurnar og biður sjúkrasystrina lova sær at halda á dreinginum eina løtu. Hon er nevniliga omma hansara, Diana Grausmans.
Til tá høvdu tríburarnir ikki vitað, at tær áttu nakra ommu. Men frá hesari løtu vita tær, at omma teirra er ikki hvør sum helst. Hon hevur yvirnatúrligt evnir og hon kemur teimum til hjálpar, tá ið ringast stendur til. Tað vísir seg, at tann løgni maðurin, sum navngav tríburarnar, er ein gandakallur, sum kappast við ommuna um vald yvir børnunum. Hann eigur sín lut í, at genturnar eru so óflættiligar, sum tær eru. Og Diana omma, sum nevndi Júst, ið eisini er jólabarn, eigur sín lut í, at hann er so góður, sum hann vísir seg at vera.
Ígjøgnum bókina gera tríburarnir síðani ringastu skálkabrøgd, serliga í skúlanum, men annars allastaðni. Tann einasti, sum tær eira, er lítlibeiggin.

Furða (fantastikkur) og realisma
Sum tað sæst, er ein feril av furðu ella fantastikki í bókini, soleiðis sum rákið hevur verið nú í nøkur ár, frá Harry Potter og Ferðini til Zambora til Dóttur skammarans o.fl.. Tey bæði: tann fremmandi maðurin, sum gav tríburunum navn, og Diana omma, sum gav Jústi navn, umboða tað loyndarfulla, fantastiska. Tey umboða ávikavist góðar og óndar kreftir, sum stríðast um børnini. Tað illa er “gubbi” at tríburunum og tað góða er “gumma” at Jústi, sum eisini er so góður sum tann ljósi dagur. Men omman er omma at øllum trimum, og tað endar við, at hon vinnur dyggan sigur á teimum illu kreftunum og bjargar gentunum hóast sigurin - realistiskt - ikki er endaligur:

“Nú?” smíltist omma.
Systrarnar kystu hana allar í senn. Óvanar við, men av fullum hjarta. Tað gav teimum eina herliga kenslu.
“Er hatta øh... skrímslið nú veruliga deytt, omma?” spurdi Lina. Omma togaði síni fýra ommubørn tætt inn til sín.
“Nei, Lina góða”, svaraði hon. “Sátan er ikki so lættur at syfta. Hann kemur fyrr ella seinni undan kavi onkustaðni. Men so í øðrum skapi. Til dømis sum ein fitt lítil genta.”
“Áh....”
Bls. 158

“Tað skikkaða (kompetenta) barnið” sum lesari
Hóast bókin hevur nøkur motiv frá furðusøgum, er hon ikki furðusøga av tí slagnum, har frásøgufólkið letur lesaran vera í tryggari vissu um tann góða høvuðspersónin og hansara ella henanra endaliga sigur móti teimum óndu mótstøðufólkunum. Í Systrunum undir Steinum eru tað góða og tað ónda samanblandað, eins og omman sigur í sitatinum omanfyri. Tríburarnir halda saman móti øllum heiminum; tey einastu bleytu støðini á teimum eru sambandið við lítlabeiggjan og ommuna. Tær eru alt annað enn góðar, men fortreðgerarar, sum øll ræðast við góðari grund. Ikki beinleiðis fyrimyndir hjá ungum lesarum.
Her kunnu vit nevna hugtakið “tað skikkaða barnið” úr granskingini av barnamentan í dag. Í tí liggur tann hugmyndin, at børn hava sínar egnu kenslur, mátar at uppliva, sansa og hugsa. Tað er neyvan nakað, sum er nýtt. Tað nýggja er, at tøknimenningin ger, at børn í dag hava førleika og møguleika fyri at vera virkin sum lesarar og brúkarar yvirhøvur og sjálvi velja, hvørjum tey geva ans, møguleikar, ið børn als ikki høvdu fyri einum ella tveimum ættarliðum síðan. Barnabókmentir í dag mugu taka støði í hesum nýggja veruleikanum, at børn nú - eins og vaksin – velja frítt millum tað, sum er á marknaðinum. Tað, at børn nú kunnu velja sjálvi, hevur gjørt, at í barnabókmentum er nú umsíðir komin tann skilnaður millum list og lærdóm/uppaling, sum kom í vaksnamannabókmentum umleið 1800. Í barnabókmentum í dag ganga listfrøðilig fyrilit fram um tey uppalandi, upplýsandi og siðbøtandi fyrilitini, sum sum higatil hava átt so stóran sess í bókum fyri børn.
Hugburðurin, sum eyðkennir frásøgnina í Systrunum undir Steinum, er at børn hugsa sjálvi, uppliva, og tey taka støðu til samansett viðurskifti.

Ræðusøga um ófitt foreldur og børn
Søgan kann njótast sum ein nøtrisøga um tær tríggjar happisystrarnar. Samstundis vísir samanhaldið teirramillum og sambandið við lítlabeiggjan og ommuna aðrar síður á teimum.
Fyri tann vaksna lesaran er vansorganin tann passivi men veruligi óndskapurin. Tann yvirdrivna, groteska frásøgnin ger hevur dám av stjúkmammuævintýri. Samstundis er umhvørvið realistiskt og vísir til modernaðan veruleika:

Tá Júst fylti trý, fóru pápin og mamman bussferð til eina hugnaliga lítla bygd í Týskalndi. Hvørt ár um jóltíðr varð hildin veitsla har, sum presturin rindaði fyri. Tey... hildu, at systrarnar vóru nóg gamlar til at ansa sær eftir sjálvum og lítlabeiggjanum. “Tá ið kemur til stykkis, so eru tit fimm og tjúgu og eitt hlvt ár tilsamans,” segði mamman, tá ið hon fór. (bls. 23)

Sjálvgóðskan hjá foreldrunum er ikki lýst at vera orsøk til, at systrarnar eru, sum tær eru. Tað er tann loyndarfulli maðurin, ið kom og gav teimum navn, tá ið tær vóru føddar, sum er útnevndur sum orsøk. Tað góða er eisini loyndarfult; men umsorganin, sum Diana omma umboðar - ein mussur og eitt klemm, ein heilsan og ein t-shirt í føðingardagsgávu – er eins týdningarmikið og tey yvirnatúrligu evnini, sum hon brúkar til at hjálpa teimum.

Tá ið Pippi kom út í 1945, hevði høvundurin stríðst við forlagið sum vildi sensurera, tí Pippi gjørdi, sum henni lysti og kom væl burtur úr tí, meðan flestøll vaksin fingu toyggið. Tað er ikki heilt óhugsandi, at okkurt skilagott vaksið menniskja heldur, at Systrarnar átti at verið sensureraðar.

img
  • Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
  • Dagfesting | 31.08.2007
  • Bólkur | Ummæli