Listar eru óendaligir

Við nýggju útgávuni av “Hugtøk í bókmentafrøði” ger Turið Sigurðardóttir eina áhugaverda roynd at avmarka tað, sum ikki kann avmarkast

Heimskendi italski rithøvundurin Umberto Eco hevur lagt til rættis eina framsýning, sum fram til 2. august næsta ár kann upplivast í Louvre í París.
Heitið á framsýningini er “Vertige de la liste” ella á enskum “The Infinity of Lists”.
Evnið er óteljandi royndirnar hjá vitbornum idealistum at fáa skil á heiminum og sær sjálvum við at gera listar, katalog, leksikografisk verk o.s.fr.
Sambært Umberto Eco eru listar upprunin til alla mentan. Við listum verður tað óendaliga endaligt. At gera ein lista er ein roynd at fáa tamarhald á sínum umhvørvi ella sær sjálvum. Ein bókmentasøga, ein halgisøga, ein framsýning, ein lærubók – alt er í grundini listar, ið avmarka og skipa heimin, so hann verður til at fata.
Í stóru skaldaverkunum eru eisini altíð listar, t.v.s. uppgerðir yvir lutir og fyribrigdi, hugsið bara um Homeros ella Sterne, Mann, Joyce og Borges.

Føroyskar royndir
Í føroyskum høpi ber eisini til at vísa á slíkar royndir, kanska týðiligast og mest framsøkið í “Indberetninger”, sum Svabo skrivaði og teknaði í 1781-82 (ein fullfíggjaður listi yvir Føroyar), men eisini í so mongum øðrum, t.d. í bygdasøgum, í orðabókagerð, framsýningum á Fornminnissavninum ella á Listasavninum og í skaldsøgum sum t.d. “Ò” eftir Carl Johan Jensen, har allar royndir at skipa listar tó verða syndraðir ferð eftir ferð.
Við heitinum á framsýningini í Louvre vil Umberto Eco eisini vísa á, at listarnir í sær sjálvum skjótt kunnu gerast óendaligir, og so fáa vit brúk fyri nýggjum listum yvir listar o.s.fr.

Hugtøk í bókmentafrøði
Tað kann tykjast sum eitt heldur langt lop frá framsýningini í Louvre til eitt ummæli í Dimmalætting, men nýútgávan av “Hugtøk í bókmentafrøði” hóskar væl til framsýningarevnið hjá Umberto Eco.
Turið Sigurðardóttir ger eina roynd at avmarka og skipa tað annars óavmarkaðu nøgd av heitum og hugtøkum, sum finnast í bókmentafrøðini í dag. Tað hugfangandi við bókini (eins og øllum øðrum slíkum bókum) er, at hon gevur okkum lesarum kensluna av yvirliti, har yvirlit annars í veruleikanum er ógjørligt - tað óendaliga verður endaligt.
Bókin kom út fyrstu ferð í 1998 og hevur verið nógv brúkt og eftirspurd. Men endamálið við útgávuni er ikki einans fakligt, tað er eisini málsligt, at fáa føroysk orð og heiti grundfest í vísindagreinina bókmentafrøði, og við frágreiðingum og skilmarkingum fáa lesararnar at hugsa um bókmentafrøði á føroyskum heldur enn bara á enskum, týskum ella donskum.
Eingin er betur egnaður til slíkt stórt arbeiði enn Turið Sigurðardóttir, og bókin er eisini sera væl frágingin.
So at siga øll týðandi fyribrigdi og hugtøk í nútíðar bókmentafrøði eru við, og í flestu førum eru skilmarkingarnar bæði innihaldsliga og málsliga greiðar. Roynt verður eisini í hvørjum einstøkum føri at sipa til føroysk dømi fyri á tann hátt at vísa á, at føroyskar bókmentir eru partur av altjóða rákum, og tí eisini kunnu granskast - og eiga at verða granskaðar - við støði í hesum.
Undir hugtakinum “metaskaldskapur” verður t.d. víst á Róa Patursson, Carl Jóhan Jensen og Tórodd Poulsen, undir “rammusøga” verður víst á Regin í Líð, H.A. Djurhuus og Hanus Kamban, undir “hexametur” á Janus Djurhuus, undir “panteismu” á H.A. Djurhuus og Karsten Hoydal, undir “arbeiðarabókmentir” á Regin í Líð, Martin Joensen og Jóanes Nielsen, undir “aleksandrinari” á Hans Jákupsson Debes.
Í veruleikanum liggur skrokkurin til eina føroyska bókmentasøgu fjaldur í tekstinum undir øllum leitorðunum.

Úrval og týðingar
Ein slík útgávu má sjálvsagt avmarkast so frægt sum til ber. Í mun til fyrru útgávuna eru tó komin umleið 80 nýggj leitorð, og harumframt er teksturin undir leitorðunum í fleiri førum víðkaður munandi. Tekstaslagið skaldsøga var t.d. bert leysliga skilmarkað í fyrru útgávuni, í nýútgávuni er viðgerðin nágreinilig og neyv. Men eins og í fyrru útgávuni tykist ein greið hugsan handan úrvali av ástøðingum mangla.
Einastu ástøðingar við egnum eftirnavni sum leitorði eru Habermas og Saussure, og tað er heldur løgið. Fleiri onnur nøvn høvdu verið eins sjálvsøgd, ikki minst fleri av teimum, sum løgdu lunnar undir nútímans bókmentafrøði í fyrru helvt av 20. øld. Og Habermas hevur ikki havt serstakan týdning fyri bókmentagransking, men hinvegin fyri hugvísindi í síni heild.
Turið Sigurðardóttir nevnir sjálv í innganginum, at hon hevur styðjað seg til íslendsku “Hugtök og heiti í bókmentafræði”, og stuðul og íblástur er sjálvsagdur í slíkum arbeiði, men í støðum tykjast frøðiheitini óneyðuga íslendsk, t.d er eingin orsøk at nevna dekonstruktión “avbygging”. Og hví týða gamla grikska ørindislagið jamba til “øvutan tvílið”? Tað er felags fyri fleiri av teimum heitum, sum í bókini verða týdd, at tey longu hava vunnið hevd í føroyskum og harumframt eru løtt at brúka og benda. Tað er eisini óheppið at kvetta alt málsøguligt samband við okkara forngrikska arv.

img
  • Skrivað hevur | Bergur Djurhuus Hansen
  • Dagfesting | 15.12.2009
  • Bólkur | Ummæli