Brúgvin
Tolkingarmøguleikar í skaldsøguni Brúgvin eftir Katerine Paterson. Bergljót av Skarði týddi úr enskum og Bókadeildin gav út í 1989. Bókin er 145 síður og kostar 20 krónur.
Høvuðstema í Brúnni er, sum í so nógvum bókum og ævintýrum, unglingin, ið skal gerast vaksin og fáa sín egna samleika. Hann skal ígjøgnum nakrar royndir, áðrenn hann kann standa á egnum beinum. Høvuðspersónurin íBrúnni, Jess, er í samleikakreppu. Hansara vantandi sjálvsálit og hansara kúgaða støða heima gera, at hann er misnøgdur við sín egna samleika, hann sær seg sjálvan við pápans eygum. Fyrst í bókini hoyra vit um, at hann fegin vil renna skjótari, hann vil vera besti rennari, so at “Sjálvt pápi fór at vera errin” (s. 10).
Jess følir, at hann er ikki nóg góður, og hann vil góðtakast av hægsta myndugleika, t.e. pápanum. Jess hevur eitt yndisítriv, tað er at tekna. Við sínum tekningum fær Jess fram sítt innasta mál; tað er ofta torført hjá honum at orðføra seg, men myndir koma til hansara, tá ið eitthvørt hugtekur hann. Hetta ítriv er ikki eftir pápans høvdi:
Hann hevði viljað víst pápanum tekningarnar, men hann tordi ikki. Tá ið hann gekk í fyrsta flokki, hevði hann sagt pápa sínum, at hann skuldi vera listamaður, tá ið hann bleiv stórur. Hann hevði væntað, at pápin bleiv glaður, tað var hann ikki. – Hvat læra tey í hasum forbrenda skúlanum? hevði hann spurt. – Allar hasar gomlu genturnar gera mín einasta son til ein... (s. 17-18)
Tað er týðiligt, at pápin heldur ikki nógv um hesi konufólk og teirra lótir. Kravið er, at Jess skal gerast rættur maður, tí hann er ov gamal er vera kystur og kíndur sum tær smáu systrarnar. Hetta hevur við uppaling at gera og serstakliga dreingjauppaling. Hon kundi saktans.
Hon kundi renna eftir honum [t.e. pápanum] og klemma hann og mussa hann. Tað stakk Jess í hjartað at síggja pápan lyfta tær smáu upp á økslina... tey høvdu hildið hann verið ov stóran til hatta, síðani hann var føddur (s. 23).
Kynsrollur
Tað er eitt konufólk, sum hevur skrivað bókina, og tað sæst aftur í teimum motivum, sum verða brúkt, t.d. eru kynsrolluspurningar frammarlaga. Vit síggja, at Jess er sera lítið fyri at koma í hóslag við Leslie, tí at hon er genta, og mamma og pápi hansara halda eisini, at hann skal halda seg frá henni – serliga pápin. Leslie er sera ógentulig, sjálvt navnið er kynsleyst, hon er altíð í buksum, sum er sera óvanligt har á leið, hárið er styttri enn á dreingjunum, og so rennur hon skjótari enn allir dreingirnir – hinar genturnar í skúlanum renna als ikki. Leslie hevur sjálvsálit og áræði, leggur ikki í, um hini arga.
Høvundurin vísir, at Leslie er ein sera spennandi og aktiv og klók genta, sum verður Jessi ein hjálpandi eingil í hansara trongu, fordómsfullu verð.
Annars eru systrarnar hjá Jessi lýstar sum tvær ótolandi pyntidukkur. Hann er í húsi saman við fimm konufólkum og saknar sárt at práta við pápan; hetta hevur sjálvsagt týdning í hansara búning. Men her spælir tað sosiala umhvørvið inn, Jess er úr eini hálvfátækari familju, og hetta hevur týdning fyri teirra undirlutakenslur. Pápin arbeiðir langt heimanífrá og hevur ikki orku at vera saman við familjuni.
Fordómar av ymsum slag verða brúktir til at vísa munin á Lesliesa verð og hansara. Bæði klæði, hús og áskoðanir heima hjá Leslie og teimum eru avgjørt øðrvísi enn hjá øllum hinum í bygdini. Lærarin Julia Edmunds er eisini ein slíkur øðrvísi persónur. Foreldrini hjá Jess halda lítið um hana, men Jess fær í Juliu ei góðan vin, sum kemur í foreldra stað, tá ið foreldrini ikki skilja hann.
Jess fær eisini í løtum, tá ið hann er saman við Juliu, flýggjað frá veruleikanum, hann fer so at siga aftur í barnatíðina, og hon verður myndaliga talað mamma hansara. Hetta lesi eg myndaliga burtur úr teirra túri til Washington, tá ið hann nýtur at vera einsamallur saman við Juliu í tí tronga, heita bilinum.
Tá ið hann hugsaði um tað, helt hann kortini, at tað var frálíkt at vera púra einsamallur við frøkun Edmunds í hesum lítla hugnaliga bilinum. Hon koyrdi varliga, helt við báðum hondum um róðrið og hugdi beint frameftir. Hjólini murraðu, og vindeygavaskararnir glintaðu hugfarsliga. Bilurin var heitur og angaði av frøkun Edmunds. Jess sat við hondunum millum knøini og trygdarbelti um bringuna (s. 113).
Myndamál
Ein mynd av móðurlívi, undirstrikað av kropsburðinum hjá Jessi. Eisini fjósið kann lesast sum mynd av hesum fjálga stað, barnsins tryggu verð. Jess hevur verið til arbeiðis at mjólka, og fjósið er hansara skýli, har er frøkun Bessie, kúgvin, stór og heit, væl nýtandi sum móðurmynd, “fjósið reyk so heimligt av frøkun Bessie” (s. 110). Hesin metaforikkur verður gjøgnumførdur, tí í endanum á bókini fer Jess tvær ferðir ikki at mjólka; hann hevur ikki atgongd til barnastøðuna longur.
Tað verða Leslie og Julia, sum hjálpa Jessi at fáa sjávsálit. Julia rósar hansara tekningum og tekur tær í álvara, og Leslie lærir hann mangt og hvat um kenslur og ótta. Longu fyrsta skúladag er Leslie óbeinleiðis atvoldin til, at Jess vinnur moralskan sigur á Gary. Saman klára tey bæði allar vandar, og Jess sigur einastaðni, at tey bæði hoyra saman:
Leslie var meira enn ein vinur. Hon var hann sjálvur, hansara egna meira spennandi eg – hansara vegur til Terabitiu og allan tann stóra heim handanfyri (s. 55).
Hetta brotið síggi eg sum miðstillað í bókini, knýtt at myndini um putlispælið – Jess heldur, at hann er sum eitt putlispæl, har eitt petti vantar (s. 108). Myndin við putlispælinum stendur á somu síðu, sum hann sær Leslie seinastu ferð – hon fer rennandi. Og seinast í kapitlinum fáa vit varhugan av, at okkurt ringt fer at henda. Tá ið bókin endar, er Jess vorðin heilur. Putlispælið er lagt. Leslie er burtur, men pettið, sum manglaði, er komið upp á pláss. Eisini fekk hann hennara litir og pappír og fekk soleiðis atgongd til hennara verð. Mai – lítlasystir – sigur, at Jess er als ikki bangin, og Jess er nógv broyttur nú, hann veit, at ræðsla skal takast við skynsemi. Leslie var onkursvegna tað vantandi pettið. Um ein lesur bókina á henda hátt, ber til at siga, at Jess lærir at góðtaka tann kvinnuliga partin av sær.
Men áðrenn Jess er komin so langt, at hann er sloppin av við kálvahjartað, hevur hann saman við Leslie upplivað og gjøgnumlivað bæði sorgarstundir og lukkuløtur í ævintýrlandinum Terabitiu. Navnið Terabitia er kanska í upprunateksinum orðaspæl við orðið terapi, tí terapi er tað, tá ið Jess sleppur at vera kongur; hetta er kanska ikki so sjónskt í týðingini. Myndabólkurin her er úr ævintýrheimi, tey eru kongur og drotning, og Terri er prinsur, Janice er risi, og har eru illir andar. Leslie er rom í gandi, hon dugir so væl at spæla, at Jess eina løtu sleppur burtur úr gerandissjagginum og verður kongur, t.e. fær sjálvsálit, styrki og virðing frá øðrum og sær sjálvum. Terabitia er teirra privata stað, har teimum ikki nýtist at vera smæðin ella fylgja normum og fordómum. Men Terabitia er eisini ein andalig støða, ein máti at liva, at tora at liva við kenslum.
Leslie er hansara lykil ella brúgv til Terabitiu, men sum frá líður, verður Jess førur fyri at hava Terabitiu innan í sær. Tá ið Leslie er farin, er tað Jess, sum leiðir Mai inn í Terabitiu. Men fyrst hevur hann lagt Leslie minniskrans í Halgu lundini, t.e. hann hevur sættað seg við deyðan. Hann fer úr Terabitiu, men nú hevur hann hana innan í sær. Sjálvt eftir at hon er deyð, fær Leslie hjálpt honum, hon gerst hansara brúgv til Miss Meyers – ta gomlu, keðiligu lærarinduna. Tey vóru bæði góð við Leslie, og nú dugir Jess at síggja, at Miss Meyers er eitt menniskja, sum hevur liðið og elskað og ikki bara ein illsint lærarinda. Somuleiðis fær Jess tætt samband við pápan, sum hann ynskti sær. Pápin uggar hann og talar við hann sum ein vaksnan mann, t.e. Jess hevur fingið samleika. Eisini brúgvin til Mai verður í lagi, tey verða væl aftur.
Upp í menningina hjá Jess hoyrir eisini hansara listaráhugi; her hava vit búfladrápið, “ein sýning, har indiararar ílatnir búflaskinn ræddu ein búflaflokk og róku búflarnar út av eini nøs, har fleiri indianarar bíðaðu niðriundir at sleppa at drepa og fletta teir” (s. 116), og eftir sorgarboðini eina marrumynd av einum falli (s. 122). Vanlukkan í ánni, tá ið Leslie druknar, er so at siga listarliga lýst í savninum í Washington, og Jess kennir seg óhugnaliga í ætt við búflarnar. Jess fer í ánna eftir litunum, sum hann blakaði burtu, t.e. hann fer at halda fram við at tekna, hann góðtekur listamannin í sær sjálvum.
Ævintýrdrøg
Týðiligur skyldskapur er millum Brúnna og ævintýr, Felags drøg eru temað “at gerast vaksin” og tað við tógvið stríð. Jess er næstan sum Øskudólgur, happaður av systrunum, men hann eigur eina eykamammu – Juliu, næstan sum Øskufía, sum fer á grøvina at fáa ráð frá deyðu móður síni. Í ævintýrum eru góðir álvar ella talandi hjartagóð kríatúr, sum hjálpa hetjuni. Leslie er hansara góða álvagenta, og Terabitia er hansara gandasvørð ella gandasmyrsl. Væl ber til at seta søguna inn í aktantfrymilin, sum lærarar vanliga brúka til ævintýr.
Okkara tíð hevur trokað deyðan burtur úr gerandisdegnum; deyðin er tabu. Okkum dámar ikki at síggja ella hoyra ella lesa um deyðan. Í Brúnni er deyðin ógvisligur. Leslie druknar ein regndag í áarføri. Jess skal ígjøgnum ein skerseld av kenslum og sorg; í fyrstani noktar hansara medvit at trúgva tí, hann hoyrir, men so kemur lop í sinnið. Alt hetta endar við endurføðing av einum vaksnum Jess. Leslie er burtur líka brádliga, sum hon kom, og foreldur hennara flyta aftur – hetta birtir upp undir ævintýrdámin, at Leslie var ein álvur ella dreymagenta – ella sum áður sagt ein partur av Jess.
Føroya Lærarafelag hevur givið út fleiri bøkur, sum viðgera hetta, at onkur doyr, sum stendur tær nær. Hesar bøkur: Eg kundi ikki gera við tað eftir Aase Foss Abrahamsen, Í stríputari troyggju eftir Else Breen og so Brúgvinhava sera nógv felags drøg. Í teirri fyrstu missir høvuðspersónurin Nina vinkonuna Elin, sum verður yvirkoyrd, tá ið hon skal taka eina fimmkrónu, sum Nina koyrdi undir, so hon fór út á vegin. Í teirri næstu finnur Mia útav, at mamman er deyðsjúk, og at hon hevur krógvað tað fyri familjuni. Mia følir seg snýtta av, at mamman ikki vil lata familjuna sleppa upp í part. Og Leslie doyði, meðan Jess var í Washington, hann hevði við vilja ikki boðið henni við.
Allar tríggjar bøkurnar vísa, hvussu børn bera seg at í kreppustøðu, og hvussu foreldur bera seg at. Í øllum trimum søgunum flýggjar høvuðspersónurin frá veruleikanum. Nina rýmir í eina holu og tosar við Elina, Mia dagdroymir, og Jess letur, sum einki er hent í eitt heilt samdøgur. Tey eru øll nívd av skuldarkenslum: hevði Nina ikki sparkað fimmkrónuna, og Mia hevur ofta verið stravin og óskikkilig, og hevði Jess havt biðið Leslie komið við til Washington. Atburðurin hjá foreldrunum er eisini rættiliga líkur í bókunum. Foreldur Ninu dylja, hvat tey hugsa, mest tí tey eru so ótrygg og bangin sjálv. Mamma Miu hevur krabbamein, og hon og maðurin hava viljað eirt børnunum; og foreldrini hjá Jess, sum altíð skelda og eru eftir honum, verða mild og lagalig, lata hann fáa frið. Men foreldur duga illa at ugga, og javnaldrar eru ikki nóg dyggur stuðul. Allir høvundarnir lata høvuðspersónin finna ein stuðul uttan fyri familjuna, eitt vaksið fólk við royndum og góðum toli.
Boðskapurin tykist vera, at trupulleikar skulu arbeiðast ígjøgnum. Talað skal verða um deyðan og óttan við ein, sum tú ert góður við og hevur álit á.
- Skrivað hevur | Bergljót av Skarði
- Dagfesting | 27.03.2011
- Bólkur | Ummæli