"Men fagrari var, um tú virdi títt land"

Gott fundarfólk!

     Vit standa á markinum millum várs og summars, ja, summarið fer brátt at vera komið, Og tað hevur verið eitt vár og vakurt. Klárast er loftið um vár og heyst, fjøllini fagrast. Og tað hevur verið ein stákan, sum altíð vil vera um várið eftir myrkan og stirdan vetur. Tá kvaklast náttúran við og allur skapningurin; tað eru ikki bara menniskjurnar, men allir íbúgvarnir í hesum grønu oyggjuum. Tað hevur verið ein gangur á smáfugli og heiðafugli. Fyrst paraðist alt, so at ástarsangirnir hoyrdust morgun og kvøld; so var at gera reiður, seta búgv, og nú er friður, tí nú er bølingin. Jú, nakað er eftir av heiðafugli enn, verii er við sjófuglinum, lomviga­num, tí ediliga fuglinum, sum til fyri fáum árum mangastaðni bygdi so tætt, at ú sást ikki rókina, men bert tey svørtu lomvigabakini, har teir lógu lið um lið og bøldu tí næsta ættarliði­num av ehsum fagra og frælsa bólkinum av íbúgvum í hesum landi.

     Alt í einum er tað so, at fuglamenn vilja sleppa sær undan at hsíggja bjørgini, røkurnar eru sum um veturin. Nøkur fá tandur royna at hølast á einihvørjari rók.Hesir fáu verða so myrdir seinni á ár ella næsta ár. Tað klárar hetta barbarfólkið, sum kallar seg føroyingar. At løgtingið fær í lag at totalfriða lomvigan er satt at siga lítið væntandi. Ikki so frægt fær landsstýri og ting í lag, tá ið tað kemur til at verja okkara virði í hesum landi.

     Út fyri Ålesund í Noregi er ein lítil oyggj, sum hevur rættiliga nógvan lomviga. Í nógv harrans ár hevur henda koloni verið undir góðari eftiransing, ferðamenn sleppa als ikki í oynna, bert fuglafrøðingar. Soleiðis gera mentað fólk.

     Men lat meg nú ikki søkkja meg niður í henda sorgarleikin. Lat meg ikki missa tað lívliga várið burtur. Menniskjuni kvaklast jú eisini við. Okkara klassisku skald hava jú gjørt nógv burtur úr, ikki bert várinum, men eisini váringini. Tak tann lítla ópretentiøsa sjónleikin, sum júst eitur Vár,  hjá Símuni av Skarði. Her, sum eitt nú hjá Mikkjali á Ryggi eisini, er ein lívligur vártóni, “her skal bøtast og vælast um, leggjast nýggjar gøtur, vit velta okkum epli og korn, neytunum gras og røtur.”

     Hjá Tróndi Olsen, skaldi, vil tað vera meira romantiskt og hápoetiskt, “her er vakurt í Føroyum, tá hvør rødd rópar: Vár, nú er vár.” Og nú á markinum millum vár og summar, nú fer okkar føroyska náttúra í hin grøna stakkin, sum Tróndur tekur til.

---

     Men legg eitt til merkis: Øll hesi óspiltu skald, sum komu fram eftir árhundraðskiftið og úteftir, hjá øllum teimum er alt hetta vakra, alt hetta trivaliga, ein rammi, nakað sum skal eggja okkum, sum eftir røttum skuldu átt hetta land, til at ogna okkum tað so og so, bæði íidéini og í tí praktiska, eins og ísraelittarnir, tá ið teir komu úr oyðimørkini inn í sítt ká­nansland.

     Tróndur Olsen letur tað ikki vera nóg mikið at fegnast uppi yvir okkara fagra landi at lata tað í ein grønan stakk, nei, hann má og skal leggja nakað afturat: “Her er vakurt í Føroyum, men fagrari var, um tú virki títt land, so sum tað unnir tær, minst at so var tað siður og er tað væl enn. Virðir heim títt tú ei, tú ei telist blant menn.” Og taka vit hitt skaldið, eg navndi, sjónleikin Vár hjá Sìmuni av Skarði, so letur hann tað ikki vera nóg mikið at væla um gøturnar og velta epli og korn, nei, teir, váringarmenninir frá byrjanini í hesari øld og úteftir, teir vistu og livdu eftir tí, at menniskjan livir ikki avbreyði eina. Uttan fals og uttan smædni verður henda veltingin til “stórverk á Føroya grunni, ung og gomul hjálpist at, tí so er verkið vunnið.” Niðurlagið í hesum optimistiska vársangi hjá Símuni av Skarði er: “Nú grønkast líðir, dagar leingjast skjótt”. Men á hvønn hátt grønkast líðirnar?

     Tak hvønn tú vilt av skaldum okkara frá árhundraðskiftinum og úteftir, alt er hetta hugsjónarmenn.

     Nú er tað so, at hesin fólkafundur verður hildin undir Tjóðvedisfloksins auspicium. meira at siga Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelags. Verri er tað tó ikki. Sig mær, var tað hugsandi, at nakar annnar politiskur flokkur, Sambandsflokkurin, Javnaåarflokkurin, ja enntá Fólka- og gamli Sjálvstýrisflokkurin, skuldi funnið uppá at hildið fólkafund? Nei, hvat í allari víðu verð skuldu hesir flokkar tosað um? Meira studning? Betri sosialforsorg fyri danska rokning? Meira pening til skúlaverkið frá dønum? Tað eydnaðist jú Gamla Sjálvstýri at fáa tað danska prosentið til hesi formál sett upp frá 50 til 55 % á sinni. Er hetta samsvarandi tí høvuðsendamá­li, sum henda tjóð nú í 100 ár hevur strembað fram ímóti, nevniliga at gera føroyingar sjálvbjargnar í øllum lutum, soleiðis sum føroyingafelagsstevnan ætlaði?

     Nei, eg kann iki annað hugsa mær, enn at tá vildu orð Jóannesar bónda gingið út, at “sáran hoyrast hvinini úr homrum hvølt og ørt, o neyðara landsmenn, hvat hava tit gjørt, tit dripið hava føroyingin í Føroyum.”

     Av teimum sokallaðu politisku flokkunum hveur Tjóðveldisflokkurin verið mestsum tann einasti til at royna at hava fólkafundir í tíðini eftir seinna heimsbardagan.

     Hetta er ikki so løgið, vit hava jú støðugt viljað verið hugsjónarflokkurin í Føroyum.

     Nú er tað, at eg tíverri eri farin at ivast eitt lítið sindur í, um Tjóðveldisflokkurin man fara at fáa sama skjalið. Eg eri satt at siga eitt lítið sindur bangin fyri, at oman úr Kirkjubørreyni fer alt í einum at ljóða: o neyðara landsmenn, hvat hava tit gjørt, tit dripið hava føroyingin í Føroyum. Nú, fáið nú ikki tað stóra chokkið. Hatta er jú bara mín meining. Politikarar okkara hava vist eina heilt aðra meining. Teir hava jú roknað út, at loysing og tjóðveldi, tað er eitt flakavirki ella ein Smyril her - ella eitt mandat á tí danska fólkatinginum har. Hetta skal vera vild tjóðveldis­manna. Tí fór eg at ivast í, um flokkur okkara man vera vorðin í størra lagi. Hvat skulu fólk, sum ikki vita, hvat sjálvstýri er, tala um sjálvstýri og loysing. Hvar er í grundini munurin millum hetta og idéfalsan javnaðarmanna við manøvruna frá 1946 og 1948, tá ið heimastýrislógin kom, hon, sum setti punktum fyri tað, sum henda tjóð byrjaði at stríðast fyri fyri hundrað árum, henda manøvra, sum er einastandandi í verðini, hon sum var fagrasta blað í Danmarkar søgu.

     Eg haldi meg fylgja traditiónini hjá teimum, sum grundaðu sjálvstýrishugsjónina í Føroyum í tíðini, áðrenn Sambandsflokkurin av serligum orsøkum sveik í 1906, og áðrenn teir, sum grundaðu tað danska sosialdemokratiið í Føroyum, sviku 20 ár seinni, tá ið eg sigi, at aldri hevur vandin fyri okkara landi og mentaðu tjóð verið so stórur sum nú.

     Tað er ikki bert lomvigin, sum verður útruddaður í Føroyum, nei, hesum fólkaslagi, sum kallar seg føroyingar, hesi tjóð liggur eisini vátt undir føti tú mást ikki ganga og halda, at tú ert betri føroyingur enn ríkisumboðið og fútin og dómarin, og tað er tín feilur, tú, títt innfødda neyðardýr, sama um tú ert tjóðveldismaður, ella tú ert fólkafloksmaður, um tú verður skeivt viðgjørdur av nevnu framúrskarandi føroyingum, bar tí at tú ikki skilur danskt. Tað er tín feilur. Teir hava jú onga skyldu til at læra seg føroyskt.

     Eg veit ikki, um teir háttvirdu áhoyrararnir so við og við hava skilt, at tað er tað principiel­la, tað ideologiska í loysingarflokkinum, sum eg fýlist á. Tað er ikki at ivast í, at Sambandið og Fólkaflokkurin duga næstan líka væl at útvega okkum flakavirki og skip sum tjóðveldis­menn, enn minni ivist eg í, at hitt sálleysa danska/føroyska sosialdemokratiið í Føroyum, at teir duga at útvega gomlum og avlamnum danskan pening og eisini okkara børnum til skúlagongd, eins væl og Tjóðveldisflokkurin dugur. Eg dugi bara ikki at síggja annað enn, at hetta gongur av sær sjálvum. Harraguð, danir hava tann alrastørsta áhuga av at prógva, at teir einsamallir í allari verðini, eftir at sjálvt Portugal hevur givið upp - eru menn fyri at halda tveimum kolonium, Grønlandi og Føroyum. At hetta kemst av, at her stendur tað mest undirbrotliga, kúgaða, av monopolhandli og misskiltari religión spilta lítla fólk yvir fyri tí mest arroganta, av gomlum einaveldi og imperialismu komplett avstumpaða fólki, dønum, ja tað sigi eg.

     Nei, tað sum eftir røttum skuldi skilt Tjóðveldisflokkin, sum stendur sum sponsor fyri hesum fólkafundi, frá øðrum flokkum í hesum oyggjum, tað skuld jú verið tað, at fyri honum er tað ikki nóg mikið, at fólk er til í hesum landi, at tð eksisterar, men at tað er eitt sjálvstø­ðugt fólk, ein sjálvstøðug tjóð, sum ikki bara er til sum ein fjøður í hattinum á einum øðrum fólki, sum eitur danir. Eisini - og tað hoyrir eisini saman við tí ideologiska - hevur hesin flokkur jú viljað verið ein sosialur flokkur. Tjóðveldisflokkurin er ikki tjóðveldisflokkur, um hann ikki dugur at síggja og hevur kreftir til at hugsa og vilja tað, at so leingi, sum nakar hevur tað ringt av okkara landsmonnum, ja, so verður hann hjálptur av hinum, sum hava tað betri.

     Henda árhundraða gamla mentan, at vit hjálpa hvørt øðrum, verður burturtrokað av tí danska gullinum, teirri dominerandi kapitalismuni frá eftirkrígsárunum í Danmark, og vit lata okkum lynda.

     Haldið mær til góðar, háttvirdu áhoyrarar - tað kann jú vera, at her eru aðrir til staðar enn tjóðveldismenn - at eg tosi mest um henda flokkin. Tað kemst av, at eg havi altíð hugsað mær, at hesin flokkur var tan, sum veruliga hugsaði sær føroyingar sum serstakt fólk. Tveir tankar, tvær hugsjónir hava allar dagar borið Tjóðveldisflokkin, soleiðis sum eg skilji hansara ideologi. Tað er fyri tað fyrsta loysingin, suverenitetin, tí tað er tað sama sum mentanin. Teir vita betur, bæði gamla sjálvstýrismenn og javnaðarmenn. tá ið teir ganga og siga, at tað ber til at hava eina føroyska mentan og ikki eitt politiskt sjálvstýri. Hetta er tvætl. Av øllum moralskum lógum er eingin so avgerandi sum tann, at uttan sjálvstýri hjá individi ella tjóð er tað púra meiningsleyst at tala um moral, men líka so givið er tað, at uttan moral verður eingin mentan heldur.

     Tá verður eingin dreymur eftir uttan um eini góð, væl møblerað hús, bil og bát. Alt í lagi, um vit vóru so ríkir. Men samstundis bidda vit útímóti 50 % av okkara landshúsarhaldi frá dønum. Satt at siga dugi eg stak illa at síggja, hvussu Tjóðveldisflokkurin uttan at missa sína sál skal hava nakað við flokkar at gera, sum hava hatta til hugsjón.

     Tjóðskaparligur og sosialur. Hetta var tað, sum tjóðveldisflokkurir vildi vera.

     Einaferð var tað ein føroyskur studentur. Hann var farin yvir á eitt walisiskt arbeið­arauniver­sitet. Hetta var alt vaksið fólk, sum gekk á hesar háskúlar, og alt minufólk. So var tað ein dag, at studentarnir sóu eina lystyacht. Hon var hvít, stór og ótrúliga vøkur. Tað vóru allir samdir um. Uttan ein av studentunum. Hann reisti seg upp at halda eina talu, eina in­spirerandi talu um heimsins ljótasta skip, fúlasta og ljótasta. Hetta var sjálvsagt yachtin. Hevur hon ikki vakrar linjur? spurdu allir hinir studentarnir. Jú, men hon er bygd fyri tað, sum eigarin hevur stolið frá foreldrum okkara og okkum sjálvum.

     Alt hetta luksus, hesi sokallaðu vælferðartekin, sum vit í hesum landi síggja í øllum líki, eisini skúlabygningum, sum verða bygdir saktans út frá tí, at undirvísingin hevur minni at siga, bert vit hava flottar danskar skúlastovur. Ja, haldið mær til góðar, alt hetta tykist mær so fjart frá sjálvstýris-, loysingar- ella tjóðveldishugsjónini, at jú minni vit hava við hetta at gera, tess beytur fyri okkum.

     Kann vera, at tað skulu nøkur ættarlið afurat, áðrenn føroyingar skilja, hvat sjálvstýri er, og hvat ið skal til, um vit vilja vera annað enn eitt eitt lítið sindur kuriøst slag av danskarum. Kann vera at tann blandingin av mutri og hóttan, sum danir hava brúkt upp á hetta primitiva oyggjafólk, vil gera, at danir einsamallir av øllum imperium - so løgið sum hetta imperium annars er í allar mátar - verður ført fyri at hava hesi 40.000 menniskju sum eina fjøður í hattinum - ein mansaldur afturat. Eg geri vart við, at aftur í heyst er ein mansaldur, t.e. 30 ár, síðani vit í einari ærligari og menniskjansligari løtu bóðu dønum farvæl og ætlaðu at fara at liva sum fólk. Hetta var 14. september 1946.

     Tað kann tíverri vera, at um ein mansaldur, tá verður tað ikki bert lomvigin, sum verður útdeyður, men allur sannur føroyskur fuglur. “Bert havhestur flýgur í Føroyum”, segði Janus skald Dhurhuus. Hetta var sjálvsagt allegoriskt meint. Gævi tað ikki verður so, at “falkur og ørnir flúgva ei meir, bert havhestur flýgur í Føroyum”.

     At byrgja fyri hesum, tað má jú vera uppgáva Tjóðveldisfloksins. Haldið mær til góðar, at eg kanska havi verið heldur dapur í seinna parti av røðuni, men eg meini tað eg sigi, tað geri eg altíð. Nú fari eg at ynskja tykkum, kammirátum, loysingarmonnum og øllum eitt gott summar. Betur fái eg ikki gjørt.

14. September

10.06.1975

img
  • Skrivað hevur | Sigurð Joensen
  • Dagfesting | 26.08.2012
  • Bólkur | Røður