40 ára hátíðarhaldi fyri fólkaatkvøðuni

Fjøruti ár eru ikki fjøruti dagar. Hjá mongum av okkum, sum tá vóru ung ella í bestu árum, setti tann dagurin, 14. september 1946, mark í lívi okkara, dagurin, tá ið okkara lútansi, koloni­køvda føroyska fólk lyfti høvdið.

     Nú man tað ikki vera lætt hjá teimum, sum av góðum grundum mugu síggja fólkaat­kvøðuna sum ein søguligan tilburð, sum gjørdist eina fjórðingsøld ella so fyri teirra tíð,  hjá teimum, sum í dag eru ung ella í bestu árum, at skilja til fulnar tann lætta, ta stillu lukku ella tað ovfarakæti (alt eftir sum menniskjurnar nú eru), sum vit, ið nú eru gomul, tá kendu hin 14. september 1946.

     Eg spurdi einaferð eina konu, eina av hesum friðarligu, skilagóðu konunum, í eini heldur stórari bygd norðagfjørðs, einari bygd, sum so vist ikki hevur verið nøkur sjálvstýrisbygd, men fólkaatkvøðudagin tó vísti fleirtal fyri loysing, eg spurdi hana, hvat tey søgdu og hvat tey gjørdu henda dagin 14. september, tá ið loysingin vann.

     Oh Jesus, sigur hon, vit máttu hava luft. Vit fóru so nógv, sum sluppu, upp í ein lastbil og koyrdu syngjandi so langt, vit sluppu, niðan í fjøllini. Tey vóru okkara nú, fjøllini. Vit høvdu mist amtsfjøtrið og skommina av okkum.

     Soleiðis var lagið í Føroyum á teimum, sum høvdu greitt atkvøðu fyri loysing og nógvum, sum ikki høvdu gjørt hetta, men sanniliga ikki vildu standa aftanfyri, nú føðilandið fór at byrja sína fríu tiilveru.

     Í Keypmannahavn, tá sum nú Føroya næststørsti býur, var gleðin ikki minni. Tey, sum vóru í kirkju annandag, sum var sunnudagur, minnast prædiku Gudmundar Bruun við góðynskinum fyri fríu Føroyum. Og tá ið so keypmannahavnarføroyingarnir um kvøldið hin 15. september 1946 møttust fjølmentir í samkomuhøllini á “Karnappen” har í býnum, tá var tað ikki ein av teimum, sum tóku til máls, ið ikki var vónríkur og eggjandi, hvør á sín hátt.

     Hetta var alt, áðrenn ormar vóru farnir at skríða úr skýmaskotum, sum Herluf Bertelsen so drístiliga tekur til í fólkaatkvøðugrein síni. Ella í hvussu er, áðrenn teir vóru skridnir, tó at eingin ivast í, at tað var við brestin, at teir gjørdu seg til at skríða.

     Nú, hvussu er støðan í dag, 40 ár seinni?

     Ja, eg fór so glaðbeintur í handilin á morgninum henda hátíðardag at keypa bløðini. Dimmalætting, ikki eitt orð, tað var væntandi. Sosialurin, ikki eitt orð, og Dagblaðið ikki eitt orð heldur um hesa høgtíð Føroya lands.

     Men so fekk eg 14. September upp í hondina. Tað var fyri neyðini, at vit hava eitt blað, sum ikki hevur gloymt, at vit eru føroyingar, og vit mugu geva Hans Jákupi Debes rætt í, at tað kom so, ið hvussu er, burtur úr fólkaatkvøðuni, at vit fingu Tjóðveldisflokkin og blaðið 14. September.

     Nú vil tað so væl til, at tit, mínir áhoyrarar, eru tjóðveldisfólk og soostatt pr. definitión eru lesandi og hugsandi menniskjur, slíkar sum vit og kil og sjálvsvirðing sigur, at tað ber ikki til, at vera føroyingur og dani ísenn.

     Eg fari tí ikki at gera so nógv burtur úr sjálvari mannagongdini og hendingunum báðume­gin 14. september 1946, við tað at partamaðurin hjá okkum, Hans Jacob Debes, hevur havt eina fýra síður langa grein um hetta í blaðnum við myndumcav dramatis personae.

     Henda grein er so skilagóð, at hon fer at duga sum eitt kapittul í Føroyasøgu hansara, tá ið hon kemur so langt.

     Jú, víst var hetta ein søgulig hending - eftir míni áskoðan størsta hending í Føroya 1000 ára søgu, tí hetta er fyrstu og einastu ferð, at tjóðin sjálv er sloppin at taka avgerð um framtíð sína at valdi at vera fræls.

     “Latið ei søguna doyggja, goymið hana so væl, í dreingja sinni og moyggja hon mikið útrætta skal”, yrkti Rasmus Effersøe.

     Er tað nakað í Føroya søgu, sum aldri má verða gloymt, so er tað fólkaatkvøðan frá 14. september 1946, tí hon er tað klettfasta grundarlag, sum vit hava at byggja á, tá ið vit - sama sum allar heimsins tjóðir - krevja sjálvræði í føðilandi okkara.

     Tíbetur er tað so, at hóast teir politisku flokkarnir hjá okkum tá, 14. septemer 1946, seinni í mánaðinum, vístu ein so órættvorðnan vilja - at teir góvu seg til at styðja og eftirlíka imperia­listisku lokabrøgdum dana móti vilja Føroya fólks til at knúska tjóð okkara aftur í tjóðrið, so er eingin grund sum helst til at falla í fátt.

Fólkaatkvøðan stendur við makt

Okkara politisku undanstøkkingar munnu hava hildið seg hava, um ikki rætt ella mynduglei­ka, so tó makt til “við danskari makt aleina” at mana fólkaatkvøðuna, sum tók teir á bóli, aftur í jørðina. Ringast fyri teir og tann søguliga dóm, teir einaferð koma undir.

     40 ár. Á mansins ævi er hetta long tíð, men ikki á ævi tjóðarinnar.

     Tað, sum danir og teirra handgingnu menn í Føroyum formáddu, tað var at tarna frígeringi­ni, so at fólkaatkvøðan enn í dag stendur sum óloyst lyfti ella sum verk í hálvum gekki, tí, sum ein kendur løgfrøðingur her á landi einaferð segði, tað er einki roysni at hava rætt, takið er at fáa rætt.

     Men tað err gamalt orð, at ikki kemur í kór tað, sum sjálvt vil fara í flór. Rættin høvdu vit, og hesin tjóðarrættur manifesteraði seg við fólkaatkvøðuni 14. september 1946. Og rættin hava vit tann dag, tað er so frægt mansevni í okkum, at vit eins og aðrar heimsins tjóðir vilja ráða okkum sjálvir heldur enn at spæla í húsi sum spott.

     Tí fólkarættarligar avgerðir fyrnast ikki, og 14. september-avgerðin var eftir síni náttúru fólkarættarlig. Eg skal siga eitt sindur meira um hetta, áðrenn eg gevi uppat, men lat meg tó fyrst meta eitt sindur um tilgongdina við f´ólkaatkvøðuna.

     Eftir at Sjálvstýrisflokkurin og Sambandsflokkurin frá 1906 høvdu stríðst um ta føroysku fólkasálina í tjúgu ár, kyknaði ein nýggjur politiskur flokkur upp í 1928, Javnaðarflokkurin. Tað er nú ikki beint at sigs, at hesin flokkur kyknaði upp, tí í veruleikanum varð hann innfluttur úr Danmark. Tað hevur verið sagt um henda flokk, at hann varð “føddur í synd og livir í synd”. Við hesum varð meint, at hesin dansktinspireraði flokkur køvdi royndirnar at stovna ein føroyskan arbeiðaraflokk og so tað, at hann læt seg leiða av móðurflokkinum í Danmark.

     Nú er tað sjálvandi bæði rætt og rímiligt og ynskiligt, at verkamannastættin samskipar seg.

     Men søguliga sæð var tað okkara ólukka sum tjóð, at stættastríðið tók seg upp, áðrenn vit fingu sjálvstýri.

     Har hava vit høvuðsmunin, um vit samanbera okkum við bróðurtjóðina íslendingar. Hjá teimum bar til at siga: ” Vér mótmælum allir”. Hjá okkum: Vit mótmæla summir (ágangi dana). Tí komu teir “í kór” eftir fyrra heimsbardaga 1918 og vit ikki eftir seinna heimsbardaga 1946.

     Skal ein heimsbardagi til afturat, áðrenn vit verða til fólk?

     Tað kom ein flokkur afturat í neyðarárunum fyri heimsbardagan, Vinnuflokkurin, og hann hevur navnið hjá sær. Brátt rann hesin flokkur saman við bróðurpartin av Sjálvstýrisflokki­num undir heitinum Fólkaflokkurin.

    Um allar hesar prediluviansku flokkar má tað verða sagt, at eingin teirra var loysingar­flokkur. Sambandsflokkurin var so heimadanskur, sum hann er í frælsisstríði okkara og fer heldur aldri longur, enn hann er kastaður, tá ið tað kemur til mentan og móðurmál. Hinir søgdu seg vera á sjálvstýrisleið og at unna móðurmálinum alt gott undir liðini á tí danska.

     So kom syndaflóðin, eg meini heimsbardagin. Tað skarst ikki burtur, at tað vísti seg at vera ein tøkumunur tá millum Fólkaflokkin og hinar flokkarnar. Tí, tá ið tann faktiski skilnaðurin millum Føroya og Danmarkar kom, tá vildi Fólkaflokkurin hava alt lóggávuvald og alla umsiting aftur til okkara føroyska parlament, okkara 1000 ára løgting, og fekk yvirlýsing um hetta til atkvøðugreiðslu á tingi 10. apríl 1946. Í sjálvum sær var hetta ein sjálvsstýrisvørrur. Men tað má jú ásannast, at hetta var eitt ódýrt stig at taka, tí menninir máttu vita, at hinir, Louis Zachariassen, Petur Mohr Dam og teir báðir Kristian Djurhuus og Andras Samuelsen, longu høvdu sett seg við teborðið hjá Hilbert amtmanni, haðan teir síðan øll stríðsárini lótu henda danska embætismann stýra upp á danskt við tí í hyggju at flýggja dønum okkara føðioyggjar aftur “sine læsione priori status” - heilar og haldnar. Tískil fall hitt manniliga uppskot Fólkafloksins við 18 atkvøðum móti 6 og gjørdist eitt armóðsbragd afturat á døpru politisku leið Føroya fólks.

     Tað sannaðist, at sjálvstýrisfylkingin var spilt. Hon hevði sløtt seg upp í teir andlitsleysu flokkar, Javnaðarflokkin og hin sokallaða Sjálvstýrisflokkin, sum var brot av tí søguliga Sjálvstýrisflokkinum, og so hin størra partin av Sjálvstýrisflokkinum við Jóannesi bónda á odda, sum nú kallaði seg Fólkaflokkin, síðan hann hevði tikið Vinnuflokkin við Thorsteini Petersen sum forsprakkara upp í seg.

     Ivamál er, hvussu nógvur álvari lá aftan fyri støðutøku Fólkafloksins hin 10. apríl 1946. Tað var einki gott tekin, at oddaaður og ideologur floksins hin 3. mai í 1943 læt velja seg inn á fólkatingið í hersettu Danmørk.

     Tað skerst tó ikki burtur, at Fólkaflokkurin gjørdi nakrar vørrir afturat í stríðsárunum; tá ið stríðið var av og til skuldi takast, tá bar ikki til.

     Tá ið tú hugsar um tað dramatiska søguskeið 1940-1946, fært tú ein varhuga av, at politikkararnir, sum eftir røttum áttu at verið eina hálva bátslongd framana fyri alt fólkið, teir lógu fleiri bátslongdir aftan fyri tað.

     Tí so væl búnaðist Føroya tjóð, so brátt hon av stríðsávum slapp úr tí danska tjóðrinum, at við bartalsmessuløgtingsvalið hin 24. august 1943, tá mundi hin so við og við radikaliseraði Fólkaflokkur fingið meiriluta á tingi, hann fekk 12 tingmenn quasi-sjálvstýrisflokkarnir og sambandið 13 tilsamans.

     So kom friðurin. Nú skuldu hesir somu politikkarar leggja framtíðarleið Føroya lands.Og hvat gjørdu so okkara táverandi politikarar? Jú, teir fóru kropp á kropp til Danmarkar at klandrast sínámillum fyri eygunum á harrafólkinum. Har kom sum vera man einki burturúr.

     Heldur ikki kom nakað burtur úr teimum drúgvu samráðingum við danastjórn, eftir at løgtingsvalið hevði verið aftur hin 6. november 1945. Og kortini var støðan broytt í tann máta, at nú hevði Fólkaflokkurin meiriluta saman við Jákupi í Jákupsstovu, tí ítasta sjálvstýrismann­inum av øllum, tó at hann var valdur inn í Javnaðarflokkin.

     Tað skerst heldur ikki burtur, at nógv frægastur var Fólkaflokkurin, tá ið tað kom til tað altavgerandi, um danska grundlógin skuldi fata um Føroyar og Føroyar sostatt verða integrerað­ur partur av Danmark eins og Falster ella Bornholm.

     Tað fekst Fólkaflokkurin ikki til, men Javnaðarflokkurin mól sum hundur um heitan greyt um henda spurning. Tað tóktist, sum teir skiltu ikki sjálvræðisspurningin í heila tikið. Og Sambandsflokkurin, hann sá tá sum nú alt við donskum eygum.

     Tað endaði sum kunnugt við, at danska ríkisstýrið setti eitt ultimativt uppskot fram. Hetta vildu Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin ganga undir, tó at tað ikki hevði givið okkum nakað veruligt sjálvstýri - men ikki Fólkaflokkurin.

     Tí kom fólkaatkvøðan, sum var formulerað av dønum. Spurningarnir vóru tveir, tvey í at velja:

1) stjórnaruppskotið

ella

2) løsrivelse.

Millumvegur var eingin. Tað av hesum, sum Føroya fólk valdi, skuldi vera galdandi.

     Tað er eingin, sum vil vera ærligur, ið kann ivast í tí, at ætlingin var, at tað alternativið, sum fekk meirilutan, skuldi vera galdandi rættur. Í hesum sambandi skal eg fyrst vísa til tey citat frá hægsta stað í Danamrk og í Føroyum, sum Hand Jacob Debes í nevndu grein síni sipar til, og sum tíbetur eru at finna á prenti. Tað var hægsta politiska vald í Danmark øðrume­gin og Føroya løgting hinumegin, sum stóðu aftan fyri hesa fólkaatkvøðu. At meirilutin á Føroya løgtingi í hesum ikki var Fólkaflokkurin, men hinir báðir flokkarnir og Jákup í Jákupsstovu ger ikki fólkaatkvøðugreiðsluna minni bindandi, tvørturímóti.

     The grand old man, fólkafloksmaðurin Pól Petersen, tann einasti av teimum, sum vóru við alla tíðina og enn er á lívi, sigur annars eisini, at um hetta var eingin ivi.

     Nú fer at vera komið at fimtu akt í hesum drama, um allir landsmenn sluppu at taka lut í. Tí politikararnir, bæði teir ráðaríku donsku og teir himprandi føroysku, høvdu sjálvir sett seg út av spælinum.

     Tíbetur, mugu vit siga, tí hvørjum líkist tað, at gera frælsi tjóðarinnar til politikk? Tann tjóð, sum fer at handla við frælsi sínum, hon er dømd til undirgangs og er ikki betri verd.

     Vert er at nevnda, at tá ið so langt var komið, var andligi leiðari Fólkafloksins, Jóannes Patursson, deyður 2. august, og tað eigur at verða sagt, at hann fór í grøvina sum loysingar­maður - sum sæst av greinum, hann skrivaði, og talum, hann helt til sín deyð.

     Tað var eitt og annað nú upp undir fólkaatkvøðuna, sum man hava gjørt tað upplýsandi starvið hjá “Føroyingafelags”-monnunum, teimum, sum gjørdu tað mikla verk at ferðast um landið og mæla til loysing - og sum eiga at vera nevndir - truplari.

     Eitt var tann skammleysi formur, sum danir høvdu givið fólkaatkvøðuevninum: “Løsrivel­se”. Heima hjá sær, tá ið tað snúði seg um loysing undan týskinum, kallaðu danir tað “frigørel­se”, eitt orð næstan so vakurt sum loysing. Nei, kolonifólkið, teir føroysku veljarar­nir, skuldu ræðast. Tað var so týðuligt, at meiningin var henda: 1) komið aftur til mammu tykkara, góðu børn, hon skal vera so góð við tykkum, 2) gerið ikki ta ólukku at vera sabotørar og at gera revolutión, tí tað skal verða dýrt fyri tykkum.

     Eitt annað kom frtá himpursmonnunum, Thorsteini Petersen og Louis Zachariassen, sum alment góvu fólkafloks- og gamla sjálvstýrisveljarum tann fidus at atkvøða nei ella blankt.

     Tað er sjálvsagt ilt at siga, hvussu nógvar fleiri loysingaratkvøðurnar øvdu verið, um slíkur ófantaligur mótburður ikki var.

     Men meiriluta fekk loysingin, og tað var ongastaðni sagt ella skrivað, at tað kravdist meir.

     Tað, sum eftir fylgdi og vendi gleði til sorg hjá hvørjum fríbornum føroyingi, ætli eg ikki at siga rættiliga nógv um. Greitt er tó, at enn var Fólkaflokkurin frægastur. Tað vísa kunngerð hansara á løgtingi 18. september 1946 og bráðfeingislstjórnarskipan hansara 24. september. Og ikki tekst tað frá táverandi fólkafloksmonnum, at tað vóru teir, sum tvingaðu danir til at vísa sítt sanna imperialistiska andlit.

     Síðan mugu vit hugsa okkum til, hvussu glæsiligt eitt eftirfylgjandi løgtingsval hevði verið, um tað var sama mansevni í Fólkaflokkinum sum í Jákupi í Jákupsstovu, tá ið tey endaligu harraboðini komu.

     Høvdu teir ikki latið seg reka úr sínum aldagamla tingi, elst í Evropa, Føroya skjøldur og verja í óndum og góðum , ja, so høvdu teir helst - soleiðis sum harratjóðin leikaði í - verið settir fastir, men ikki hevði setan verið longri, enn til eitt løgtingsval hevði verið og teir so nógv fjølmentari vórðu afturvaldir, tí tá hevði løgtingsvalið snúð seg um tað sama sum fólkaatkvøðan og ikki - sum lagt til rættis av dønum og teirra handgingnu monnum í Føroyum - um ledingar og brýr.

     Atburður dana fyri og serliga eftir fólkaatkvøðuna má tykjast mongum rættiliga ófatiligur.

     Sjálvandi vóru teir danir, ið eins og ríkismálaráðharrin, Knud Kristensen, høvdu høvdið kalt

     Hann segði undan fólkaatkvøðuni, at nú máttu føroyingar velja: frá ella hjá.

     Eingin mælti ímóti og als ikki teir landsmenn, ið so brátt fólk okkara hin 14. september 1946 hevði tikið sína avgerð, gjørdu tað søguliga gyskið at rópa neyðarróp til móður Dan­mark, ein gerð sum var ætlað sum “top secret”, til sambandsjavnaðarmaðurin Viggo Dals­gaard nýliga boðaði frá henni í Sjónvarpi Føroya.

     Og kortini hevði ríkismálaráðharrin, tá ið fólkaatkvøðan var av, ríkisins vegna, sagt:

Når der er flertal for løsrivales, må vi skilles ad; det har vi lovet færinger, og vi kan ikke omfortolke eller undlade at tage hensyn til en afstemning, hvis den ikke passer os. Der må nu komme en forhandling om, hvordan en adskillelse skal foregå, den må ske i fordragelighed.

Nú er tað so syrgiligt, sum tað er satt, at tað sum gjørdist, tað var júst ein umtulking ella rættari mistulking av fólkaatkvøðuni.

     Tað bar ikki til at siga sovorðið sum, at tað var misprenting, tá loysing hevði staðið á atkvøðuseðlinum, ella at undirtøkan hevði verið ov lítil, tí tað stóð fast, at tað var loysing, sum føroyingar høvdu valt, og tá ið eini var tilskilað, so kravdist jú ikki annað ella meira enn vanligur meiriluti.

     Ikki søgdu teir danir, ið nú stigu fram sum Holgar Danski beinleiðis: Vit hava maktina, fyribils senda vit krígsskipið “Hroar” eftir tykkum, men vit hava fleiri krígsskip, pakkið tykkum tí og fáist ikki við at lóggeva á hasum tinginum, tit kalla.

     Onei, snildirnar hjá teimum og viðhaldsmonnunum heimanfyri vóru tær, undanførslan var hon, at fólkaatkvøðan skuldi bert hava verið vegleiðandi (konsultativ), ikki bindandi (decisiv).

     Vituliga var hetta kákl. Vituliga var henda tulking aldeilis óverdug.

   

Røða í Suðurstreymoyar tjóðveldisfelag 14. sept. 1986

img
  • Skrivað hevur | Sigurð Joensen
  • Dagfesting | 26.08.2012
  • Bólkur | Røður