Livandi og myndandi

Grikkar høvdu eitt orð, sum var ekfras. Tað merkir at lýsa myndir. Vit kunnu eisini siga, at tað er at skriva í myndamáli. Tað er júst tað, sum Sigurð Joensen ger, hann skrivar ekfrasiskt, myndandi, orð hansara gera tað, sum hann skrivar um, livandi og sjónligt, uttan mun til, um tað eru klettar, kongar í Búgvanum, helli og steinar niðri í Gjónni, ella tað, sum er vorðið stoypt ella betongað í Gjónni, ella søguligir steinar, sum eina ferð vóru, men sum eru sprongdir burtur, teir fáa lív. Tak eisini peglaglasið, sum varð boðið teimum at drekka, sum komu í vaðansgildi. Peglaglasið sameindi bygdina. Tað gera eisini nøvnini á einum ítøkiligum minnisvarða, reistum av bygdafólkinum. Sigurð ger minnisvarðan við nøvnunum á til eitt Gjáarpantheon.

Tað livandi og myndandi er ikki bert galdandi fyri teir tekstir, sum Sigurð sjálvur skrivar, men eisini fyri tað, sum onnur skriva í bókini. Har eru hendingar og kropsligar rørslur, sum tá pápin hjálpti soninum upp eftir bergi, við at stinga stong í puthonk hansara. Dramatisk og mytologisk er eisini lýsingin av beiggja Tóvu, sum var útróðrarmaður og óður eftir fiski, "og fiskaloysi var...”.

/.../

Bókin Eimur í øsku er søga um tað stóra í tí smáa. Hetta er ein bók um tað, sum farið er, og sum ikki kemur aftur, men við at fáa søgurnar upp á prent, hava vit fingið nakað av hesum aftur, so vit kunnu lesa um tað, sum var, og varðveita ein søguligan samleika longur aftur í tíðina so land okkara verður munandi miklari í sjálvari tíðini.

/.../

img
  • Skrivað hevur | Jóan Pauli Joensen
  • Dagfesting | 07.08.2019
  • Bólkur | Røður