Marjun tilnevnd til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs 2023

Karmageitin og Gentukamarið eftir Marjun Syderbø Kjelnæs, Ungu Føroyar 2022

Tilnevningarnevndin sigur soleiðis:

Karmageitin og Gentukamarið eru eitt skaldverk í tveimum bindum, hvørt við sínum sniði og sínari útsøgn. Yrkingasavnið Karmageitin og leikritið Gentukamarið kunnu lesast í valfríum  raðfylgi, tí bøkurnar eru ikki samanbundnar í tíðarrøð ella við orsakasambondum; heldur eru tær feldar hvør inn í aðra soleiðis, at dialogarnir í leikritinum, rørslurnar í yrkingunum,  sinnisstøðurnar og tey ítøkiligu støðini veksa hvørt inn í annað. 

Sum heitið Gentukamarið bendir á, er høvuðspersónurin í leikritinum kvinna. Tað sama er galdandi í Karmageitini, ið fylgir yrkinga-eg’num sum vaksnari kvinnu. Staðsetingin er  kamarið, sum gentan hevði í uppvøkstrinum. Tað er hiðani, at heimurin hjá yrkinga-eg’num sprettur, og her knýtir tað seg at slektini. Kamarið hevur gingið í arv frá mostrini til yrkinga-eg’ið. Yrkingarnar flyta seg burtur úr gentukamarinum, men fara altíð aftur hagar; í stórum og smáum ringrásum. Tað er eitt áhugavert áhaldni í rørsluni í yrkingunum; útlongsil og ynski um at gerast partur av heiminum, men í øllum yrkingunum verður ynskið um at at knýta seg at og skilja og gerast partur av heiminum vent á ranguna og snýr heim, heim til gentukamar barndómsins ella miðlívskreppukøkin; ikki endiliga beinleiðis av heimlongsli, men tí tað er neyðugt. Ikki meira enn heimkomið, verður yrkinga-egið ósjónligt, tað er
útlúgvað, og fram veksur nýggjur útlongsil. 

Í dramapartinum, Gentukamarinum, stíga vit inn í og verða heilt umgird av hesum kamarinum. Her verður díkt øðrvísi á enn í yrkingunum, fleirraddað og viðhvørt maniskt; tað vaksna eg-ið í barndómsins gentukamari verður díkt undir í røddini hjá mammu síni og barndómi sínum. Her er eg’ið í øllum sínum aldrum í senn, sum barn plágast hon av røddini í mammu síni, sum vaksin av røddini í sínum egna barni, og hon fær telefonuppkall frá røddini í dóttur síni og mytunum. Gentukamarið loysir sundur tey mørk og tær gáttir, sum kunnu vera millum aldrar og æviskeið hjá eg-num. Eg-ið verður øll tey eg, sum eg-ið kann hava verið; í menning, í tvídrátti, í ráðaloysi. Tvørsagnarkent og ósambæriliga, viðhvørt stutt, milt og harmoniskt – alt um somu tíð. Gentukamarið og tað gentuliga verður í tveybindaverkinum ein sterkur máttur, sum noktar at lata seg harta og rætta.

Gentukamarið veksur saman við húsinum og urtagarðinum í Havn og knýtir seg í eina fjallarøð av óbrúktum klæðum í Atacama-oyðimørkini (Karmageitin, s. 42), í tey brotnu korallrivini undir Íslandi (Karmageitin, s. 32), í hvalir, sum eru vilstir inn í tronga í Miðjarðarhavinum (Karmageitin, s. 76-78). Í yrkingini Honey (Karmageitin s.68) veksur skriðin, sum eg’ið følir, saman við eitt kleiggjut køksborð. Ampi og skjálvti umskapast til illveður, sum røkkur til Meksiko, til ein ovurstóran skinfluguflokk, til brummandi bilmotorar, surrandi ferðslu og oljupumpur, og venda aftur í køkin, har teir aftur seta seg í eg-ið. Illhirsnið, skriðin og tað kleiggjuta eru ein skinfluguflokkur, eru bilar og pumpur og olja.

Marjun Syderbø Kjelnæs (f. 1974) er ein kend og virkin rødd á tí føroyska bókmenta- og leikpallinum. Hon hevur givið út eitt fjølbroytt tyssi av verkum síðan 2000. Ungdómsskaldsøga
hennara Skriva í sandin, 2010, vann i 2011 The White Raven Deutsce Jugendbibliothek, og ungdómsskaldsøga hennara Sum rótskot varð løgd fram til Barnabókmentavirðisln Norðurlandaráðs í 2021. Hon hevur vunnið fleiri virðislønir og fingið gávufæ, og verk hennara eru týdd til onnur norðurlandamál umframt enskt, franskt og týskt.

Kápumyndir: Guðrið Syderbø
Tapet: Siggi Óli Pálmason
Umbróting, prent og liðuggerð: Føroyaprent

img
  • Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
  • Dagfesting | 23.02.2023
  • Bólkur | Greinir