Bárður Oskarsson og barnabókin

Skrivað 27/7-13

Fyrstu barnasøgumyndirnar hjá Bárði Oskarsson, f. 1972, ið komu á prent, vóru tekningar hann gjørdi blaðungur til Barnablaðið árini 1988-1992. Hann gjørdi síðani myndir til barnabøkur. Tann fyrsta var Undir Tussafjøllum, 1992, ein lítil bók við søgum og sangum eftir abba hansara Oskar Hermannsson. Flestar av søgunum eru um tussar og aðrar yvirnatúrligar verur og djór. Bárður roynir seg við svørtum siluettum, keipustíli og permumynd í einum søtum stíli, sum hann ikki hevur roynt aftur og sum minnir nógv um jólavættrarnar hjá danska teknaranum Anni Lippert, f. 1928.

Í 2002 teknaði Bárður myndir til Margretu og mjólkina eftir Siggu Vang, sum fyrst og fremst er ætlað at læra børn um mjólk - frá kúnni til mjólkarglasið á borðinum, og sum upplýsingarrit, latið í ein berligan søguham, er bókin eitt undantak millum bøkur Bárður hevur teknað til. Hann loysir ta bundnu uppgávuna við at seta mjólkina í miðdepilin, meðan persónarnir eru myndaðir skematiskt.

Bárður helt nú fram at myndlýsa barnabøkur: hann gjørdi myndir til tríggjar bøkur eftir Guðruna Gaard, sum komu ár um ár: Um svidnu Pussifelluna og øvuta kúvingin, 2003, Um træskoytur og føðingardagsgávuna sum hvarv, 2004, og Um gentur og tunnuflakar og ein ommuprikkutan kjóla, 2005, allar tríggjar spunnar úr barnaminnum hjá høvundinum fyri 50 árum síðan og við gentuni Guðruni sum høvuðspersíóni. Tóta Árnadóttir viðger (2013:32-35) hesar bøkurnar og avbjóðingina, tað er at lýsa farna tíð í barnabókum. Tóta metir, at tað eydnast her, serliga takkað veri myndunum. Í fyrstu bókini stuðla myndirnar tað afturlítandi við svart-hvítum tónum, ið minna um gamlar fotomyndir. Í aðru bókini eru myndirnar, gjørdar við oljukriti, framvegis lýsandi, men nú ekspressivari: harður grátur lýstur í leysari luft, uttan kropp, men bara gapandi munnum, tonnum í ovara og niðara munni, nasarsnippinum beint upp í loft og foreldrum, sum standa stív aftanfyri við eldreyðari bakgrund – Bárður skoytir t.d. tað upp í søguna, at hjá einari grátandi gentu sæst, at hon hevur mist tvær framtenn. Tóta ber myndirnar í bókunum um Guðruna saman við Margretu og mjólkina og slær fast, at Bárður er framvegis lýsandi, men livir seg nú inn í huglagið í tekstinum og gevur søgunum nakað eyka. Myndirnar í bókunum um Guðruna vísa (Árnadóttir 2013:35), hvussu ekspressivar og dreymakendar myndir kunnu lýsa kenslur og støður og saman við teksti skapa “fyrr í tíðini”, uttan at ein søguligur samanhangur er orðaður beinleiðis.

Í bókunum um Guðruna hevur Bárður funnið ein stíl, sum hann síðani hevur ment miðvíst. Tað var eisini sama ár, sum onnur bók um Guðruna kom út (2004), at fyrsta bókin, sum Bárður bæði skrivaði og teknaði, kom út.

Seinasta barnabókin hjá øðrum høvundi, sum Bárður higartil hevur myndlýst, er Innantanna Anna og túsundbeinið Súni, 2008, eftir Oddfríð M. Rasmussen, ein stuttlig søga um eitt túsundbeinið og eina tík, sum eru vinfólk. Í bókini er lutfalsliga nógvur tekstur og hálvsíðumynd á umleið triðju hvørjari síðu. Á s. 10-11 gongur mynd av radiatori um báðar síður, høgrumegin á skák uppeftir, og undir honum standa teir nógvu stivlarnir hjá túsundbeininum til turkingar; teksturin sigur einki um hetta, bara at tað tekur langa tíð hjá tusundbeininum at lata seg úr stilvunum, og myndin er eitt gott dømi um skapandi humor í myndlýsing hjá Bárði. Søgan er ikki minimalistisk eins og tær hjá Bárði sjálvum, men full av síðuhendingum og blómandi lýsingum, tær týdningarmestu eru umboðaðar í myndum. Litblýanturin gevur teimum eitt handgjørt, livandi brá, og litanýtslan er breiðari enn í teimum flestu av myndabókunum hjá Bárði sjálvum. Á innsíðuni á permuni aftan og framman singla persónar og staklutir úr søguni, fríir fyri tyngdarmegi, gjøgnum rúmdina, eins og bjóða teir seg fram til eina aðra søgu enn hana, vit hava lisið.

Barnabókahøvundurin Bárður

Frá 2004 hevur Bárður skapt fýra barnabøkur, eina av teimum uttan tekst. Sum sagt omanfyri, hevur hann eisini í hesum tíðarskeiðinum myndlýst bøkur hjá øðrum: tvær av bókunum um Guðruna komu út 2004 og 2005, og bókin eftir Oddfríð M. Rasmussen kom í 2008.

Ein hundur, ein ketta og ein mús (2004) er ein myndabók í støddini 21x21 cm við heilsíðumynd á øllum høgrusíðum og lítlari mynd á øllum vinstrusíðum, sum eru tekstsíður, uttan tí aftastu, sum hevur longri tekst enn hinar vinstrusíðurnar. Síðurnar eru ikki talmerktar, ein vanlig tillaging í smábarnabókum - børn hyggja ikki at síðutølum, men kunna seg á annan hátt við, hvussu bøkur eru uppbygdar. Tey trý í bókarheitinum eru persónarnir í søguni og búgva saman.

Fyrsta og síðsta opna, sum eru ramma um bókina, eru “tapetiseraðar” við einum stovukróksmotivi, sum líkist sama motivi í søguni inni í bókini. Litirnir eru brúnir og brúngulir eins og inni í bókini, eitt lítið sindur av gráum, hvítum og reyðum, myndirnar fyri tað mesta heildarmyndir, t.e. tær lýsa persónarnar í umhvørvinum. Bæði myndir og tekstur eru minimalistisk, og tað gevur nógvar tulkingarmøguleikar.

Vanliga røkkur søgutíðin í myndabókum um ein dag, her er hon er umleið hálvtannað samdøgur við klassikst tríliðaðari gongd: friður – fløkja ella stríð – friður. Frásøgufólkið kemur fram sum eitt “eg í einum í støðum, men er fyri tað mesta ósjónligt.

Tekstur og myndir býta ímillum sín at siga søguna. Teksturin sigur t.d. einki um, einki um hvussu dýrini síggja út, men tað vísa myndirnar. Teksturin nevnir heldur ikki t.d. matskálirnar, lenistólarnar, toybóltin, spælimúsina, hjólið. Myndin á 13. opnu vísir ikki, at hundurin hyggur at sjónvarpi, men tað sigur teksturin. Tað er uppgávan hjá lesaranum at skapa samband millum myndir og tekst.

Tá ið dýr eru høvuðspersónar í barnasøgum, eru tey meira ella minni menniskjansliggjørd. Í hesi søguni eru djórini ikki í klæðum, men tey búgva í húsum, tosa saman, hyggja at sjónvarpi, og tey sita og ganga sum menniskju.

Myndastílurin er keipustílur, v.ø.o. ikki realistiskur, men avgjørdur: Dýrini hava ovurstórt høvd, útlimirnir eru neyðarsligir afturímóti. Tað hóskar saman við, at søgan leggur stóran dent á, hvat dýrini hugsa; hugsanir og kenslur eru í miðdepli ikki minni enn ytri hendingar. Stílurin hevur dám av teknirøð og teknifilmi: eygu í leysari luft o.tíl. Eisini bókstavir í stórari, “ljóðmálandi” skrift: vuff, fýs, bang.

Hetta er ein eksistensialistisk myndabók um samlív einstaklingsins við onnur; um bundinskap mótvegis frælsi og tað dialektiska samspælið teirramillum. Teir ráðandi litirnir í bókini eru gulbrúnir, v. ø. o. blandingslitir, og styðja ta nevndu tulkingina við at benda eisini móti einari samansettari støðu.

“Tapetið” á fremstu og aftastu opnu kann ímynda frásøgustøðuna: vit seta okkum í ein stól at hyggja í myndabók og hoyra søgu; tað kann eisini ímynda keðsemið, tráðin í søgugongdini, ta innilæstu og deydligu støðuna í stovukrókinum, har einki broytist! Men tað kann eisini síggjast sum ein møguleiki fyri broyting - lenistólurin er tómur!

Pól hin kuli giraffurin , 2007, er ein myndabók í støddini 21x21 cm. Permumyndin vísir høvd og háls á Pól og tveimum øðrum giraffum. Litirnir eru veikir, gulir, gulbrúnir og grábrúnir. Fremsta og aftasta opna eru tapetiseraðar við tí brúna og gula skinninum á giraffi í nærmynd.

Sjónarhornið er ovurhonds avmarkað á teimum flestu myndunum, bara á nøkrum fáum síðum síggja vit giraffarnar allar, sum teir eru. T.d. eru vit á fyrstu myndini í bókini mitt millum tveir giraffhálsar og síggja hvørki, hvar teir enda ella byrja; soleiðis er eisini á fleiri øðrum myndum: ein ella tveir giraffhálsar og eitt sindur av teksti. Við hesum sera avmarkaða myndasjónarhorninum sigur bókin listilært og uttan orð, hvussu stórir giraffarnir eru afturímóti okkum, og ikki minst afturímóti børnum.

Høvuðspersónurin, giraffurin Pól, sum hinir halda vera kulan, er øðrvísi enn teir í tí, at honum dámar ikki bløð. Hann hugsar um møguleikan at eta okkurt annað, t.d, onnur djór sum leyvan. Hann roynir ymsar møguleikar, men royndirnar eydnast ikki væl, t.d. ætlar hann at royna at eta flugur, men tá má hann leypa høgt upp, og tað dámar ikki hinum giraffunum, tí teir leypa ikki upp, men flyta seg hóvliga. Vinmenninir rýma tí , og Pól verður einsamallur. At enda fer hann aftur at eta bløð og verður aftur partur av bólkinum, og hinir halda hann aftur vera kulan. Men viðhvørt etur hann nú eitt blað við einari flugu á, og tað smakkar eitt sindur betur. Aftast er tekning at smíða ein giraff eftir.

Beinið, 2007, í stødd 22x15,5 cm, liggjandi snið, er ein humoristisk ella heldur satirisk myndasøga uttan orð um at munga eftir tí, ein annar hevur. Bæði teknaða strikan og søgugongdin eru minimalistisk. Har er einki uttan tveir hundar og tvey kjøtbein, og at enda tríggir hundar og kjøtbein, í ymiskari stødd. Teir báðir hundarnir hava hvør sítt væl innistikaða øki, hvør sína síðu á bókaropnunum, og søgan verður søgd við mimikki, gestikki og vaksandi spenningi so hvørt, sum teir flyta seg nærri økinum hjá hvørjum øðrum. Hetta er týðuligast á tveimum høgrusíðum, sum eru púra tómar burtursæð frá rammuni, tí annar hundurin er farin í rammuna hjá hinum. Hundarnir hava hendur at gera keipur a við og halda um bein við. Tulkingarmøguleikarnir eru fleiri, og alt eftir hvørjum menningarstigi lesarin er á, og kann lesast sum ein søga um hesar báðar hundarnar, sum munga eftir beininum hjá hvørjum øðrum, men til endans mugu liva við, at ein triði hundur eigur eitt nógv størri bein. Ella sum ein dømisøga um eina ónda ringrás, sum ein endar í, um ein kki dugir at vera nøgdur við sítt: tað verður altíð meira at munga eftir

Flata kaninin, 2011, er ein myndabók í støddini 21x21 cm. Hon hevur heilsíðumynd við rammu høgrumegin á hvørjari opnu, og smámynd og tekst vinstrumegin uttan á s. 6, 8 og 34, sum bara hava smámynd men ongan tekst. Heilsíðumyndirnar lýsa býarumhvørvi í gøtuhædd: ristir, gongubreytarkantar og ferðslustrikur mynda nærumhvørvið, sum søgupersónarnir, rottan og hundurin, ferðast í. Smámyndirnar lýsa staklutir, sum ikki eru orðaðir í søguni; td. er á s. 12 ein stórur fuglur við útbreiddum veingjum úr ervaperspektivi, sum svarar til ta útbreiddu kaninina á s. 13. Seinni sæst drekin, sum rottan og hundurin hava fest kaninina í, uppi í luftini á s. 34 og fuglurin við útbreiddum veingjum høgt uppi yvir húsum og gøtum við bilum. Bókin er ovurhonds minimalistisk, men hevur ein fínan og greiðan søgutráð. Myndirnar eru í brúnligum blandingslitum, sum bera á reytt við onkrum sterkum liti uppií: appilsingult nev, eitt fagurgrønt træ.

Stríðið um tað góða grasið, 2012, er ein myndabók í støddini 21x22 cm, standandi snið. Bygnaðurin er sum í hinum barnabókunum hjá Bárði og somuleiðis tann minimalistiski stílurin, uttan at her er litanýtslan ikki eins minimalistisk; her eru fleiri og reinari litir á heilt ljósabláari bakgrund og heilt ljósagrønari forgrund.

Søgan er um hundar og kaninir, sum halda til á sama grøna og góða grasi. Men kanirnirnar verða ónøgdar við,at hundarnir dálka har, so tað verður minni gott at vera har. Tær finna upp á snildir, sum ræða hundarnir, so teir halda seg burtur. Men eftir eina tíð er grastið ikki so grønt og mjúkt longur. Tær fáa so í lag at lokka hundarnar at koma aftur, og so verður grasið líka gott, sum tað var. – Snild vinnur á styrki, tann veikari má nýta snildir fyri at fáa tað gott.

Heimspekiligar djórasøgur til allar aldrar

Bárður skrivar og teknar barnasøgur um djór burturav. Í hesum er hann uppi í einum stórum felagsskapi saman við t.d. Esop og Lafontaine. Eisini hoyra djórasøgur til eina av teimum heilt stóru deildunum í barnabókmentasøguni gjøgnum tíðina. Eyðsæddir fyrimunir eru av at skriva søgur um djór. Tað gevur frælsi og nógvar møguleikar fyri skemti. Og eitt, sum er nógv vert: stór og smá nýtast ikki at taka tað inn at sær av atfinningarverdum, sum fer fram í søgunum, men tey hava kortini møguleika fyri at nýta tað til at spegla sær í tí og kanska læra av.

Bygnaðurin at hava heilsíðumynd við hvítum kanti rundanum høgrumegin er í øllum bókunum, uttan Fløtu kaninini, har myndirnar ganga tvørtur um opnurnar og tann hvíti kanturin rundanum somuleiðis. Allar hava eisini portettmynd av høvuðspersónunum á permuni og litaðan kant rundan um tað fírkantaðu permumyndina, uttan Beinið, har reyðar rimar eru bakgrund um alla permuna. Bókarheitini eru øll í sama stíli, handskrivað við ekspressivum týðuligum hvítum svartkantaðum spjaldrastavum. Tríggjar tær fyrstu bøkurnar hjá Bárði fylgja siðvenjuni ikki at hava síðutøl í myndabókum fyri børn, men tvær tær seinastu, Flata kaninin og Stríðið um tað góða grasið hava síðutøl; tað er sjálvandi hent, tá ið bøkurnar verða greindar, og tosað verður um tær, at kunna vísa til síðutøl.

Bárður fekk viðurkenningina White Raven of the International Children’s Digital Library í 2005 og aftur í 2012, seinnu ferð fyri Stríðið um tað góða grasið. Hann vann Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins og Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs í 2006.

Heimildir:
Árnadóttir, Tóta. “Mynd og tekstur í nýggjum føroyskum myndabókum fyri børn og barnabókum við myndum”. Nýggj leiti, 6 greinar um føroyskar barnabøkur 2003-2009. 2013:10-45. Sprotin.
Árnadóttir, Tóta. “Hugfloygdar pisur – Barnaímyndir og hugburður til børn í nýggjum føroyskum smábarnabókum”. Nýggj leiti, 6 greinar um føroyskar barnabøkur 2003-2009. 2013: 46-93. Sprotin.
www.bokadeildin.fo

Bøkur eftir Bárð Oskarsson:
Ein hundur, ein ketta og ein mús. Bókadeild Føroya Lærarafelags. 2004.
Pól hin kuli giraffurin. Bókadeild Føroya Lærarafelags. 2007.
Beinið. Bókadeild Føroya Lærarafelags. 2007.
Flata kaninin. Bókadeild Føroya Lærarafelags. 2011.
Stríðið um tað góða grasið. Bókadeild Føroya Lærarafelags. 2012.

Bøkur eftir aðrar høvundar, sum Bárður Oskarsson hevur myndlýst:
Gaard, Guðrun. Um svidnu Pussifelluna og øvuta kúvingin. Bókadeild Føroya Lærarafelags. 2003.
Gaard, Guðrun. Um træskoytur og føðingardagsgávuna sum hvarv. Bókadeild Føroya Lærarafelags. 2004.
Gaard Guðrun. Um gentur og tunnuflakar og ein ommuprikkutan kjóla. Bókadeild Føroya Lærarafelags. 2005.
Hermannsson, Oskar. Undir tussafjøllum. Bókadeild Føroya Lærarafelags. 1992.
Rasmussen, Oddfríður Marni. Innantanna Anna og túsundbeinið Súni. Bókadeild Føroya Lærarafelags. 2008.
Vang, Sigga. Margreta og mjólkin. Bókadeild Føroya Lærarafelags og MBM. 2002.

img
  • Skrivað hevur | Turið Siguðardóttir
  • Dagfesting | 31.10.2018
  • Bólkur | Greinir