Útgivnar bøkur

Her síggjast allar bøkurnar Ungu Føroyar hava givið út.

Mangt stuttligt kann henda

Bók fyri umleið 10 ára gomul og eldri. Julius, sum misti mammu sína, tá ið hann var lítil, klárar illa upp við stjúkmammuna. So illa, at hann verður sendur út á bygd at venja. Hann berjist mangan bardagan við seg sjálvan og tey, ið eru rundan um hann. Tapir ofta, men vinnur eisini teir sigrar, sum eru avgerandi í lívinum, hóast teir vekja minni ans enn mistøkini og ósigrarnir.

img

Dáta um bókina

  • Rithøvundur | Stefán Jónsson
  • Upprunamál | Íslendskt
  • Týðari | Turið Sigurðardóttir
  • Útgávurár | 2015
  • ISBN | 978-99918-865-2-7
  • Tøk | Ja
  • Bólkur | Barnabøkur