“Snetigasta bók í verðini”

Ein, sum longu hevur lisið bókina, er Sverri Kárason, 8 ár. Hann helt hana vera stuttliga og eisini snetiga, ja, snetigastu bók í verðini. Sum øll vita, ið hava lisið bókina, so hevur ein eggjakoppur stóran týdning í henni. Sverri ger vart við, at á myndunum líkist eggjakoppurin ikki einum eggjakoppi, men heldur at kanska hava loppan og lúsin hampað um hann, áðrenn tær fóru at bryggja. Sverri fann eina prentvillu í bókini: aftan á at loppan er brend, stendur tað: ““Eg má gráta,” segði loppan”; tað er skeivt, tað var lúsin, sum segði tað. Ungu Føroyar harmast um feilin og takka Sverra fyri ábendingina.

img
  • Skrivað hevur | Sverri Kárason (8 ár)
  • Dagfesting | 11.04.2018
  • Bólkur | Ummæli