Urð, Verðandi og Skuld spunnu lagnutráðin...

Sigrið av Skarði Joensen
VØR . Greinir 1937 – 72
Ungu Føroyar 2009

Í dag verður kvinnudagur hildin í stórum parti av heiminum, og her hjá okkum hittast kvinnur eisini at skifta orð um leiklutin og støðuna hjá sær og medsystrum sínum.

Fyri tíð síðan lá sjáldsamur pakki í postkassa mínum, og við ikki sørt av forvitni var hann borin inn og latin upp; tí meðan posturin á cyperspace veksur fyri hvønn dag, so er langt í millum slíkan post í postkassanum. Og forvitni mítt var ongin illroyningur. Ein frálíka hugnaligur bóklingur dagaði fram, og hesin bóklingur er sanniliga verdur at draga upp í ljósmála henda kvinnudag.

Sum heitið sigur, er talan um prentaðar greinar, ið staðið hava í bløðum og ritum upp gjøgnum tíðina eftir Sigrið av Skarði Joensen, sum eftirkomarar hennara hava savnað og latið í nýggj klæði. Bóklingurin Vør sýnir eina kvinnu, ið eldhugað hevur stungið seg fram um onnur í sínari tíð á so mangan hátt. Sera íðin og eldhugað tók hon lut í kjaki, og hon hevði brennandi áhuga fyri upplýsing, mentan og fólkaræði. Hon las søgu og enskt á universitetinum í Keypmannahavn ogn tók faklærarinnuprógv í hesum lærugreinum.

Og hetta sæst aftur í teimum spennandi evnunum, sum eru skipað í partar, ein mentanarligan part, ein politiskan, ein søguligan og ein um samtíðarfólk . Hennara innlit og eldhugi fyri mentanarligum virksemi er bæði eggjandi og fjálgandi. Ein spennandi fyrilestur, ið bílagdur var til Útvarp Føroya, lýstur á middegi, men útihýstur uttan grundgeving; fleiri viðkomandi viðmerkingar til mál- og aðrar mentanarspurningar eru millum teir fyrstu.

Elsta ritið í bókini er áhugaverda stríðsritið í móti §7, sum Sigrið skrivaði saman við systkinabarninum Jóannesi Rasmussen. Hesin bóklingur hevði heitið Til landsmenn og var borin í hvørt hús í 1937. Bóklingurin greiðir gjølla frá søguni hjá grein 7, ið gjørdi danskt til undirvísingarmál í Føroyum. Henda grein, ið var sett í gildi so seint sum í 1912, var avtikin í 1938.

Politisku fatan síni arbeiddi Sigrið fyri alt sítt lív. Í grein nevnd Til kvinnurnar eggjar hon kvinnum at taka ábyrgd og taka lut í valinum (1954), sum hon sjálv var uppstillað til. Hon sigur, at kvinnur eiga at hugsa um demokratiið, og hon heldur, at tað er løgið fólkastýri, “har tann helmingurin av fólkinum, sum er kvinnurnar, onga ávirkan hevur á stýrislagið. ”Latum okkum fara á val og nýta okkara javnrættindi við mannin við valborðið.” Og í aðrari grein eggjar hon kvinnum at vera virknari, “at vera við og taka lut í øllum, ið viðkemur Føroya landi og tjóð – at vera við í tí politiska, samfelagsliga og almenna lívinum og eisini í orði og skrift seta fram hugsanir sínar um tey ymisku mál, ið fremjast skulu.”

Sera áhugaverd er greinin um kvinnuna og mannarættindini , har hon lýsir søguligu gongdina og stríðið hjá kvinnum í vesturheiminum at fáa valrætt –ein sannur fongur á føroyskum máli.

Umframt at vera upplýsandi og søguliga áhugavert rit, so er hesin bóklingur eisini søgulig kelda. Tað er á mangan hátt hin ósagda søgan, ið her verður søgd. Í partinum Minnisgreinir og samtíðarfólk eru øðrvísi eftirmæli á kvinnum og monnum, og serliga hepnar eru greinarnar um rithøvundarnar Súsonnu Helenu Patursson og Mariu R. Mikkelsen og greinarnar um Katrinu á Trøllanesi og Hjørdis Djurhuus Nielsen. Tær eru kærkomnar, tí tær lýsa kvinnur, sum á mangan hátt siga frá fólki og samfelag á annan hátt. Sjónarhorn frá samtíðini gevur okkum betri og breiðari innlit og fatan av eini stríðs- og umveltingartíð eftir seinna heimsbardaga.

Fleiri av greinunum hava staðið í Kvinnutíðindum, og Sigrið var sjálv blaðstjóri á blaðnum, tá tað kom út í 1952 og í fleiri seinni bløðum. Hon var íbirtari og kvinnurørsluni hollur stuðul øll árini og var við at seta Havnar Kvinnufelag á stovn. Og hesi bæði, Havnar Kvinnufelag og Kvinnutíðindihava fram um nakað annað verið við til at fremja politisk viðurskifti fyri kvinnum. Tí tað var júst í hesum felag, at fyrstu aktivu politikarar okkara høvdu sína andkomu. Og tað var umvegis Kvinnutíðindi, at konufólk staðfestu politiskar manifestasjónir, ið førdu til, at fyrstu konufólkini komu at fáast við politikk.

Ein øðrvísi bóklingur verdur einari og hvørjari kvinnu at leggja sær í geyma. Vør spann tráðin í síni samtíð, og lagnunnar ábyrgd er at spinna nútíðina, sum okkum lítist á hana.

8. mars 2011
Óluva Klettskarð

img
  • Skrivað hevur | Óluva Klettskarð
  • Dagfesting | 15.03.2011
  • Bólkur | Ummæli