Ragnar Sigrunarson skrivar um Bónusyrkingar í Dimmalætting 10.11.17: “Samleiki og sorgarleikur”

Undir yvirskriftini “Samleiki og sorgarleikur” skrivar Ragnar ummæli um yrkingasavnið Bónusyrkingar eftir Andra Snær Magnason, sum Sanna Andrassardóttir hevur føroyskað. Hann kallar bókina “eitt forkunnugt ískoyti til føroyska skaldskaparkostin” men hevur tað fyrivarnið, at hann heldur skaldið vera fyrst og fremst umhvørvisverndara, og at umhvørvishugsjónirnar partvíst eru sjónskari enn skaldskapurin í bókini. Men hann bendir eisini á lýriska styrki í savninum og tekur eitt nú hetta dømið:

UNDURVERK
Fræini spíraðu tá hon nart við músli-
pakkan so fangið fyltist av sólblómum
sum hon kastaði á gólvið fyri at sleppa til
frystiboksina sum tiðnaði og fyltist av vatni
har silvurrroðslaðar hýsur svumu í ring
og hillarnar fingu leyv og skutu røtur
ígjøgnum gólvklædningin meðan lambstjógv
sameindust við ryggjastykki og seyðarhøvd og runnu
jarmandi runt í handlinum tá hon skræddi draktina
av sær og hvarv inn í tann tjúkka skógin

Ummælarin rósar týðaranum fyri væleydnaða tillaging, tá ið hon nýtir “Hugo” úr væl kendu yrkingini eftir Jóanes Nielsen, tá ið hon skal føroyska eina “hýsuveiðandi erkitýpu”, sum hann sigur, í regluni “eg takki tær Hugo fyri hýsuna.” Eisini bendir hann á, at savnið hevur í støðum eina hugvekjandi javnvág millum sjálvspei, svartan humor og sorgblídni, og hann heldur, at savnið yvirskipað snýr seg um samleika – “tú ert tað, sum tú etur...”

img
  • Skrivað hevur | Turið Sigurðurdóttir
  • Dagfesting | 11-11-2017
  • Bólkur | Ummæli