Nýggjar tíðir – nýggjur sangur

Bókmentasøga er altíð úrval og tulking, hon er ein konstruktión. Tað ger ikki tað sama, hvør situr við telduna. Tí verður hon ikki søgd eina ferð fyri allar og endaliga. Í seinni árum hava t.d. kvinnur, eisini í Føroyum, skrivað um bókmentir frá einum sjónarhorni, sum hevur gjørt, at ávísir tættir, eyðkenni og brigdi í bókmentunum hava verið drigin fram og tulkað sum týdningarmikil, sum fyrr hava verið ósjónlig ella mett sum týdningarleys.

Um teir elstu føroysku sangirnir hava týdning fyri okkum, so hava teir týdning fyri okkum sum menniskju í okkara tíð. Vilja vit meta um hetta, mugu vit royna við nútíðareygum okkara at skoða teir í teirra søguliga høpi.

Fyrsta sangbókin

Savnið Føriskar vysar irktar og sungnar äv føringun í Kjøp-inhavn (1876-92) ber dám av, at tað er yrkt í útisetu: ein góður partur av sangunum er um heimlongsil. Nógvir av yrkjarunum vóru studentar, og drykkju- og veitslusangir eru uppií, so sum hoyrdi til í studentalívinum; tveir teirra eru enn kendir: „Gevið brøður“ (Fríðrikur Petersen) og „Vilt tú vera glaður“ (Jørgen Hammershaimb). Somuleiðis tveir kensluríkir ungdómssangir: „Um várið sólin vermir blómur vakrar“ (Jørgen Hammershaimb) og „Eina so vil eg vísuna kvøða“ (Edvard Lützen); ein yrking lýsir ein útróðrardag: „Ein landnyrðingsstormur so skjótt brast á“ (Billa Hansen), og ein litríkur sangur er um grindarakstur og -dráp í Havn: „Upp úr svøvni, tit havnarmenn reystir!“ Lagið er frá „La Marseillaise“ – Billa Hansen og Jákup Jakobsen, doktari, sum hevði lisið franskt, hava yrkt hann.

Størsti bólkurin í bókini er føðilandssangirnir.

Føriskar vysur nýta stavingarlagið hjá Jákupi Jakobsen, sum lagar seg eftir framburði og ikki eftir uppruna orðanna (tá ið her verða tikin dømi úr Føriskun vysun, verða tey skrivað við okkara stavseting). Í 1892, tá ið Føriskar vysur komu, var Føringatíðindi komið út her heima í tvey ár, og blaðið nýtti Hammershaimbs stavseting. So studentarnir í Keypmannahavn fóru sína egnu leið í hesum og fylgdu Jákupi doktara, sum var ávirkaður av nýggjum rákum í málvísindum. Men tá ið Føroy-ngafelag í Keypmannahavn gav út næstu sangbók sína sjey ár seinni – tað var A.C. Evensen, ið greiddi hana úr hondum – varð Hamm-ershaimbs stavseting nýtt.

Skaldskapur í almenna samskiftinum

Tað er ikki altíð, at bókmentir og skaldskapur standa í lívligum og beinleiðis orðaskifti við sína tíð. Um okkara tíð er at siga, at hon hevur so nógvar aðrar miðlar, sum meira og minni kappast við bókina. Men skaldskapur er eisini annað enn bøkur, og vit hava í okkara tíð upplivað sangskaldskap sum ein virknan tátt í almennu samskiftunum, sum nakað ið var við til at orða og at broyta hugsan og harvið kanska veruleika. Eg hugsi um tað økta politiska medvitið og virksemið millum manna í 1960-unum, sum fylgdist við at nýggjur modernistiskur føroyskur skaldskapur, poppur og annar sangskaldskapur vaks fram. Hetta virksemið fekk partvíst íblástur frá røringum millum lesandi føroysk ungfólk í Danmark. Og síðan um miðjuna á 1970-unum hava vit sæð, at vørrir av nútíðar kvinnurørslu hava gjørt vart við seg her, samstundis sum ein ávísur vøkstur hevur verið í føroyskum bókmentum eftir kvinnur; tað ber tó ikki til at siga, at føroyskar, í breiðum týdningi kvinnupolitiskar umrøður og bókmentir hava verið ein kraftmiðdepil, sum í senn orðar samtíð sína og er við til at broyta hana. Ikki enn, men tað fer at koma, nú ið kvinnuligt sjálvsmedvit hevur fingið høvdið fyri seg.

Tann føroyski sangskaldskapurin, sum tók seg upp í Keypmannahavn í 1870-unum, fekk stóran týdning, ja, vit mugu siga, at hann gjørdist ein kraft í føroyskum mentanarligum, samfelagsligum og politiskum lívi. Hann festi fót í Føroyum tíggju ár seinni, og her var honum langt lív lagað.

Tjóðskaparhugsan er søguligt fyribrigdi

Meðan tíðir hava liðið, hava føroyingar, sum ferðaðust burturi í verðini borið nýggjar hugmyndir, háttalag og lutir við sær heimaftur. Føroyingar í útisetu í Keypmannahavn hava í øldir verið millumliður, tá ið nýggjar hugsanir hava verið bornar til Føroya, hugsanir, sum í størri ella minni mun hava fest røtur og breitt seg í føroyskum jørðildi. Tjóðskaparrørslan er dømi um rørslu, sum hevur fingið breiða og varandi ávirkan. Harafturímóti hava kvinnurørsla og vinstrarørsla higartil havt minni umfatandi og glopputari ávirkan í Føroyum.

Hvat var tað sum gjørdi, at tjóðskaparhugsanin, sum tann elsti sangskaldskapurin er orðing av, festi í í 1870-unum millum føroyingar í Keypmannahavn og fekk fótin fyri seg, tá ið Føringafelag varð stovnað í Føroyum í 1889? Tað verður sagt, at stundin var "komin til handa“, at tíðin var búgvin. Tað liggur tó ikki í hesum, at tað av teimum seinastu 100 árunum, sum er vorðið „Føroya søga“, var ein sjálvgivin ella óundansleppandi gongd – í kraft av teimum søguligu umstøðunum, sum vóru til staðar; heldur man tann tjóðskaparliga føroyska menningargongdin, sum søga okkara tey seinastu 100 árini sigur frá, hava verið ein møgulig gongd.

Flestir søgumenn meta nú nationalismu sum eitt søguligt og ikki eitt náttúrugivið fyribrigdi. Men hava børn ilt við at ímynda sær, hvussu alt var, áðrenn sjónvarpið kom, so er tað enn truplari hjá okkum at hugsa okkum ríki, samfeløg og mentanir uttan tjóðar- og tjóskaparhugtakið, tí vit eru fødd inn í tíðarskeið nationalismunnar, og vit liva í tí.

Hugmyndirnar um eindina tjóð-tungu-mentan sum lívrunna eind frá skaparans hond, ið hvør tjóð hevur skyldu at røkja, komu upp um ár 1800. Týdningarmikil bakgrund var franska kollveltingin, ið breyt niður ta gomlu skipanina, ið knýtti fólk saman í stættir. Hin mikla kollveltingin, sum fyllir 200 ár í 1989 – sama ár sum Føringafelag í Føroyum fyllir 100! – framdi ikki loysanarorð síni „frælsi, javnaður og brøðralag“ út í odd og egg. Men hóttafallið, sum einaveldi, kirkja og aðal við sínum viðføddu framíhjárættindum og lunnindum, høvdu fingið, og framgongdin hjá borgarastættini og frælsis- og mannarættindahugmyndunum hjá fronsku heimspekingunum, løgdu støði undir hugmyndina um eitt nýtt slag av bandi millum menniskju í staðin fyri hitt avkvetta stættabandið, nevniliga tað tjóðskaparliga bandið – hugsjónina um ein verðsligan, tvørgangandi felagsskap, sum røkkur um øll tey, ið eru felags um eitt mál og eina mentan. – Orðingin hjá týska romantiska heimspekinginum J. G. Herder (1744-1803) um tjóðina sum livandi eind við sínum serstaka máli og mentan er kend og hevur verið brúkt sum próvgrund í tjóðskaparligum stríði víða hvar – vit kenna hana úr føroyskum tjóðskaparstríði. Um vit hyggja at Evropa, har sum hugmyndin er upprunnin, so hevur hugsjónin „ein tjóð, ein tunga“ ikki samsvar í teimum politisku eindunum í roynd, tí statirnir í Evropa fevna um tjóðir og tjóðarbrot við ymiskum tungumálum. – Herder legði ikki dent á statin í sambandi við tjóðskapin, men tá ið statsmarkini vórðu løgt í Evropa í nítjandu øld, var tað júst út frá tjóðskaparligum sjónarmiði; annað er, at ikki øll fólkasløg við egnum máli og mentan megnaðu ella settu sær tað mál at skapa ta politisku eindina tjóðarstatin. Statsmál – alment tjóðarmál og prentmál – gjørdist tá tað málið – tað landspartamálið ella bygdarmálið – sum av onkrari orsøk var best fyri og sterkast og kanska átti bókmentir. Í Týsklandi gjørdist tað sum kunnugt hátýskt, málið í suður- og eysturpartinum av landinum, ið vann kappingina – nógv komst tað av, at tað stóð sterkt sum prentað mál takka veri bíbliutýðing Luthers.

Í føroyskari nationalismu hevur stríðið um stovnamálið og almenna prentmálið støðugt verið í miðdepli – skuldi tað vera føroyskt ella danskt? – og próvførslan hevur havt mentanar-ligar, men eisini politiskar próvgrundir í skildri sínum, markið millum tey bæði økini er heldur ikki fast.

Ernest Gellner. Nútíðarsjónarmið um nationalismu

Tá ið vinnulívs- og samfelagsmenningin tóku dik á seg í seinnu helvt av 19. øld, fingu føroyingar sjálvsálit og fóru at vita til sín sum tjóð – og øvugt. Hetta greiningarmynstrið fyri føroyska 19. aldar søgu kenna vit, og tað munnu vera fáir søgufrøðingar, sum ikki á onkran hátt síggja samband millum nationalismuna og ídnaðarmenningina í Vesturheiminum.

Enski søgumaðurin og heimspekingurin Ernest Gellner sær nationalismuna sum ta hugmyndafrøðina, sum bart úr svarar til ídnaðarsamfelagið burturav, sum eitt amboð í tænastu hjá ídningini. Tann tjóðskaparliga hugsjónin – hægsta boð hjá nationalismuni – er, at mentanarligar og politiskar eindir eiga at vera samanfallandi. Hesa grundreglu metir Gellner at vera sprotna av tørvi hjá vinnuligu framleiðsluni í ídnaðarsamfelagnum og ikki sum nakra algilda, tíðarleysa reglu. Tvørturímóti var tað í jarðarbrúkssamfelagnum, undan ídningini, heldur reglan enn undantakið, at tey mentanarligu og politisku markini ikki fullu saman.

Tað nevnda samanfallið millum mentanarlig og politisk mark er neyðugt fyri ídnaðarsamfelagið, tí at ídnaðarsamfel-agið, ólíkt øllum eldri samfeløgum, byggir á grundregluna um óendaligan vøkstur á øllum økjum. Óavmarkaður vøkstur er bara hugsandi við støðugari broyting í framleiðsluni og framleiðsluviðurskiftunum, men sanniliga eisini broyting av framleiðarunum. – Av hesum stendst, at tørvur er á miðsavnaðari, einsháttaðari hámentan; tað merkir einari prentmálsbornari, breiðaari grundútbúgving og uppaling av samfelagslimunum.

Til tess at vera fulltikin luttakari í samfelag og framleiðslu skal hin einstaki vera førur fyri at virka millum skiftandi, fremmandar arbeiðsfelagar á skiftandi arbeiðsplássum. Hetta krevur eitt slag av samskifti, sum er væl ment og framkomið og sum er „kontekstfrítt“ (samanhangsfrítt, t.v.s. ikki er bundið at ávísum støðum, viðurskiftum og arbeiðslag á tann hátt sum t.d. gamal føroyskur málburður er bundin at ymsum viðurskiftum, soleiðis at eitt ávíst orðalag hoyrir til útróður, eitt annað til fjallgongu o.s.fr., umframt alt tað orðaleysa samskiftið í eitt nú føstum bygdarsamarbeiði!) – Vegna hetta serliga slagið av samskifti, sum krevst, er tí felags prentmál av allarstørsta týdningi sum partur av tí miðsavnaðu, samskipaðu útbúgvingini. Hetta ávísa fráslagið av útbúgving er so umfatandi og umráðandi í ídnaðarsamfelagnum, at bara tað almenna, staturin, er førur fyri at tryggja hana. Júst ein statur við samanfallandi mentanarligum og politiskum markum, tjóðarstaturin.

Í førum tá ið statsmarkini vóru greið frammanundan, tá ið ídnaðarsamfelagið tók seg upp, kundi mentanin hjá onkrum forrættindabólki verða umdefinerað sum tjóðarmentan. Tá ið nýggjar politiskar eindir komu upp, kundi tað vera ein av kanska fleiri fólksmentanum, sum livdu innan fyri tey nýggju markini, sum í tillagaðum líki og við prentmáli, sum kanska var nýgjørt, fekk leiklutin sum tjóðarmentan og gjørdist amboð hjá ídnaðarmenningini. Innan fyri tjóðskaparligu hugmyndafrøðina merkti hetta, at „fólksins“ mentan varð sett aftur á rætta pláss sítt. Men í veruleikanum, sigur Gellner, er tjóðarmentanin eitt nýtt fyribrigdi, sum hevur í sær ymiskar tillagaðar tættir úr fólksligari mentan. Gellner sigur um nationalismuna: „Hon er ikki tað, sum hon sýnist... Tær mentanirnar, sum hon sigur seg verja og endurlívga, hevur hon ofta sjálv funnið upp, ella lagað til, so tær kennast ikki aftur. Kortini hevur nationalismugrundreglan (t.e. hugsjónin um samanfall millum mentanarlig og politisk mark) ógvuliga djúpar røtur í okkara núverandi felags umstøðum, er als ikki tilvildarliga íkomin og verður ikki løtt at avnokta“ (Gellner: 56).

Í einum føri metir Gellner tó, at sannleiki er í sjálvsmyndini hjá nationalismuni. Tað er tá ið fólkið verður stýrt av embætismonnum frá einari fremmandari hámentan/prentmálsmentan; tá má fyrst vinnast á hesari kúgan við mentanarligari endurveking og staðfesting og kanska við frælsiskríggi. Um nationalisman hevur eydnuna við sær, fær hon ta fremmandu hámentanina burtur og setur í staðin, ikki ta gomlu munnligu fólksmentanina, men hon endurlívgar ella finnur upp sína egnu hámentan, sum vissuliga hevur træðrir afturi í eldri fólksligari mentan og bygdarmálum.

Hugmyndirnar hjá Gellner kunnu, kritiskt nýttar, opna veg fram móti størri fatan av dialektikkinum millum teir andligu, hugmyndaligu, kensluligu tættirnar og teir evnisligu tættirnar í tí søguliga fyribrigdinum, sum nationalisman er. Tað ber til at nýta greining hansara uttan at taka undir við framseting hansara av samspælinum millum hugmyndaheim og evnisheim sum mekaniskum og stýrdum av tí seinna burturav; og uttan at taka undir við sera negativu meting hansara av sjálvsfatan nationalismunnar.

Endamál og boðskapur

Sum føroyskmæltur skaldskapur er sangskaldskapurin frá 1870-unum øðrvísi enn tað, sum var til frammanundan við tað, at hann ikki sum kvæðini hevur tað høvuðsendamál at siga søgu, greiða frá eini gongd um ávísar persónar og hendingar. Í staðin fyri hetta er hann lovprísan, ákallan og lýsing; í teimum førum, sum hann hevur hendingafrásøgn, sigur hon ikki frá ávísum hendingum og ítøkiligum persónum, men er almenn; tvey dømi kunnu vísa hetta; í kvæðinum „Høgna-tátti“ verður sagt frá ódnarveðrinum episkt, t.e. tað verður sagt frá ávísum ódnarveðri og persóni í eini søgu: „Tá var veður í sjónum hart,/byrur lá av londum,/sundur gingu jarnárar/ báðar í Høgna hondum“; í sanginum „Eg oyggjar veit“, harafturímóti, er ein almenn ódnarlýsing, ein mynd við einum huglag: „Men tá ið stormur spælir lag um fjallatind,/ og bylgjurar tær rúka avstað sum skjótasta hind/ og brimið stórar klettar ber langt upp á møl,/ tá bát at temja gaman er við stýrisvøl“.

Motivið sjóvaródn er tað sama í báum dømunum, tilfarið er tað sama; men temað ella evnið er heilt hvørt sítt. Endamálið er hvørt sítt og boðskapurin somuleiðis.

Boðskapur ella tendensur í týdninginum lívsfatan liggur í hvørjum einasta skaldverki, men verður ofta ikki upplivdur tilvitað av teimum, sum halda hesa lívsfatan vera sjálvsagda. Ákæran um at eitt skaldverk er tendensiøst verður sett, tá ið tað vísir eina lívsfatan, sum stríðir ov nógv ímóti teirri ráðandi hugsanini, og tí verða tað helst kollveltingarligir, umbøtandi ella á annan hátt nýskapandi høvundar, sum verða ákærdir fyri tendens. Skaldskapur kann væl vera beinleiðis boðandi uttan at verða kallaður tendensiøsur ella tilhallur, tað sæst í trúarskaldskapi, til dømis í sálmunum, ið hava ein viðurkendan boðskap ella hall. Tendensur kann eisini koma ógvuliga skilliga fram, uttan at tað førir til atfinning og mótmæli, um hann kemur fram við stórari skaldsligari styrki.

Fosturlandssangirnir frá 1870unum og seinni vóru tilhallir, í tann máta, at teir orðaðu hugmyndir, sum vóru nýggjar í føroyskum høpi. Heimildir úr tíðini geva varhuga av, at skaldskapurin gjørdi fólki mun. Teir ungu yrkjararnir sendu avskriftir av sangunum heim til skyldfólk og vinir. Til dømis sendi Christian Bærentsen í 1881 pápanum einasta sang sín, „Fram úr Norðurhavi stendur kempa sterk og grá“. Í brævi sínum umber hann hálvavegna sangin og sigur:

Eg síggi nú, at eg havi verið heldur eintáttaður, tá ið eg hevji ta gomlu tíðina upp sum stórfingna frælsistíð og kalli ta seinnu tíðina trælatíð, tí báðar høvdu gott og ilt við sær, og „frælsis-tíðin“ førdi júst til gjøgnum stríðið millum høvdingarnar at Noreg legði Føroyar undir seg; /.../ og tað eru heldur ikki beinleiðis norðmenn eg hugsi um sum teir, ið kúgaðu frælsis- og sjálv-støðiskenslu, tað er í grundini tað katólska valdið, sum eg haldi her sum allastaðni hevði lemjandi ávirkan. ...Tað er heldur ikki danskarar eg hugsi um, hóast Gud veit, at teir hava verið nóg ringir fyrr á døgum.

Fra Færøerne IV: 50-51; týð. T.S.

Orðini, sum yrkjarin soleiðis umber seg fyri, eru serliga hesi:

Leingi mugu frímenn træla
fyri fremdar menn.

Fimta og síðsta ørindi endar soleiðis:

:/: livi málið gamla, unga!
lat tað vera sterkt og frítt. :/:

Um hesi seinastu orðini sigur yrkjarin í brævinum til pápan: „Hetta er kanska nakað stuttorðað og sær tí eitt sindur ramligt og víðgongt út. Eg meini ikki við, at føroyskt skal hevjast upp til at vera sjálvstøðugt bókmentamál, sum helst man vera ógjørligt“. –

Yrkjarin, ið var eldhugaður málfrøðistudentur, tá ið hann skrivaði hetta brævið, heldur á at seta fram grundgevingar fyri, at føroyskt eigur at vera styrkt, m.a. í skúlanum, men heldur ikki, at tað kann ella skal gerast bókmentamál. – Her er at hava í huga, at skriftmálið og málið hjá almennum stovnum hevði verið danskt í 400 ár – brævið, sum eg havi siterað úr, er skrivað á donskum. Umberingin fyri tað fyri okkum heilt sjálvsagda ynskið, at málið skal vera „sterkt og frítt“, gevur okkum varhugan av, at tað at styrkja føroyskt als ikki tóktist sjálvsagt og meinaleyst millum skúlaðar føroyingar í hesi tíðini men var eitt stríðsmál! Málspurningurin var tó langt síðani reistur. Tað hendi við grein Hammershaimbs í 1844 í donskum blað, grein sum m.a. mótmælir, at danskt við lóg skal gerast undirvísingarmál í føroyskum skúla. Í 1840 hevði Napoleon Nolsøe, landslækni, skrivað í formælið á fyrsta bindi í kvæðasavni sínum m.a. hetta – á føroyskum: „...okkara føroysku tungu; ...hevur hildið seg higar til dags so rein og óblandað, rætt sum í Sigmund Brestissons døgum, tóat tann danska tunga hevur verið okkum páskotrað meira enn í 400 ár.“ Og síðani sigur Napoleon: „So mikið sum vit eiga at rósa okkara landsmonnum frá fyrndartíð, sum hava goymt okkara kvæði og fornamanna brøgd higar til dags, so kunnu vit tó ikki rósa teimum av okkara landsmonnum, sum fyrr í tíðini, tá ið latínskúli var í landinum, hava verið lærdir, og tó einki hava gjørt fyri at fjóla um teirra egnu tungu. Mær tykir tað nú vera tíð at geva tí gætur, og eg vil ikki firnast fyri at krevja ein og hvønn av mínum landsmonnum, sum hevur hjarta í lívinum, og unnar sínum móðurmáli og landsmonnum væl, at hjálpa til, so mikið sum hann kann, at fetta og goyma okkara gomlu tungu við sjálvur at leggja seg eftir at kunna lesa og skriva sítt móðurmál“ (M.A. Jacobsen 1921: 34).

Málkjakið var sostatt íbirt, í hvussu er næstan 40 ár áðrenn teir fyrstu sangirnir til og um málið komu.

Tað er Føroya mál

Uppi í teimum elstu sangunum eru tveir hjá Fríðriki Petersen til málið: „O, móðurmál, stórt er títt fall“ frá 1876, árinum tá ið fyrsta føroyska føstugangsveitslan var á Garði í Keypmannahavn, og „Hvat kann røra hjartastreingir“ frá 1878. Hesir báðir sangirnir eru sera ólíkir, og eg skal siga eitt sindur um hvønn sær. Í tí fyrra vendir yrkjarin sær harmabundin til móðurmálið og lýsir tess ringu lagnu: at tað er fallið úr høgari, virðiligari støðu og síðani hevur livað í sorg og sút. Fallið verður, tá ið „nýggjur siður“, t.e. lutherska siðaskiftið, kemur og liggur í, at málið verður rikið „av kirkju út,/og aftur burt av tingi“. Søguliga liggur sorgarleikurin, sum yrkingin lýsir, í, at málið missir støðu sína sum mál hjá teimum almennu stovnunum: hjá trúarstovninum og harvið eisini skúlanum, við tað at skúlin og kirkjan hoyrdu saman; somuleiðis hjá teimum lóggevandi og stýrandi stovnunum; fylgja av hesum er eisini, at málið missir støðu sína sum skriftmál. Tað, sum málið hevur eftir, er støðan sum talumál; sum talumál gleðir tað enn „hvønn tann mann,/ið føroyingur vil vera“. Yrkingin er døpur og beisk, men endar við góðum ynskjum fyri móðurmálið hóast alt.

Hin yrkingin hjá Fr. Petersen til málið, „Hvat kann røra hjartastreingir“, er innilig og harmonisk. Fyrsta ørindi spyr, hvat tað er, sum virkar á innastu kenslur og lyndislag menniskjans og svarið er, at móðurmálið hevur hesa ávirkan.

Tey fylgjandi trý ørindini eru ein lýsing av øllum tí, sum yrkingin sigur er „Føroya mál“. Lýsingin byrjar við ljóðum í teirri, um tað ber til at siga so, „deyðu“ náttúruni: brimið, stormurin, fossaljóðið, dvørgamálið ella bergmálið eru „Føroya mál“. So flytur lýsingin seg til djóra- og fuglalívið: lambajarman og fuglalát eru „Føroya mál“. Og kemur lýsingin av menniskjans máli, sum tekur júst helvtina av hesum trimum ørindunum; her er fyrst nevndur takkarsangurin frá bátum, so ljóðið av dansi í stovuni og av tí langa kappakvæðinum; at enda tann gamli maðurin, sum við grúgvuna samlar „børn um fornar søgur“. Alt hetta, verður sagt, er „Føroya mál“.

Fimta og síðsta ørindi knýtir saman orðini „móðurmál“ og „Føroya mál“ á tann hátt, at lurtarin verður ámintur um at goyma væl móðurmál sítt og at lata Føroya mál ljóða í barmi sínum í gleði og sorg.

Her er einki av tí beisku sorgini úr „O, móðurmál, stórt er títt fall“. Í staðin manar yrkingin fram eina sýmfoni av øllum tí, sum hon sigur er Føroya mál. Tað ger hon á tann hátt, at hon ger málið til náttúru, einki skilligt mark er millum røddirnar í náttúruni og tungumálið, millum fuglalátið og takkarsongin, millum dunið av dansinum og brúsið av briminum, millum kvæðini og søgurnar øðrumegin og fossaljóðið og dvørgataluna hinumegin. Tann fyrra yrkingin harmaðist um, at málið hevði mist støðu sína sum alment stovnamál og harvið skriftmál, og at málið átti sær ongan sess uttan í minninum hjá tí, sum „vil vera føroyingur“. Í hesari seinnu yrkingini talar Føroya mál við túsund ymiskum tungum, og harímillum er eisini danskt við tað, at takkarsangurin, sum er nevndur, søguliga er danskur sálmasangur. Í yrkingini eru sostatt ikki bara náttúrunnar mál og menniskjans mál vovin saman; eisini tað føroyska talumálið og munnliga skaldskaparmálið øðrumegin og danska stovna- og skriftmálið hinumegin eru lýst sum samfeld heild.

Sjónarhornini eru sostatt heilt ymisk í hesum báðum yrkingunum. – Tann fyrra, „O, móðurmál“, umboðar ta nýggju tjóðskaparligu hugsjónina um samanfall millum mentanarliga eind og politiska eind, og leggur í samsvari við hesa hugsjón ein megindent á, at stovnamál og harvið skriftmál eigur at vera tað tjóðskaparliga tungumálið. – Í teirri seinnu, „Hvat kann røra hjartastreingir“, kemur ikki fram nakað ónøgdsemi við ráðandi umstøður, tvøturímóti; tað eru heldur ikki teir almennu stovnarnir so sum kirkja og skúli, ið eru til umrøðu: gudsdyrkanin fer fram í náttúruni og er eins og partur av máli náttúrunnar; upplæringin fer fram inni við grúgvuna og ikki á skúlastovninum. Á hesum grundarlag fer harmoniseringin í yrkingini fram, sum ber í sær samtykki av ráðandi umstøðum, nevniliga teirri gomlu skipanini við føroyskum talumáli og donskum stovna- og skriftmáli, og samstundis viðurkenning av tí aldagamla danskmælta partinum av mentan í Føroyum, eitt nú sálmasanginum. Tjóðskaparpolitiskt er henda vakra, harmoniserandi yrking afturhaldssom, tí hon mitt í eini broytingartíð setur fram eina idealiseraða mynd av einum statiskum samfelag, sum ikki er til longur, tá ið sangurin er yrktur. Einari broytingartíð, sum krevur tjóðskaparliga støðutakan, tí tað tjóðskaparliga prinsippið er vorðið eitt algilt og óundansleppandi prinsipp, soleiðis at tað ikki slepst undan tjóðskaparligari definitión – er hon ikki føroysk, so er hon ein onnur.

Tað ber til at skoða tey sera ymisku sjónarhornini í yrkingunum út frá bakgrund yrkjarans. Fríðrikur Petersen gekk í latínskúla í Reykjavík frá 1869 til 1875, sum vóru ár við mun-andi politiskum og andaligum rembingum í Íslandi. Hann gjørdist væl kunnugur við íslendska yrking, sum hevur havt týdning fyri tað hann sjálvur yrkti, og hann fylgdi hugtikin við íslendska sjálvstýrisstríðinum. Í skúlanum var íslendskt ikki bara undirvísingarmál, men eisini sjálvstøðug lærugrein. Í reglugerð latínskúlans frá 1846 stendur um undirvísing í íslendskum: „Undirvíst skal verða í íslendskum í øllum flokkum; endamálið við undirvísingini er í fyrsta lagi at kunna lærisveinarnar við hesum tungumáli um almennar málfrøðihugmyndir, í øðrum lagi at læra teir at skriva móðurmál sítt eftir røttum reglum, óblandað og við góðum ansi; í triðja lagi at kunna teir við bókmentasøgu Íslands“. Í 1850 varð vaksið um krøvini. Serliga vórðu lisin fornrit og ikki minst íslendingasøgur, eddukvæði og Snorra-Edda. Próvtøka var skrivlig, og Fríðriki gekst væl í íslendskum. Í 1876, eitt ár eftir at hann hevði tikið prógv í Íslandi, yrkti Fríðrikur „O, móðurmál“, helst hevur tann íslendska ávirkanin tá enn havt tak á honum. – Tvey ár seinni, í 1878, meðan hann las gudfrøði og fyrireikaði seg til prestaembæti, yrkti hann ta mótsetningaleysu lovprísanina av móðurmálinum „Hvat kann røra hjartastreingir“; hon svarar til skipanina í tí embætisstýrda jarðarbrúkssamfelagnum við føroyskum sum gerandis og donskum sum almennum máli, og Fríðrikur sýntist nú at vera komin til sættis við hesa skipanina. Sum embætismaður gjørdist hann partur av henni, og sum kunnugt stríddist hann sum próstur beinleiðis móti, at føroyskt skuldi gerast alment trúarðmál, um enn hann vildi geva tí nakað av plássi í trúaríðkanini og t.d. sjálvur týddi Faðir vár og yrkti sálmar á føroyskum. – Tann bakgrundin, sum eg her havi nomið við, øðrumegin tað íslendska árinið og hinumegin embætismanshugmyndafrøðin, kastar ljós á orsøkir til tað stóra lopið frá „O, móðurmál“ til „Hvat kann røra hjartastreingir“. Hetta vekur eisini til umhugsan um sambandið millum skaldskap og samfelag og samfelagsstøðu í víðari merking.

Føroyski felagsnevnarin

Aftrat málinum er eitt høvuðsevni í okkara elstu tjóðskap-aryrking sjálv kunningin og lýsingin av „landinum“, hetta evnið er algilt fyri tjóðskaparskaldskap. „Lítlar oyggjar, sum Føroyar eita/ upp úr sjónum standa/ úti í djúpum Atlantshavi,/ har sum langt er til landa“, byrjar fyrsti sangurin í Føriskun vysun. „Eg oyggjar veit“, „Mítt vakra heim høgt móti norð/ í havinum man finnast“, „Fram úr norðurhavi stendur kempa sterk og grá“ o.s.fr., o.s.fr. – tað kundi ljóðað, sum endamálið var at geva staðfrøðiligar upplýsingar, men tað er tó ikki høvuðsendamálið.

Staðfrøðilig yrking var sera nógv íðkað eitt nú í 17. og 18. øld. Eitt dømi í norðurlendskum høpi úr 17. øld er kvæðið hjá Petter Dass „Nordlands trompet“, sum lýsir landslag og lívskor í Norðurnoreg. Slíkar lýsingar av landspørtum og bygdarløgum kundu vera til nyttu við at vekja áhuga fyri hesum støðum, sjálvstilvit hjá teimum, sum búðu har og positivan áhuga hjá øðrum. Umfatandi landspartalýsingar í Danmark í 18. og 19. øld høvdu til endamáls at byggja upp ríkisborgarligt tilvit. Í Føroyum hava vit í hesari øldini fingið nógvar bygdarsøgur, sum hava stóran bygdarmentanarligan og bygdarmentanarpolitiskan týdning. Í bundnum formi hava vit yrking sum „Lítið yvir Føroya land“ hjá H. A. Djurhuus, sum er landalæra upp á rím og harumframt bygdar- og býarsangirnar – tað er ikki so langt síðani, at kapping var um besta klaksvíkarsangin.

Í føðilandssanginum verður landið nevnt ella ákallað við navni, sum vit hoyrdu. Hetta hevur føðilandsyrkingin felags við átrúnaðarligan lovsong, og eisini í ástarskaldskapi er navnið tí elskaða persóninum týðandi, tað liggur ein frumkendur máttur í sjálvum heitinum. Men onnur staðarnøvn verða netupp ikki nevnd í føðilandslovsanginum, uttan hendinga navn við víðkaðari ella sýmbolskari merking, tað kann t.d. vera Skúvoy og Gøta. Føðilandssangurin snýr seg ikki um ta einstøku bygdina, oynna o.s.fr., men alt landið, og hann verður tí til sum felagsnevnari, sum ein abstraktión, ein sýmbolsk mynd, sum yrkjararnir skapa burtur úr tí ítøkiliga staðnum og kærleika sínum til hansara, til bygdina, til oynna. Um vit øll skulu kunna taka myndina til okkara, má hon vera almenn; á tann hátt kann tann einstaki knýta sína ávísu mynd, sum kann vera persónlig, til ta felags. – Lýsingarnar yvirhøvur eru almennar: tann gamli maðurin við grúgvuna, sum sigur børnum søgur, er ikki ein ávísur maður men ein felagsnevnari fyri aðrar abbar og ommur, sum hava sagt søgur og eitt sýmbol fyri ta munnligu mentanina. – Samsvarandi snúgva móðurmálssangirnir seg ikki um bygdarmálini, sum eru tann ítøkiliga umboðanin av málinum og grundvøllur tess, men um felagsnevnaran Føroyska Málið. Í ytra veruleikanum, uttan fyri skaldskapin men eisini gjøgnum tann skrivaða skaldskapin, verður føroyskt skriftmál sum tann felagsnevnari og abstraktión tað á sín hátt er, so við og við rótfest og verður ein mentanarligur, tjóðskaparligur sambindingarliður millum teirra, ið tað lesa og skriva.

Í virksemi sínum til at skapa tann føroyska felagsnevnaran við teirri abstraktión, sum tað krevur, fremur tjóðskaparskaldskapurin eisini eina ávísa harmonisering í mynd síni av føroyingum og tí, sum føroyskt er í fortíð og samtíð, umframt at uppfatanin av mótsetningum úteftir verður herd, fyrst og fremt mótsetningur til Danmark. Í tíðarskeiðinum hjá Føriskum vysun (1876-1892) er tað fyrst og fremst sjálvsfatanin, sum tað snýr seg um, minni mótsetningurin til okkurt ytri, og hann verður bara settur fram við ógvuliga almennum orðalag.

Matur og mýtur

Tað hoyrir upp í myndina av landinum, at tað er berligt, men at „meðan líðin elur seyð og havið fisk“, er eingin neyð. Síðan Fríðrikur Petersen yrkti hetta í 1877, hevur tað verið sagt á mangan hátt. Men – matur er ikki bara matur. Seyðurin og fiskurin eru ikki bara so og so nógvir døgurðar og nátturðar, men sjálvt lívsgrundarlagið fyri føroyskum lívi og hava tí virðiligan og hátíðarligan dám í yrkingini.

Franski kritikarin og teknfrøðingurin Roland Barthes (1915-1980) granskaði tað, sum hann kallaði mýtur nútíðarinnar og vísti á, at mangt og hvat, sum gongur fyri at vera natúrligt, er stívnaðir samfelagsnormar og mynstur. Fyribrigdi í mentan og list fáa mýtiska merking. Tað sama er at siga um alskyns gerandislig ting; aftrat frummerking síni ognast tey eina merking í øðrum umfari gjøgnum samfelagsligt brúk. Vín t.d., sigur hann, er ikki bara ein drykkur sum allir aðrir í Fraklandi, men ein „totem-drykkur“ (rituellur drykkur), sum svarar til mjólkina frá teirri hollendsku kúnni ella teið, sum bretska kongshúsið drekkur hátíðarliga saman. Tað er grundarlag undir einum felags siðalag. Fyri fraklendingar, sigur Roland Barthes, er tað at trúgva upp á vín ein felagsskapur, sum teir eru tvingaðir inn í, og at drekka vín er eitt ritual fyri samfelagsliga innliman. Við at skapa mýtiska merking royna mentanir at fáa sínar egnu normar at sýnast náttúrufyribrigdi.

„Barndómsminni“ (So vakrar moyggjar) hjá Rasmusi Effersøe er ein av fáum millum teir elstu sangirnar, sum ikki bara rósar føroyskum eyðkennum men eisini lastar útlendsk. Tað snýr seg um mat, og tónin er skemtandi, og tó? Tað er eyðkennandi fyri varsemið í yrkingunum hjá keypmannahavnar-føroyingunum, at tað sum verður lastað, kemur so langa leið sum úr Týsklandi og Fraklandi („týskir klumpar“ vóru mjøl- ella breyðbollar við smelti ella fruktsós). Teir føroysku rættirnir verða í grundini ikki róstir, men nevndir við orðalag, sum ger lítið burturúr og sum ofta verður sagt at eyðkenna føroyskt bygdarmál. Men tá ið sungið verður:

Eg skerpikjøt og rikling vraki ei,
men gev mær bara tvøst og spik og seið!

– tá kann eingin vera í iva um, at fyri tey syngjandi er hetta ikki bara búkfylla og heilsusamur matur men sálarfrøði og rituelt matarát.

Menn tala við menn

Menniskjað er til staðar, t.d. á tann hátt, at yrkjarin vendir sær til lurtarar sínar, hinar útisetarnar: „Føroyingar, sum her nú koma saman“, og í lýsingini av fólki í Føroyum – tí gamla manninum, sum handar tí unga ættarliðinum tær fornu søgurnar; men serliga verða trúskapur og manslig styrki lovsungin, og oftast snýr tað seg um menn burturav: „Men Føroyggja menn/ tó berjast við havið og stormin í senn,/ og hetta teir styrkir og gevur gott mót,/ og harðførir teir verða sum blágrýtisgrót;/ og trúfast í barminum hjarta teirra slær/ og elskar Føroyar“ (Hjalmar Hammershaimb 1879).

Her og í teimum flestu sangunum eru kvinnur ikki til staðar sum partur í tí, ið byggir upp fosturlandskærleika yrkjarans. Tó hevur Jógvan Hans Jákup Petersen, ið doyði í Keyp-mannahavn 23 ára gamal, bróðir Fríðrik Petersen, gentuna við í sínum føðilandssangi. Hann hevði tikið prógv á Føroya Læraraskúla 1876 og hevði verið húslærari í Kirkjubø 1876-79 og havt Jóannes, Sverra og Sannulenu Patursson til næmingar. Hann sigur í longsilssangi sínum um land og fólk m.a.: „Gentan prúð og vøkur har man búgva,/ trúskap goymir í sín runda barm; lætt hon kann ígjøgnum dans sær snúgva, kvøður um Sigmund gæva, Trónd hin trúgva,/ styrkja mannin kann í sorg og harm“. Stuttliga lýsir hann ta dansandi og kvøðandi gentuna, men metir hana eftir, hvat hon er fyri mannin.

Sangirnir bera dám av, at tað eru menn, sum yrkja sangir til menn at syngja. Yvirhøvur kemur tann kvinnuligi tátturin helst fram óbeinleiðis, eitt nú í at málið jú er móðurmál, og somuleiðis kemur móðirin inn í barndómslýsingunum, sum eru partur av grundgevingunum fyri føðilandskærleikanum, t.d.: „Har hvíldum vær allir einusinni/ undir móðurhjarta/ har fyrsta sinni vær sóum allir/ sólarljósið bjarta“. Og: „Har lærdum vær allir av móðurmunni/ móðurmálið kæra,/ at elska Førjar, várt føðiland,/ tað má tí vera vár æra“ (Fríðrikur Ptersen 1876).

Viðvíkjandi orðalagi um kvinnur stendur Rasmus Effersøe, sum í mongum var framman fyri sína tíð, og sum tað hevur verið sagt um, at hann hevði so rúmt og menniskjansligt sinni, fyri seg. Yrking hansara „Úr øllum ættum koma vindar“, ið er millum teir elstu av sangunum, ið enn liva, umfatar kvinnur við orðalagi sínum „har sum eg havi vinfólk flest“ og „tú bert mær heilsu yvir bylgju/ úr Føroyum og frá fólki har“.

Yrkingin „Fornsøgur“ – eisini ein av teimum hjá Rasmusi, sum liva enn – byrjar „Eg minnist úr gomlum søgum,/ sum móðir mín segði frá“ – her ber kvinnan søguarvin. Síðstu reglurnar ljóða: „Tí latið ei søguna doyggja,/ men goym hana leingi og væl/ í dreingja sinni og moyggja/ hon mikið útrætta skal.“ Út frá yrkingini hava dreingir og gentur hvør sín lut í søguarvinum: dreingirnir eiga at gera somu roysni sum forfedrarnir, genturnar eiga at minnast til tey og siga sonum og døtrum sínum frá teimum.

Eitt kvinnuligt Føroya barn

Ein kvinna yrkir í fyrstu sangbókina, Billa Hansen (1864-1951). Tveir sangir eftir hana eru við, „Ein útróðrardagur um heystið“ og „Ein skógvarferð“, umframt „Grindavísu“, sum hon yrkti saman við Jákupi Jakobsen, doktara. Í Skógvarferðini ger hon eina viðmerking til málið, sum liggur á øðrum bógvi enn tað, sum annars er at finna um málið í Føriskun vysun. Hon tosar t.d. ikki um fortíðar stórleika og nútíðar vesaldóm, men ger eina aktuella viðmerking til stríðið um skriftmálið, millum stavseting Hammershaimbs og Jákups Jakobsens:

So rópa vit glað øll: Føroya skál!
so hart tað skal runga í leyvsalshøllum,
og „livi tað forna Føroyamál!“
í nýggjum klæðum tað dámar ei øllum.
/.../

Við soleiðis at koma inn á ósemju millum føroyingar um hetta viðkvæma evnið og soleiðis viðurkenna, at fleiri enn ein áskoðan um snið móðurmálsins eru hugsandi, brýtur Billa grundmynstrið fyri tjóðskaparyrking, sum leggur dent á at skapa og orða kenslu av eind inneftir. – Tað er kanska ikki so løgið, um Billa ikki er millum háfloygdastu tjóðskaparyrkjararnar, men tekur persónligari støðu og eisini tekur gerandisligari evni upp, tí hon stóð uttan fyri tað tjóðskaparliga felagslívið í Keypmannahavn – kvinnur sluppu ikki upp í Føroyingafelag í Keypmannahavn fyrr enn seinni (1897; í Føroyum vóru tær við frá stovnanini 1889), sjálvt um tær hendingaferð ballaðust saman við dreingjunum og eina ferð um árið fóru skógvarferð við teimum.

Billusa sangir umfata eins og teir hjá Rasmusi bæði kvinnur og menn, „Upp fróð og kvøðið, tit Føroya børn!“ sigur hon.

Billa er einasta kvinna millum 14 yrkjarar í Føriskun vysun. Leypa vit fram til Songbók Føroya fólks frá 1976, so eru tríggjar kvinnur her millum 64 yrkjarar: Andrea Árting, Billa Hansen og Maria Mikkelsen. Yvirhøvur hava kvinnur yrkt lítið til land og tjóð og móðurmál. Tað kemst m.a. av, at kvinnur vegna samfelagsligu støðu sína hava komið lítið fram alment, hava t.d. lítið yrkt upp á prent. Í tíðini hjá tí elsta sangskaldskapinum og í blómaskeiðinum fyrst í 20. øld høvdu kvinnur ongan valrætt, tað er tí einki løgið, um teirra dreymar, vónir og sjónir vóru aðrar enn hjá teimum viðvíkjandi borgaraligum rættindum betur fyrikomnu monnunum. Sangurin hjá Mariu Mikkelsen (1877-1956) til móðurmálið, „Tjaldursunga beyð hin lagna harða“, hevur annan dám enn móðurmálssangirnir flestir. Hann viðger evni sítt ítøkiliga á sundurgreinandi hátt: týdning móðurmálsins fyri unglingin, sum noyðist at fara burtur at búgva seg út, royndina at tann vunni lærdómurin kemur ikki rættiliga til gagns, fyrr enn hugurin hevur arbeitt hann við sínum egna tankaamboð, móðurmálinum:

Og eydna var tað onnur mál at nema,
men tjaldursnev og barki var tað sama.
Og roynir hann við gleði,
at hvat hann gat um stund,
tað sodnar fyrst til megi,
skírt í hans egnu lund.

Hetta eru tankar, sum hava samsvar í hugmyndum Grundtvigs eins væl og nútíðar námsfrøði.

Sangur um kvæði

Eitt motiv ella evni, sum kemur fyri ferð eftir ferð og er eitt tað týdningarmesta sýmbolið í tjóðskaparskaldskapinum, er føroyskur dansur. Hetta síggja vit eisini í, at skaldini heilt inn í okkara tíð hava hildið fram at arbeiða við og víðka henda týdning, t.d. til at umfata ein kosmiskan lívsins og deyðans dansiring. Men vit sóu í yrkingini „Hvat kann røra hjartastreingir“, hvussu dansurin og kvøðingin har eru „Føroya mál“: „Hoyrið dans í stovu ganga!/ Hoyr um kappar kvæðið langa!“ Eisini í kvæðunum sjálvum verða dansurin og kvøðingin umrødd; serliga í niðurlagi og inngangsørindi verður eggjað til at dansa lystiliga, lata dansin dynja og at lurta eftir kvæðinum. – Tá ið føðilandssangirnir tosa um dansin, er sjónarhornið kortini eitt annað: dansurin og kvøðingin verða sædd og hoyrd burturfrá, yrkjarin og lurtarar hansara eru ikki uppi í dansinum: „Hoyrið dans í stovu ganga...“ .

Tað ber til at siga, at tann føroyski tjóðskaparligi sang-skaldskapurin finnur nógv av málsligu og mentanarligu rótum sínum og hugmyndaligu grund- og rættvísgering síni í dansinum og kvæðunum: Eingin skrivlig føroysk mentan var til, sum kundi nýtast sum grundarlag í uppbyggingini av tjóð-skaparligum samleika, men afturfyri var kvæðadansurin. Hann hevði tann fyrimun, at vísindamenn høvdu mett hann sum sera gamlan og virðismiklan, og tað sum er ikki minst umráðandi í hesum viðfangi: hann var serstakur fyri Føroyar. Hetta er nakað av bakgrundini fyri tí margfalda sambandinum, intertekstualitetinum, millum kvæðini og føðilandssangirnar, sum ikki minst kemur fram í, at føðilandssangir lýsa kvæðadansin á ymsan hátt. Eisini í seinni skaldskapi er kvæðadansurin ferð eftir ferð skaldsligt motiv: „kanska á dansinátt / skipar hon Kjartans tátt“ (J.H.O.D.: „Kanska um hundrað ár“), og „nú lystir mær og mínum døtrum / at hoyra tín Fruntatátt“ (J.H.O.D.: „Heimferð Nólsoyar Pálls“), ella

Og einaferð fara vit eisini sjálvi
– tá leiðin at enda er gingin –
við úthavsins strendur – í brosi og gjálvi
fara vit sjálv upp í ringin.

T.N. Djurhuus: „Og dansurin gongur“.

Samstundis skapar tann nýggi skaldskapurin fráleika frá traditiónini. Hann hevjar tann gamla kvæðaskaldskapin upp, eins og hann hevjar upp gamlan lívsform yvirhøvur; men sangskaldskapurin er sjálvur ein nýggjur formur, sum vísir fram móti nútíðarsamfelagnum, júst við tjóðskaparhugmyndini og -hugsjónunum sum einum týdningarmiklum tátti.

Vit um okkum frá okkum til okkara

Savnið Føriskar vysur leggur støðið til nýføroyska yrking, sum fram til aldaskiftið var fyrst og fremst tjóðskaparlig. Í hesari elstu sangbókini verður tann tjóðskaparliga hugmyndafrøðin fyrstu ferð sett fram á føroyskum í skaldskaparformi, og fyrstu ferð í heilligum líki á føroyskum yvirhøvur. Tað, sum her verður sligið fast, er tann føroyski samleikin, tann føroyski tjóðskapurin sum yvirskipaður merkingarstrukturur hjá tí einstaka og hjá heildini. Teknað verður eitt Føroya kort til at sýmbolisera tær tjóðskaparligu kenslurnar; tað er grønt og blátt og hvítt við nakað av gráum; mest verður gjørt við tað bláa, sum kann vera silvurblátt, spegilsblankt og himmalreint; landið er høgt og bratt og bert; mjúkt og vallað; myrkt og ljóst; tað er øgiligt og tað er yndisligt. Hetta eru litir og strikur, sum teir elstu føðilandsyrkjararnir settu á Føroyakortið. At seta talvið upp, gera lýsingar og definitiónir, tað var nýbrotið hjá Føriskun vysun. Yrkjarar í føroyingafelagsrørsluni í Føroyum hildu longri ávegis við myndini og lýsingini. Seinni yrkjarar hava eisini hildið á at dýpa myndina, broyta og gera hana rúmligari. Hon verður vónandi ongantíð liðug.